fríggjadagur 30. desember 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 251 - 30. desember 2005
31. desember. Sylvester, deyður ár 335. Pávi, sum
sigst at hava doypt fyrsta kristna keisaran Konstantin
Mikla. Sylvester var tann pávin, sum fór undir at byggja
Pæturskirkjuna. Dagurin er nýggjársaftan og verður
eisini róptur gamlaárskvøld.
1. januar. Nýggjársdagur. Sum kirkjuligur heiligdagur
hevur hann eisini borið navnið Circumcisio Domini
(umskering Harrans), ið sipar til at áttanda dagin eftir
føðingina, varð Jesus sum allir jødiskir dreingir umskorin.
Hákun kongur Sverrason (føddur í Føroyum) doyði í
Bergen hendan dagin í 1204.
2. januar. Ábal. Dagurin verður nevndur Ábal eftir
øðrum soninum hjá Ádami og Evu, sum bróðurin Káin
drap (1. Mós., 4, 1-16). Týdningurin av navninum er
óvissur.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygardagin 31. desember,
verður ein stórur dagur á
Argjum, tá ið Sunneva og
Henning Johannesen kunnu
halda gullbrúdleyp. Stóri
dagurin verður hildin í
Róðrarneystinum á Argjum
fríggjadagin 30. desember
fyri yvir 200 fólkum.
Mamma er fødd 18.
september 1935, og er hon
ættað av Argjum, foreldrini
vóru Hansina og Johannis
Henriksen. Hansina var av
Argjum og Johannis var úr
Árnafirði.
Mamma flutti norður til
ommu sína í Árnafirði, tá
ið pápi hennara bert 33 ára
gamal doyði av tuberklum,
tá var hon bert 3 ára gomul.
Hon plagar ofta at tosa
um tað góðu tíðina, hon
hevði meðan hon vaks upp
í Árnafirði. Hon búði hjá
ommu síni til hon var 14
ára gomul, tá ið hon fór í
húspláss, fyrst í Skopun,
síðani til Klaksvíkar, har hon
kom í húspláss hjá Margit og
Kaj Hansen í Víkunum. Aftan
á at mamma og pápi búsettu
seg á Argjum, arbeiddi
mamma eina tíð á Bacalao,
men eftir eina operatión
í rygginum, sum tók ein
part av arbeiðsførleikanum,
vaskaði hon í skúlanum á
Argjum og Albert Hall.
Pápi er føddur 17. juli 1934,
og er hann ættaður úr Horni
í Klaksvík. Foreldrini vóru
Jenny og Palli Johannesen.
Jenny var av Sevmýri á
Tvøroyri og Palli úr Horni
í Klaksvík. Pápi vaks upp í
Klaksvík; men eisini hann
misti pápan bert 14 ára
gamal, eisini hann doyði av
tuberklum.
15 ára gamal fór hann til
skips við Streymoynni, sum
var ein slupp við motori.
Seinni róði hann út, til hann
fór við Kallsenni, síðani við
Brandur Sigmundarson, sum
vóru síðutrolarar. Í 1969 fór
hann við Stellu Karinu, sum
var ein av mest framkomnu
fabrikstrolarum tá í tíðini.
Í 1972 legðist pápi heima
og fór at rógva út. Eisini
fekk hann sær prógv til
heimaskipara og førdi onkran
trolbát á landleiðini. Seinnu
árini arbeiddi hann hjá Argja
kommunu, og enn arbeiðir
hann á Fiskavirking.
Betur foreldur kann ein
ikki fáa. Vit høvdu ein
uppvøkstur, har vit ongantíð
manglaðu nakað. Nú var tað
mest mamma, sum tók sær
av okkum, meðan vit vuksu
upp, tá ið pápi bert var heima
í einar 10 til 14 dagar millum
túrarnar, sum vardu upp til
seks mánaðir. So tað var
kanska ikki so undarligt, at
tann yngsti beiggin ræddist
pápa, tá hann kom heim ta
einu ferðina.
Nú eru tað blivin 21 børn,
sum tey eru omma og abbi
at, og 8 langommu- og
langabbabørn.
Børnini
Sunneva og Henning Johannesen
gullbrúdleyp
Tann 23. desem
ber áttu Ingrid
og Gissur Pat
ursson ein son.
Hann vigaði
3950 gr og var
54 cm. langur.
Ein stolt syst
ur Guðrið 8 ár
við nýfødda
beiggjanum.
19. desember fingu Katja í Jógvanstovu og Morten
Joensen, Norðragøta, ein son. Hann var 47 cm. langur
og vigaði 2065 gr.
21. desember fingu Súsanna og Jákup Petur Eliassen,
Hoyvík, ein son. Hann var 60 cm. langur og vigaði
5180 gr.
21. desember fingu Anita og Kaj Anker Joensen,
Glyvrar, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði
4600 gr.
22. desember fingu Hildur Krossteig Mortensen og
Petur Martin Poulsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53
cm. long og vigaði 2870 gr.
22. desember fingu Hansa og Tummas Símin Høj,
Saltangará, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði
3600 gr.
22. desember fingu Joan og Jógvan Hansen, Klaksvík,
ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4690 gr.
22. desember fingu Oydis Petersen og Tommy Næs
Djurhuus, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long
og vigaði 4390 gr.
22. desember fingu Tina Rasmussen og Bogi Rasmussen,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði
3950 gr.
23. desember fingu Nencia Thomassen og Jákup
Faldvard, Sørvágur, ein son. Hann var 50,5 cm. langur
og vigaði 3330 gr.
24. desember
fingu Helga
S. Isaksen,
Søldarfjørður
og Aksel T.
Mikkelsen,
Syðrugøta, ein
son. Hann var
54 cm langur og
vigaði 4200 gr.
27. desember fingu Elsa M. Dam og Dánjal Jákup
Vilhelm, Norðskáli, ein son. Hann var 55 cm. langur
og vigaði 4300 gr.
28. desember fingu Sára Skylv Reinert og Arngrím
Thomassen, Sandavágur, ein son. Hann var 57 cm.
langur og vigaði 4000 gr.
Dagurin
Nýggjársaftan fyllir Regin
Haraldsen í Havn 50.
Regin
er
ein
kend
býarmynd. Tað man mangan
hava komið væl við hjá fólki
í Tórshavnar kommunu
at fáa vitjan av Regini við
slamsúgvaranum. Einki
kann verða so keðiligt
sum hava trupulleikar við
kloakkskipanini. Tá hevur
Regin mangan við sínum
hollu royndum innan sítt
fak, loyst trupulleikan bæði
skjótt og væl.
Hann hevur havt ábyrgd
av
slamsúgvaranum
í
mong ár. Fyrst tá pápin,
Jógvan Haraldsen, hevði
renovatiónina í Havn, og
seinnu árini hjá Tórshavanr
kommunu.
Regin hevur stóran áhuga
í fótbólti og er íðin B36
viðhaldsmaður, og ferðast
hann ofta við Flokksmonn
um kring landið, tá B36
spælir.
Vit ynskja Regini hjartaliga
tillukku við degnum.
Heilsan nakrir B36-arar
Regin Haraldsen 50 ár
Føðingar
Lesið
- so eru tit við