Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Henning Eysturoy, Tórshavn, fer úr Lands­sjúkra­hús­kapellinum fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju nýggjársaftan klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Henning kunnu lata Kiwanis, Tórshavn, eina gávu, konto í Føroya Sparikassa Frida Thomsen, ættað úr Skúvoy búsitandi í Tórs­havn, andaðist á eldrasambýlinum oman Hoydalar týsdagin 27. desember 79 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni nýggj­ ársaftan klokkan 14.30. Tey, ið ynskja at minn­ast Fridu, kunnu lata eina gávu til eldrasambýlið oman Hoydalar á konto í Føroya Sparikassa. Julia Lamhauge, Lamba, andaðist mikudagin á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, 92 ára gomul. Kistan fer frá Ellisheiminum í Glyvra kirkju fríggjadagin kl. 15:30. Jarðarferðin verður nýggjársaftan kl. 13, sálmabókin verður nýtt. Tey, ið vilja minnast Juliu, kunnu lata Ellis- og Røktarheiminum eina peningagávu. Edith Mårtenson, fødd Vang, ættað úr Hvalba, andaðist í heiminum í Dragør 29. desember, 81 ára gomul. Jarðarferðin verður úr StoreMagleby kirke týsdagin 3. januar kl. 13. Andlát og jarðarferðir Tey, sum tóku læraraprógv í 1914 vóru: Erik Eliasen, Kirkja, Hans Olaf Hansen, Tórshavn, Karolina Maria Malena Matras, Kirkja, Magnus Magnussen, Húsa­ vík, Malvine Clementsen, Húsavík, Poul Hans Jacob Joensen, Bøur, Sigrid Julia Thomsen, Tórshavn, Simon Ole Jacob Frederik Sofus Amaljer Simonsen, Norðragøta, Thomas Georg Thomsen, Sandavágur, og Victor Danielsen, Sølda­ fjørður. 10 fingu læraraprógv í 1914, 7 dreingir og 3 gentur. Tann einasti vit kenna á myndini er Victor Danielsen, hann situr næst uttast t.h. í fremru røð. Er tað nakar, sum kann hjálpa okkum við at fáa røttu nøvnini á røttu persónarnar, so vinarliga ringið til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Er tað nakar sum liggur inni við myndini av lærarunum sum tóku prógv í 1905? Tey sum tóku læraraprógv í 1905 vóru: Anne Sofie Mohr, Tórshavn. Else Frederikke Holm, Tvøroyri, Hans Andreas Djurhuus, Tórshavn. Hanus Kamban, Skúvoy, Heinine Catherine Jacobsen, Tórshavn, Johanne Gaard Joensen, Oyndarfjørður, Karen Pouline Samuelsen, Kirkjubøur, og Petronella Cornelia Reinert, Saltnes. Mikudagin 14. desember andaðist Martin Thomsen, prentari. Martin var ætt­ aður úr Norðragøtu, fødd­ ur 19. september 1930. 14 ára gamal fór hann í læru á prentsmiðjuni í H.N. Jacobsens Bóka­ handli í Havn. Har starv­ aðist hann so øll árini, til hann gavst í tænastuni í vár. Martin hevði sostatt ein langan arbeiðsdag í somu fyritøku. Síðstu árini stóð hann sjálvur fyri prentfyritøkuni. Í fjør heyst varð 60 ára starvs­dagur hansara í gamla bóka­handlinum hátíðarhildin við eini samkomu í gamla um­­ hvørvinum, og 19. sept­ ember í ár fylti Martin 75 ár. Men nú var tími hansara, Martin, komin. Líka so stillan sum vit annars kendu Martin frá ger­ andisdegnum, fór hann av foldum hetta kvøldið 14. desember á veg til hús úr kvøldskúlanum. Frá arbeiðsplássi og arbeiðsfeløgum og øllum hann samskifti við, fær Martin skotsmálið sum hin álítandi og vælgjørdi. Í øllum hann hevði um hendi og tók ábyrgd av, var hann burturav vælgjørdur. Læruárini í Bóka­handl­ inum vóru fimm. Hann byrjaði 9. november 1944, og sveinaprógvið tók hann í Danmark. Tríggjar eru døturnar hjá Ragnu, ættað úr Klaksvík, og Martini. Tey settu búgv á Grøn­ landsvegi 34, úti í Grøn­ landi. Í hjúnalagnum eru døturnar Birita, Petra og Hildigunn. Barnabørnini eru 9. Martin var virk­in í Kirkjuligu heima­ missiónini og formaður fyri Missiónshúsinum við Landavegin í Havn. Hann var drívkraftin í sunnudagsskúlanum við Landavegin og í Miss­ iónshúsinum sum heild. Martin hevur lagt vinkulhakan frá sær med alla, men vit vilja minnast henda fræga mann, sum altíð var fróðiligur, komst tú á tal við hann, við virðing, og lýsa frið yvir minni um hann. jl Martin Thomsen, prentari f. 19. september 1930 - d. 14. desember 2005 Tórshavnar alfrøði: Læraraprógv í Havn í 1914 Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust og gleddu meg á 75 ára føðingardegnum 4. desember, takki eg hjartaliga. Eisini vil eg ynskja tykkum gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Kærar heilsanir Kata Mortensen, Vágur Tøkk Øllum tykkum, sum mintust meg á 80 ára føðingardegnum tann 9. desember, takki eg hjartaliga. Tøkk fyri gávur, blómur, fjarrit og uppring­ ingar. Við ynskjum um eitt av Harranum signað nýggjár. Kærar heilsanir Esmar Jacobsen Tjarnargarður, Tórshavn Sóknast eftir mynd av lærarafólkum í 1905