fríggjadagur 30. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2005
9
- Tað grør um gang
andi fót. Tað eru
nógv positiv tekin,
sum siga okkum,
at vit nú eru ávegis
uppaftur aftaná
á trý tey seinastu
laku árini sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
vinnumálum, nú árið
er farið at halla og vit
stevna móti 2006
Farandi og
komandi árið
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hann vísir á, at alingin er um
at fóta sær aftur. Tøkan við
endan av 2006 verður millum
15.000 og 20.000 tons. Við
endanum av 2007 kanska
30.000 tons og væntandi
meira árið aftaná.
Landsstýrismaðurin sær
fyri sær bjartari tíðir á nógv
um økjum. Tað eru greið
tekin um, at fiskiskapurin
er á veg uppeftir samstundis
sum at alivinnan er við at
fóta sær, og at príslegan
alsamt hækkar. Oljuprísirnir
eru stagnerandi og fara helst
at lækka nakað. Kappingin
millum peningarstovnarnar
harðnar. Hetta ger, at brúkarin
fær fleiri midlar at ráða
yvir, og at peningarenslið
samfelagnum fær eina salt
vatnsinnspræning.
Minkandi arbeiðsloysi
Bjarni Djurholm vísir eisini
á aðra hepna gongd í sam
felagnum, nevniliga støðuna
á arbeiðsmarknaðinum.
- Arbeiðsloysið hevur ver
ið minkandi seinnu helvt
í ár, inntøkunar hjá lands
kassanum eru nú á veg upp
eftir. Hóast niðurgongd í
fiskiskapinum, so eru sum
nevnt fleiri hendur komnar
í arbeiði. Tað kemst av, at
samfelagsbúskapurin ikki er
so einstáttaður, sum mangan
sagt.
Omanvert 90% av okkara
vøruútflutningi stavar fram
vegis frá vørum, men vit eiga
at leggja okkum í geyma, at
vøruútflutningurin neyvan
gevur samfelagnum meira
enn gott 60% av samlaðu
inntøkunum. Tvs. at út við
40% stava frá øðrum. Vit
vita, at danski statstuðulin
gevur samfelagnum eini
16%. Hini 24 - 25% stava
frá tænastum av ymiskum
slag, og hetta er í vøkstri.
Vísandi til minkingina í
arbeiðsloysinum farna árið,
eru ábendingar um, at okkara
búskapur er minni heftur av
høvuðsvinnuni í mun til
áður, og er tað sera positivt.
Hetta hava vit væntað í
Vinnumálaráðnum farnu
árini. Nú sær tað so út til,
at gongdin er handa vegin
sigur landsstýrismaðurin og
heldur fram:
- Vísandi til væntaða
vøksturin í alivinnuni,
kappingina millum bankar
nar, øktan fiskiskap, betraðar
prísir, eina alsamt meira
diverfiseraða heimavinnu
og ikki at gloyma væntandi
positivu úrslitini fyri kom
andi oljuvinnu, so síggi eg
ljóst uppá framtíðina.
Hann sigur víðari, at
landsstýrið arbeiðir miðvíst
við eini tryggari einskilj
ingartilgongd, sum fer at
orsaka, at tað almenna verður
skuldarfrítt um fá ár, og at
almennu Føroyar av somu
orsøk fara at megna at stuðla
framtíðar gransking, styrkja
undirvísingarverkið og ikki
minst fara at menna og
útbyggja almannatænastur á
eldraøkinum, so tað verður
gott at vera gamal í Føroy
um. Tí sær hann ljóst uppá
framtíðina.
- Førdi politikkurin fer at
bera góða frukt. Viðvíkjandi
oljuleitingunum næsta ár,
vænti eg, at vit fara at vera
positivt yvirraskað. Tað eri
eg meira sannførdur um nú
enn áður.
Broytingar
Bjarni Djurholm sigur víð
ari, at henda samgongan/
landsstýrið hevði eina álvars
liga uppgávu fyri stavn um
ársskiftið 2003/04, tá tað kom
undan kavi, at fíggjarlógin,
sum tá lá í løgtinginum við
einum yvirskoti upp á 100
mio kr, vísti seg at enda við
reellum halli uppá 200 mio
kr. Tvs. ein munur uppá 300
mio kr skeiva vegin. Hetta
var so útgangsstøðið fyri
hesa samgonguna.
- Vit hava tí roynt av
øllum alvi at fáa útreiðsl
urnar at javnviga við inn
tøkurnar uttan at bremsað
verður so harðliga, at sam
felagið støðgar. M.a. hevur
landsstýrið lagt alla orku í
at gera broytingar í skatta
skipanini so løntakarar ikki
kenna byrðuna ov stóra og at
vit kunnu halda fast við eitt
peningarensl í samfelagnum,
sum kann tryggja, at so nógv
ar hendur eru í arbeiði sum
gjørligt.
Alternativið kundi verið,
at fólk rýmdu av landinum til
stóran skaða fyri samfelagið
alt. Prísurin hevur verið,
at vit í fyrstu atløgu hava
havt minkandi inntøkur til
landskassan, men vit hava
verið sannførd um, at landið
fór at vinna henda missin
aftur upp á sikt, og fer tað
óivað at vísa seg næsta ár.
Tí er tað mín niðurstøða, at
politikkurin hjá landsstýr
inum/samgonguni nú fer
at bera frukt. At tað fer at
grøða um gangandi fót.
Grør um
gangandi fót
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður sær bjart uppá framtíðina
Tollaksmessudag er vanligt at
jólahugni verður fyriskipaður
fyri teir, sum vanliga hittast í
Undirhúsinum í Havn.
Soleiðis varð eisini gjørt
í ár, og ”traditionen tro” so
fingu teir um 40 menninir
vitjan av Dupultkvartettini
í Ebenezer aftur í ár. Hesa
løtuna sungu teir einar 7
sangir, sum hugtóku hesar
menninar.
Afturvið góðum sangi
hugnaðu teir allir sær við
kaffi, køkum og tí, sum
hoyrir einum slíkum jóla
hugna til.
sb.
Dupultsangur og jólahugni
Teir duga at hugna sær, hesir
menninir sum so trúfast ganga í
Undirhúsið
Mynd: Jan Müller
Dupultkvartettin setti sín serstaka dám á hugnaløtuna í
Undirhúsinum