fríggjadagur 30. desember 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2005
11
VIÐMERKINGAR
Tórbjørn Jacobsen
Várini eru tiltikin í politiskari
jargon. Tíðarskeið táið nýggj
ar blómur spretta og menning
og gróður sæst allastaðni.
Várið í fjør gjørdist eitt sindur
øðrvísi, í hvussu er fyri Johan
Dahl. Í 21 dagar resideraði
hann í Fiskimálaráðnum.
Hvørjar hansara merittur
vóru í teimum turbolentu
fýrsunum, veit eg ikki, men
lættari er at finna mistøk hjá
monnum sum hava virkað
í pulserandi vinnulívinum
heldur enn teimum, ið hava
sitið og vermt sær knøðini inni
við almennu radiatorarnar.
Eitt tíðindafólk høgdi í hann
við kensluløddari vitnisførslu.
Maðurin hevði forbrotið seg,
hevði fjasast uppi í onkrum
vøddamýkingarhalloyi
-
saman við øðrum. Tjóðin
græt. Tútbrølaði saman við
konuni, sum hevði verið fyri
spógvabýti. Spleysingin, sum
politiska falløksin hekk í, var
farin at marvast. Løgmaður
og Alfred Olsen mistu
nervarnar. Maðurin varð
eirindaleyst ekspederaður út
í kolasvarta niðu. Non grata.
Eitt slag av dissidenti í okkara
hugnaligu heimastýrisskipan.
Nú um dagarnar frættist so frá
rættarskipanini, at allur meld
urin og orsøkin til exittið var
uppspunnið humbukk. Harfyri
hendi onki í hansara politsku
formalia, men onkursvegna
tykist maðurin at hava fingið
áræðið og politiska sjálvsálitið
aftur.
Johan Dahl er formaður
í nevndini sum varðar av
føroyskum uttanríkis- og
trygdarpolitikki. Er tað næsta
maður kann koma einum
sessi sum uttanríkisráðharri
í hesi neyðarsligu kommunal
politisku skipanini, danir
kroystu niður yvir okkum í
1948.
Í seinastuni hevur hann
av álvara gjørt vart við seg.
Og í stóran mun hevur tað
eyðnast honum at skipa sær
sjálvum ein politiskan profil,
ið røkkur væl uppum teir
flestu samgongumenninar,
ja, sjálvt hansara egna for
mann. Táið profilurin fyri
tað mesta hevur staðið á
steinsettari grund, er hann
tungur at fara framvið,
soleiðis uttan víðari. Málið
um Íslandssáttmálan er eitt.
Har hevur hann meira og
minni sett løgmann skát
í mát. Málið um barsils
skipanina var eitt annað.
Tá stríddust hann og
Edmund sum úlvar á skóg.
Til fánýtis. Hin fraktiónin í
Sambandsflokkinum valdi
at elta veika ryggin hjá
løgmanni. Gitast kann um
hví. Og í málinum um hvussu
Hovstunnilin skuldi fíggjast
vita vit, at hann var treystur
í royndini at rósa hann inn
aftur á fíggjarlógina. Og nú
er hesin einmansherurin (ella
eru teir kanska fleiri?) farin í
holt við Eidesgaard í EFTA
og ES málinum. Og tað er
ikki við mýkindum, at hann
leggur til brots í Sosialinum
mikukvøldið.
Spurningurin er so, um
hann er álopin av Herostratos-
syndrominum ella hetta er
hin stóri profeturin, ið so
bráðliga er runnin upp úr
móðurlandsins jørð ? Kundi
eisini verið, at hetta er eitt
samankók av báðum.
Spurningurin um ES
limaskap hevur við tíðini mist
alt sítt rationalið í politiska
orðaskiftinum. Fyrst í
sjeytiárunum gjørdust vit til
endans samdir um, at rættast
var at halda seg uttanfyri
handilsfelagsskapin, sum
ætlaði
at
sentralisera
stýringina av samlaða
fiskivinnupolitikkinum í
Bruxelles. Og ivaleyst lá
ein latentur ótti, í hvussu
er á vinstraveinginum, fyri
at kontinentalkapitalurin
skuldi yvirrúla okkum full
komuliga. Avgerðin kom
fyri ein part av ótta fyri
onkrum ókendum. Síðani
hevur politiska støðan,
hjá øllum flokkum, líkst
meira eini trúðarjáttan,
heldur enn eini støðu til ein
handilsfelagsskap, sum nú er
farin at rúma slakari hálvari
milliard av europearum.
Okkara egni forvaltningur
av fiskarípolitikkinum gjørd
ist sum Harra Guð veit. End
aði í ramastu armóð fyrst
í nítiárunum og vit brúktu
ongantíð møguleikarnar, í m.a.
banka, fíggingar- og altjóða
skiparakstri. Hví gjørdust
Føroyar ikki eitt norðurhavsins
Sveits? Onkustaðni spøkir
spurningurin, um íslendingar
ikki yvirhálaðu okkum júst á
tí hermótinum, nú fíggjarorka
fossar inn og út úr íslendskum
fíggjarstovnum og landið er í
fer við at blása seg upp til ein
álvarsaman aktør á handilsliga
heimskortinum, ímeðan vit
flakna út eftir jørðini og liggja
víðopnir sum potentialir hjá
fremmandum íleggjarum.
Íslendskur professari í
búskapi er sannførdur um,
at EBS samstarvið, sum
Ísland hevur við europeiska
samveldið, er meginorsøkin
til stóru broytingina í
íslendska
búskapinum.
Samstarvið hevur lagt trýst
á íslendska parlamentið,
Altingið, politisku skipanina
í landinum, at liberalisera
lógir og vinnulív. Og tað
grør um gangandi fót,
hóast onkur er ivasamur, og
situr og bíðar eftir nær ið
ballónin brestur. Ígjøgnum
EBS samstarvið kjálkar tú
so nær veruligum limaskapi,
at tú nærum røkkur at sleikja
við tunguni yvir um gáttina.
EBS samstarv fær tú bara
um tú stendur á egnum bein
um. Republikkin Ísland
hevði hendan møguleikan,
danska koloniin Føroyar eig
ur hann ikki. Tey sum ikki
vilja eiga seg sjálvi, hava nú
einaferð færri møguleikar í
heimsmeldrinum enn hini,
soleiðis er tað bara, men ráð
eru fyri tí, og Johan Dahl
nevnir eisini tann møguleikan
í greinini. Á fyrsta sinni torir
ein sambandsmaður, kanska
meira av pragmatiskum
enn politiskt visionerum
orsøkum, at skriva soleiðis:
“Okkara mál eigur at verða
at koma fram um Noreg og
Ísland í marknaðarhøpi, og
tað gera vit einans við antin
eini góðari marknaðaravtalu
við ES, ella við at innlima
okkum í ES felagsskapin
– saman við Danmark, ella
sum fullveldi, - um tað er
tað, Føroya fólk vil.”
Hart og kontant. Ímeðan
Jóannes Eidesgaard situr úti
í Tinganesi og snikkar eina
new-sosialdemokratiska
valskráð til, saman við
skattaborgarafíggjaðum
embætisfólki, ið hann ætlar
at vinna komandi løgtingsval
við, hugsi um kjøtleysu
2015 ætlanina, ið longu er
farin at hanga fólki langt út
av hálsinum, er Johan Dahl
farin út á veruliga hermóti, og
spurningurin er, um vit ikki
heldur skula brúka okkara
kostbaru tíð til at skifta orð
við Sambandsflokkin og
Johan Dahl um framtíðina,
um viðurskifti okkara við ein
ES markna í menning heldur
enn ein EFTA felagsskap,
sum verður niðurlagaður,
so hvørt sum limalondini
heldur velja at reiða sær
ból saman við restini av
Europa.
Verðin hongur nú somikið
saman, at til ber ikki long
ur, at verja seg handan
albanskar barrikadur. At
spæla sum um, at vit eru eitt
so serstakt fólk, at frægast
er at goyma seg aftanvert
sjálvskaptar múrar. Tað hava
fleiri roynt, og úrslitini er
alkend. Ikki sørt, at vit líða
av einum Hoxha syndromið,
hann smíðaði albanum eitt
so rúgvismikið arsenalið
av kjarnorkuresitentum
bunkarum, at allir landsins
íbúgvar kundu rúmast í
teimum, í síni paranoya
helt hann fyri vist, at allur
heimurin hevði eina ella
aðra merkiliga trongd eftir
at teppibumba hansara for
armaða land. Vit líða eitt
sindur av hesum sama. Allur
heimurin skal onkursvegna
vera okkara mótspælari, tó
at vit ikki finnast á almenna
heimskortinum.
Snávingarsteinurin í orða
skiftinum verður staturin.
Føroyski staturin. Tað vóru
gomlu nationalstatirnir sum
skipaðu EEC felagsskapin í
síni tíð. Síðani er lagt og legst
afturat. At fara inn í hendan
felagsskapin sum ein politiskt
kynsleys donsk eltibløðra
kann vera ein handilsligur
fyrimunur, kann eisini fáa
meira sveiggj í búskapin, sum
gerst ein partur av europeiska
meldrinum, men politiskt er
tað ómøguligt. Søguliga
gongdin og aldargamla
rákið í Føroyum fram ímóti
stovnanini av republikkini
steðgar ikki handan europe
isku gáttina. So politiskt
søgu- og skilaleysur kann
ongin vera. Heldur ikki Johan
Dahl.
Hann opnar eisini fyri
møguleikanum, at tengja
fullveldið og ES limaskapin
saman, at syfta báðar møgu
leikar í einum, og kanska
áttu vit at tikið hann uppá
orðið, og tjakast víðari
eftir hesi leið, soleiðis at
konsensus kundi fingist um
hetta totalkonseptið, í hvussu
er millum Tjóðveldis- og
Sambandsflokkin.
Teir
einastu flokkarnir á Tingi,
ið kunna loysa stórar sam
felagsspurningar, sær tað út
til, nú hetta postkoloniala
konglomeratið av eini
samgongu, er í fer við at
fjasa seg upp í stúgva. Lat
meg líka gera vart við, at
greinin er eittans er skriva
fyri egnu rokning, táið eg
ongan formellan valdspost
havi í Tjóðveldisflokkinum
longur. Formaðurin og pol
itiski næstformaðurin hava
møguliga eina aðra støðu til
hesi mál, og tað fer ivaleyst
at frættast um hana, so hvørt
sum kjakið fer at líða fram.
Johan Dahl er sam
gongunnar “uttanríkisráð
harri”. Fer út við báli og
brandi. Desavouerar løg
mann, stjórnarleiðaran.
Virkar hann sum ein
Herostratos í atsøknini,
tað var hann sum brendi
templið í Efesos, fyri at
gerast eins kendur sum
Krøsus á sinni, ella er hann
konverteraði profeturin, sum
tjóðveldismenn skula fara
at tosa við um skipanina
av samfelagsbygnaðinum í
Føroyum og um hvørji bond
republikkin skal knýta seg
at, úti í heimi, eftir at vit
eru vorðin ein javnbjóðis
leikari á altjóða pallinum?
Tað spyrst um livst.
Herostratos ella profetur?
Søkir eftir
pedagogum
Søkt verður eftir pedagogum, at byrja 1. februar
2006.
Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við
vøggustovu, barnagarði, útibarnagørðum og
frítíðarheim. Vit taka dagliga ímóti 138 børnum
í aldrinum 0-9 ár. Í Mylnuhúsinum er pláss fyri at
bæði børn og vaksin kunnu seta síni spor her, vit
arbeiða í tí dagliga við okkara eygleiðingarevnum
og eru upptikin av, hvat upptekur børnini, fyri síðan
at leggja dagin til rættis út frá tí og leggja vit stóran
dent á, at varða um øll børnini.
Størvini eru í Útibarnagarði 40 tímar, barnagarð 30
tímar og frítíðarheimið 30 tímar.
Vit sóknast eftir fólki ið:
• eru støðug og virkin
• hava opið sinni
• síggja møguleikar fram um mørk
• taka støði í barninum
• vísa áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga
arbeiðinum
• eru opin fyri nýhugsan
• leggur stóran dent á gott samstarv við foreldur
og samstarvsfelagar.
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sáttmálan
millum kommunurnar og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til
leiðaran, Hanna Thøgersen, tlf. 217789.
Umsóknir til størvini, saman við upplýsingum um
útbúgving og royndir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi týsdagin 10. januar 2006.
Mylnuhúsið
Mylnugøta 10 · 700 Klaksvík
mylnuhusid@mylnuhusid.fo