fríggjadagur 30. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 251 - 30. desember 2005
Tað eru í ár liðin 95 ár síðan Føroya Fiskimannafelag varð sett
á stovn. Tað vóru fiskimenn í Gøtu, sum tóku stig til at stovna
Føroya Fiskimannafelag, og verður í ársfrágreiðing formansins
hesaferð eisini nomið við søgu felagsins. Greitt verður frá, at
stigið til at stovna felagið varð tikið við einum brævi, sum í
desember 1910 varð sent til fiskimenn um landið við áheitan
um at virka fyri stovnan av einum felag fyri fiskimenn. - Arbeitt
varð bæði skjótt og væl, tá ið havt verður í huga, at felagið varð
stovnað longu 14. november 1911 – og at fyrsti sáttmáli við
reiðarafelagið varð gjørdur longu í januar 1912, má ásannast,
at arbeitt varð bæði skjótt og væl, sigur formaðurin.
Stovnanin av FF fyri 95 árum síðan er ein tann størsta hendingin
í føroyskari yrkifelagssøgu. Fyri hesa hending vóru fiskimenn
heilt uttan ta fíggjarligu og løgfrøðiligu verju, sum eitt yrkisfelag
tryggjar sínum limum. Fiskimenn gjørdust við hesum undan
gongumenn í organiseringini av føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Nøkur ár seinni fingu teir fylgi av arbeiðsmonnum á Tvøroyri
og í Tórshavn og soleiðis komu fiskimenn og løntakarar á landi
at gerast partar av eini heimsfevnandi rørslu, sum enn tann dag
hevur til endamáls at tryggja sínum limum manssømilig lívskor.
Týdningurin av hesum kann ikki yvirmetast.
Tað er fastur táttur hjá Føroya Fiskimannafelag at halda lands
fund millum jól og nýggjárs, tá ið flestu fiskimenn eru heima.
Fundurin í ár varð hildin í Norðurlandahúsinum í gjár, og
felagsformaðurin, Óli Jacobsen, hevur lagt fram ársfrágreiðing
felagsins fyri farna ár. Á hvørjum ári letur felagið skriva og prenta
snotuligan bókling, sum er ársfrágreiðingin fyri árið, sum fer.
Felagsformaðurin, Óli Jacobsen, hevur tveir merkisdagar í leiðslu
FF´s nú 1. januar komandi ár. Tað eru liðin 40 ár, síðan Óli á fyrsta
sinni varð valdur í felagsstjórnina í Føroya Fiskimannafelag sum
sýsluformaður fyri Eysturoyar sýslu – og somuleiðis eru liðin
35 ár, síðan hann varð valdur til felagsformann. Øll hesi ár
hevur Óli Jacobsen leitt felagið við stórum hegni, myndugleika
og dirvi. Tað er ikki ov nógv sagt, at hesi árini hava fiskimenn
vunnið stórar sømdir og hava fingið ta virðing og viðurkenning,
sum henda samfelagstætt hevur uppiborið. Óli er kanska ikki
samdur við okkum í hesum, tí hann setir alla tíðina nýggj og
stór mál. Í hansara hugaheimi kemur eitt yrkisfelag ongantíð á
mál, tí málini mugu alla tíðina stillast eftir teimum sera skjótt
skiftandi samfelagsviðurskifunum. Fiskimenn eiga í Óla ein
góðan talsmann. Hóast hann mangan er bersøgin og enntá kann
tykjast harðligur, hevur hann vunnið flestu og størstu sigrarnar
við samráðingarborðið. Hetta er væl tað besta, ið kann verða
sagt um ein fakfelagsleiðara.
Men Óli er eisini samfelagsdebattørur og hevur mangan við
sínum hvassa penni og sterku og greiðu sjónarmiðum sett
fokus á skeivleikar í samfelagnum. Og sum formaður og
samfelagsdebattørur hevur Óli mangan staðið í andgletti og
fingið manga skoluna omanyvir seg frá teimum harðmæltu
á samfelagsins uttastu politisku veingjum. Hetta er ein
ótakksamur og einsamur leiklutur, sum Óli hevur átikið
sær. Hinvegin hevur tað avgerandi týdning fyri fólkaræðið
og framsøgufrælsið, at nøkur fólk hava dirvið og áræði
at átaka sær henda ótakksama leiklut. Ein kundi ynskt, at
fleiri høvdu sama dirvið og sama seiggið. Fiskimenn og
føroyingar yvirhøvur hava formanni Fiskimannafelagsins
gjøgnum 35 ár nógv fyri at takka, og vit her á blaðnum
ynskja bæði felag og formanni tillukku og góðan byr.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Merkisdagar hjá
fiskimonnum
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vit eru komin til ársenda og kunnu nú
líta aftur á eitt hendingaríkt ár. Úti í heimi
hava kríggj, ófriður og vanlukkur oftta
staðið ovast á breddanum. Vit eru í so
máta sloppin hampiliga væl í Føroyum,
hóast okkurt nosið hevur verið. Hóast
búskaparliga støðan kundi verið
betri, hevur árið sum heild gingið væl.
Fiskaprísirnir lagaðu seg hampiliga væl
sum leið út á árið og flestu hendur hava
arbeiði. Politiskt er eisini nógv hent, sum
kann fáa stóran samfelagsligan týdning
sum frálíður.
Í skrivandi stund eru nýggjárshagtølini
ikki kend, og tí ber ikki til at siga, hvussu
statt er hjá høvuðsvinnuni. Tó ljóðar, at
hjá flakavirkjunum hevur ikki gingið
væl, og nógv fiskavirki hava trupult
við at fáa endarnar at røkka saman.
Fiskaprísurin er høgur og kappingin
frá útlendskum fiskakeyparum er stór.
Kapping er góð, verður oftast sagt, og
førosykir fiskakeyparar vilja sjálvandi
eisini vera við í hesi kapping. Kappingin
var ikki „fair“, men roynt hevur verið at
steðga proforma-sølunum í árinum.
Hvussu skipini hava klárað seg er ikki
greitt, men eftir eini grein í blaðnum
hósdagin at døma, og sum hagtølini hjá
Fiskimannafelagnum prógva, gongur
ikki væl hjá pørtum av flotanum.
Hugsað verður her um línuflotan.
Ísfiskalínuskipini hava ikki fingið nógv
burturúr, og manningarparturin er komin
so langt niður, at tað loysir seg næstan
ikki at vera við. Tað er harmiligt, tí
línufiskiskapurin skuldi verið góður
fiskiháttur, tá tað snýr seg um góðsku og
burðardygd. Betri er gingið hjá smærru
og størru ísfiskatrolarunum, eins og
hjá flakatrolarum og nótaskipunum,
sum hava sett met hvat inntøku hjá
fiskimonnum viðvíkur.
Politiskt hevur árið verið merkt av
týðandi lóggávu, tá tað snýr seg um
ríkisrættarligu støðuna. Í semju við
danir hava vit fingið eina yvirtøkulóg,
sum lættir um mannagongdina, tá mál
skulu yvirtakast. Harafturat kemur
uttanríkispolitiska heimildarlógin, sum
gevur okkum víðari ræsur í altjóða høpi,
og tá tað um snýr seg um at gera avtalur
við onnur lond.
Í hesum málum hevur andstøðan, sum
hon eisini skal, sett stór spurnartekin.
Serliga hevur andstøðan funnist at
uttanríkispolitisku heimildarlógini. Uttan
iva hevur andstøðan rætt í summum
atfinningum, men í komandi tíðum
sleppur so heimildarlógin so at standa
sína roynd.
Hóast tað mangan leikar hart á millum
samgongu og andstøðu, slepst ikki
uttan um at staðfesta, at vit hava fingið
rættiliga støðug politisk viðurskifti.
Tað skuldi givið landsstýri og løgtingi
høvi at hugsa um onnur samfelagslig
viðurskifti enn afturvendandi toganina
um ríkispolitisku støðuna.
Nógv tøk eru eftir at taka, tí øll liva
ikki á sólsíðuni, og tíverri tykist
gjógvin ímillum samfelagsbólkarnar
ikki at minka. Tíverri drukna nógvir av
teimum grundleggjandi spurningum
um livikor og lívsinihald í øllum
tosinum um tunnlar og einksiljingar.
Her eiga okkara fólkavaldu at taka
annað skinn um bak.
Við hesi ámming ynskja vit øllum
Føroya fólki eitt gott og eydnuríkt
nýggjár.
Væl er vignast og stór tøk tikin
Sosialurin