fríggjadagur 30. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 251 - 30. desember 2005
➊ Miðlagrafikaralærlingur
Miðlagrafikari er ein kreativ teknisk
útbúgving, ið gevur møguleikar
innan øll grafisk øki. Lærutíðin
er 4 ár og byrjar við einum ári á
tekniskum skúla í Danmark, har
restin av skúlagongdini eisini fer
fram. Lærlingalønin er sambært sátt-
mála millum Føroya Prentarafelag
og Føroya Prentsmiðjufelag.
Vit hava brúk fyri einum ungum,
skapandi fólki, ið dugir væl
føroyskt, eins og vit eisini vænta, at
tú hevur góðan kunnleika til teldur.
Students-, HF ella HH-prógv er ein
fyrimunur. Á Føroyaprent kemur
tú at arbeiða við: Umbróting av
bók um, prent lutum, avísum og
bløðum, uppseting av lýsingum,
skanningum, heimasíðusmíði, film
og plátugerð og annars alt hugsandi
grafiskt arbeiði.
➋ Prentaralærlingur
Prentari, ella trykkjari, er eitt
spennandi arbeiði, har úrslitið av
øllum tí grafiska arbeiðinum kemur
á pappír. Útbúgvingin tekur 4 ár
og øll skúlagongdin er í Danmark.
Lærlingalønin er sambært sáttmála
millum Føroya Prentarafelag og
Føroya Prentsmiðjufelag.
Prentarar starvast við maskinum
alla tíðina, og er tað tí umráðandi,
at tú hevur hug at arbeiða við
maskinum. Arbeiðið gongur
skjótt, so tú mást duga at hugsa
klárt tá avgerðir skulu takast.
Á prenstmiðjuni er nógv trýst
partar av árinum, og er tað tí
neyðugt, at tú dugir at arbeiða
undir trýsti. Hevur tú eina tekn-
iska grundútbúgving er tað ein
fyrimunur, men eingin treyt.
➌ Bókbindaralærlingur
Bókbindaraútbúgvingin ber danska
heitið „Industri-bog binder“, og
merkir hetta, at tað er innbinding
av bókum í nógvum eintøkum.
Útbúgvingin tekur 3 og eitt hálvt
ár, og øll skúlagongd fer fram
í Dan mark. Lærlingalønin er
sambært sáttmála millum Føroya
Handverkarafelag/Landsfelag
Handverkaranna og Føroya
Arbeiðsgevarafelag/Føroya Hand-
verksmeistarafelag.
Bókbindari arbeiðir við nógvum
maskinum, so tað er av alstórum
týdningi, at tú trívist við at skrúva,
men minst til, alt ið verð ur skrúvað
av, skal skrúvast á aftur. Her
eru stórar avbjóðingar fyri rætta
persónin. Partar av árinum er nógv
arbeiði á bókbindarí inum, so tú
mást duga at arbeiða undir trýsti.
Hevur tú eina tekn iska grund-
útbúgving er tað ein fyrimunur,
men eingin treyt.
Hoyvíksvegur 59 · Postsmoga 3118 · 110 Tórshavn
Tel. 31 45 55 · fax 31 80 26 · hestoy@foroyaprent.fo
Føroyaprent søkir eftir trimum lærlingum
Umsóknarfreist 15. januar 2006
Skrivlig umsókn, við avriti av
prógvum, skal sendast til:
Pf. Føroyaprent
Postsmoga 3118
110 Tórshavn
Vilt tú vita meira um útbúgv-
ingarnar, kanst tú lesa meira á
www.yrkisdepilin.fo ella
www.grafiske-uddannelser.dk.
Vilt tú vita meira um størv ini,
kanst tú ringja til Føroyaprent og
spyrja eftir Jon Hestoy.
Ein
Ein
framtíð
framtíð
í litum
í litum
Vit hava brúk fyri ungum,
ágrýtnum fólkum, ið hava
lætt við at samstarva við
arbeiðsfelagar og viðskifta-
fólk. Ung, ið skilja týdningin
av at vera álítandi og at taka
ábyrgd av egnum arbeiði, og
sum skilja at bara tann besta
góðskan kann góðtakast. Tað
er neyðugt at lit-sjónin er í
lagi.
Ferð og uppihald til skúla-
gongd í Danmark rindar
Føroyaprent.
Felags fyri allar
lærlingarnar er:
Dagrøktari/gesta-
dagrøktari
til Runavíkar kommunu
Søkt verður eftir dagrøktara og gestadagrøktara í
Runavíkar kommunu, at byrja 1. februar 2006 ella
eftir avtalu.
Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða
við børnum.
Dagrøktarheimið skal vera soleiðis innrættað, at tað
er gott og trygt at spæla innan- og uttandura.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast hjá
dagrøktarleiðaranum á tlf. 448594 lokal 10.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast
fríggjadagin 16. januar 2006 og sendast til:
Runavíkar kommunu
Sosiala deild
Heiðavegur 26 · 600 Saltangará
Barnsburðar-
avloysari
fyri skrivstovufólk í
Runavíkar kommunuskúla
Søkt verður eftir barnsburðaravloysara fyri skriv-
stovufólk í Runavíkar Kommunuskúla at arbeiða
hálva tíð frá 1. februar 2006 ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði.
Umsøkjarin skal hava royndir í skrivstovuyrkinum,
duga væl føroyskt og duga at arbeiða sjávlstøðugt.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
skúlastjóran á tlf. 447331.
Skrivlig umsókn, saman við upplýsing um útbúgv-
ing og royndir, skal vera Runavíkar Kommunu í
hendi í seinasta lagi 13. janaur 2006.
Runavíkar kommunu
Postboks 139
600 Saltangará