fríggjadagur 30. desember 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2005
- Sum tónleikarar
dámar okkum at
brúka skrivi- og
talufrælsi, og tað er
sjálvsagt eisini loyvt
prestinum, men
vit halda, at hann í
hesum lesarabrævi
fer um øll mørk,
siga ungu menninir,
sum nú hava meldað
sóknarprestin í
Norðstreymoy til løg
regluna fyri orðalagið
í einum lesarabrævi
Meldaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin hósdagin vóru
tríggir ungir menn á politi
støðini í Havn og meld
aðu sóknarprestin í Norð
urstreymoy, Mogens Tilsted
Christensen, fyri nøkur brot
í eini grein, sum presturin
hevði í bløðunum fyri jól.
Greinin kallast ”Guds vel
signelse og stadig fremgang
for mennesker på Færøerne”,
og ungu menninir halda, at
hon ikki eigur at fara aftur
við borðinum.
Í greinini takkar prestur
føroyskum politikarum sum
ikki atkvøddu fyri ”udvidelse
af antidiskriminationslov
med et forbud mod at dis
kriminere folk på grund af
deres seksuelle observans”.
Samkynd og pedofilar
Tað er serliga brotið í grein
ini hjá presti, sum vit fara at
endurgeva, ið hevur fingið
menninar at geva ilt av sær.
Í hesum broti skrivar prest
ur: ”Hvis en børnehave eller
en skole har homoseksuelle
eller pædofile pædagoger
til at tage sig af børnene, så
udsættes børnene for vrang
påvirkninger i stedet for at
få sunde og fornuftige Guds
vidnesbyrd og belæring
om, at det seksuelle hører
hjemme i ægteskabet mell
em mand og kvinde..” Í
greinini sigur prestur, at
”man sætter jo ikke ræven
til at vogte høns”.
Her samanber prestur sam
kynd og pedofilar, men ungu
menninir duga ikki at síggja
nakran samanburð í einum
”forholdi” millum vaksin
fólk – og so einum forholdi
millum vaksin og børn.
Í einum øðrum broti,
skrivar prestur, at ”det er
en naturlig diskvalificering
for en lærer at være homo
seksuel, fordi læreren ved
den nære kontakt med de
unge mennesker kan komme
til at lære den menneskeop
fattelse videre til børnene, at
homoseksualitet er normalt
og godt”.
Út um mark
- Sum tónleikarar dámar
okkum at brúka skrivi-og
talufrælsi, og tað er sjálvsagt
eisini loyvt prestinum, men
vit halda, at hann í hesum
lesarabrævi fer um øll mørk,
siga ungu menninir, sum allir
spæla við tónleikabólkinum
200.
Teir siga seg onga løtu
ivast í, at nógvir føroyingar
kundu hugsað sær at átalað
hetta lesarabrævið hjá
presti.
- Vit eru sannførdir um, at
nógv standa klár at taka um
endan, men til tess krevst, at
málið fyrst er meldað. Hetta
hava vit nú syrgt fyri, siga
teir tríggir.
Á politistøðini siga tey, at
málið nú verður latið krimi
nalløgregluni, og síðan verð
ur støða tikin til, hvat víðari
hendir.
Sóknarprestur meldaður
til løgregluna
Tríggir ungir menn eru á
politistøðini í Havn við eini
grein, sum sóknarpresturin,
Mogens Tilsted Christensen,
hevur skrivað. Teir hava gjørt
av at melda sóknarprestin
til løgregluna fyri at hava
skrivað hesa greinina og sent
hana til bløðini
Mynd: Jens Kr. Vang
Ungu menninir halda, at
sóknarpresturin er langt
úti, tá ið hann samanber
samkynd og pedofilar