hósdagur 29. desember 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 29. desember 2005
17
Flóðaldan annan
jóladag fekk indo
nesisku stjórnina
og uppreistrarherin
í Aceh til samráð
ingarborðið, og
nú er tann seinasti
indonesiski hermað
urin farin haðani
Indonesia
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ongastaðni var skaðin av
flóðalduni annan jóladag í
fjør so stórur sum í indones
iska landspartinum Aceh.
Myndugleikarnir siga, at
minst 160.000 fólk doyðu
har, men aðrar keldur vilja
vera við, at talið var uppaftur
størri.
Tann ovurstóra oyðilegg
ingin fekk stjórnarherin
og uppreistrarfelagsskapin
GAM at semjast um at binda
frið, so neyðhjálpin kundi
koma vegin fram. Undir
samráðingunum samdust
partarnir eisini um at sleppa
nøkrum av sínum krøvum,
og so var vegurin ruddaður
fyri veruligum samráðingum
um varandi frið.
Hesar samráðingar hava
gingið nógv betur, at sjálvt
tey mest bjartskygdu høvdu
væntað, skrivar AP, og í
august skrivaðu partarnir
undir ein friðarsáttmála. Í
gjár bleiv so kunngjørt, at
nú hevur stjórnarherurin
tikið allar sínar hermenn
úr Aceh. Í hesum sambandi
varð skipað fyri einum há
tíðarhaldi, har millum ann
að leiðarin í GAM, Irwandi
Yusuf, var hjástaddur. Sam
bært semjuni skal eitt altjóða
eygleiðaralið hava eftirlit við,
at semjan verður hildin, og
leiðarin hjá eygleiðarunum,
Pieter Feith, var eisini við til
hátíðarhaldið í gjár.
Nú teir umleið 24.000
indonesisku hermenninir
eru farnir úr Aceh, skulu
teir lokalu myndugleikarnir
manna ein nýggjan her og
nýggja løgreglu. Í hesum
herinum eru 14.000 mans,
og løgreglumenninir verða
9.000 í tali.
UTTAN ÚR HEIMI
Tað verður eftir
øållum at døma
ein 40 ára gamal
løgfrøðingur, sum
skal taka við sum
russ iskur forseti,
tá Vladimir Putin
noyðist frá
Russland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Russiska grundlógin ger, at
Vladimir Putin kann ikki
stilla upp á forsetavalinum
í 2008, tí tá hevur hann
sitið tey bæði skeiðini, sum
grundlógin heimilar.
Tað var tí væntandi, at
hann fór at leita sær eftir
einum eftirmanni, og tey
vóru fleiri, sum fingu var
hugan av, at hann longu
hevði funnið hann, tá Put
in fyri einum mánað síð
ani tilnevndi tann 40 ára
gamla Dmitrij Medvedjev
varaforsætisráðharra. Hann
hevði verið starvsfólkaleiðari
í Kreml frammanundan.
Eygleiðarar í Moskva
halda, at endamálið við at
tilnevna Medvedjev vara
forsætisráðharra er at geva
honum tíð til at seta seg inn
í tann partin av teirri polit
isku skipanini, samstundis
sum hann skal fáa stundir
til at vísa, hvør hann er.
Tað fer neyvan heldur at
standa á, tí umframt vara
forsætisráðharrastarvið er
hann vorðin formaður í einum
stórum íleggingargrunni, og
tað starvið fer at geva honum
høvi til at játta pengar á ein
hátt, sum kann gera hann
væl umtóktan í góðari tíð
undan valinum í 2008.
Í Moskva verður sagt, at
eydnast tað Medvedjev at
sannføra Putin um síni evni,
er lítið at ivast í, at hann
verður tilnevndur forsætis
ráðharri um eini tvey ár, og tá
er vegurin til forsetaembætið
ikki so langur.
Tann 40 ára gamli Medved
jev er útbúgvin løgfrøðingur,
og hann fekk útbúgvingina á
lærda háskúlanum í Sankta
Pætursborg, har Putin sjálv
ur eisini gekk í sínari tíð.
Fyri fimm árum síðani
bleiv Medvedjev boðsendur
at koma til Moskva, har
hann hevði ein virknan lut í
forsetavalstríðnum hjá Putin.
Tað eru bara tey fægstu, sum
kenna hansara politisku hug
sjónir, men tað verður sagt
um hann, at hann er rættiliga
óheftur í so máta.
Sviar í
Grønlandi
við jólaposti
Á hvørjum ári skulu tey,
sum arbeiða á teimum
donsku veðurstøðunum í
Grønlandi, hava jólapost,
og vanliga eru tað flogfør
hjá danska flogvápninum,
sum flúgva hagar við pakk
unum og ymsari útgerð.
Men soleiðis var ikki í ár,
tí hesaferð var tað eitt flogfar
hjá svenska flogvápninum,
sum var í Danmarkshavn,
Mestersvig og Danneborg
við tí, sum starvsfólkini
har skuldu hava til jóla.
Sambært DMI var flog
farið í ella rættari sagt
uppi yvir Danmarkshavn
tann 14. desember, og har
slepti tað pakkunum niður
í fallskíggja. Talan var um
jólagávur, mat, frukt og
sjálvandi eisini eitt jóla
træ.
Um fruktin fer at halda
sær, er ein annar spurn
ingur, tí DMI sigur, at tað
næsta flogfarið fer ikki til
Danmarkshavn fyrr enn
tann 8. februar.
Hesaferð mátti eitt svenskt
flogfar flyta donsku veður
støðunum í Grønlandi
jólagavur og annað til jóla
Gjørdi seg inn á
58 gentur
Løgreglan í svenska býnum
Malmø hevur skuldsett ein
30 ára gamlan mann fyri
at hava gjørt seg inn á 38
gentur í aldrinum 12 til 18
ár, men løgreglan hevur
boðað frá, at maðurin verð
ur skuldsettur fyri líknandi
20 brot afturat.
Sambært Aftonbladet
setti maðurin seg í samband
við tær ungu genturnar ígjøg
num alnótina. Hann brúkti
ikki sítt egna navn, men
kallaði seg ”Alexandra”.
Hann dugdi sera væl at
samskifta við genturnar,
og tað endaði oftast við, at
genturnar játtaðu at hitta
hann á einum gistingarhúsi
ella heima hjá honum. Men
tað vísti seg, at maðurin
vildi ikki bara sleppa at
tosa við genturnar. Hann
bjóðaði teimum pengar
aftur fyri at sleppa at taka
myndir av teimum, og fleiri
søgdu ja. Men hann fór
eisini longri, og sambært
myndugleikunum endaði
tað í minst 58 førum við,
at maðurin gjørdi seg kyns
liga inn á genturnar.
Sambært ákæruritinum
funnu løgreglumenninir
heilar 15.000 myndir av
ungum gentum heima hjá
manninum, og á teldu hans
ara fann løgreglan nøvnini
á umleið 150 gentum.
Rowling stúrir
fyri endanum
J. K. Rowling, sum hevur
skrivað tær kendu bøkurnar
um Harry Potter, hevur boð
að frá, at tíðliga næsta ár
fer hon undir ta sjeyndu
og seinastu bókina í røðini,
men tað verður ikki lætt,
sigur hon.
- Eg dugi ikki at ímynda
mær eitt lív uttan Harry, sig
ur J. K. Rowling á sínari
egnu heimasíðu. Har avdúk
ar hon, at hon hevur havt
stórar trupulleikar við
summum av Potter-bóku
num, og at í tí eina førinum
mundi bókin tikið lívið av
henni, soleiðis sum hon
sjálv orðar tað.
Tann sætta bókin um
Harry Potter kom út í juli,
eftir at Rowling hevði
arbeitt við henni í næstan
tvey ár. Eins og hinar
Harry Potter-bókini hevur
tann seinasta gingið sum
heitt breyð, og sambært
BBC hevur høvundurin
selt meiri enn umleið 300
milliónir bøkur um Harry
Potter.
J. K. Rowling stúrir fyri
at fara undir ta seinastu
bókina um Harry Potter
Putin funnið sín eftirmann
Flóðaldan skapti frið
Nógv fólk í Aceh liðu neyð aftan á flóðalduna. Her eru amerikanskir hermenn komnir við neyðhjálp
Mynd: Reuters