fríggjadagur 30. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 251 - 30. desember 2005
Hjá Hans Paula
Strøm hevur brátt
farna árið verið
óguliga hendingaríkt
og úrslitaríkt og
næsta ár verður ikki
minni hendingaríkt
Árið ið fór
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, lítur aft
ur um bak og skal meta
um árið sum er um at fara,
hevur hann eitt sera virkið
og hendingaríkt ár at líta
aftur á.
Og tá ið hann lítur fram
eftir, sær hann eitt ár fyri
sær, sum ikki verður minni
hendingaríkt.
Av øllum landsstýris
monnunum, er Hans Pauli
Strøm tann, sum umsitur
nógv tann størsta partin av
tí, sum hvørt ár verður játtað
á landsins fíggjarlóg.
Og eftirsum hann umsitur
alt, sum eitur almannamál
og alt, sum eitur heilsumál,
fevnir hann sostatt um eitt
málsøkið, sum er so vítt
fevnt, at tað rørir við so
at siga hvørt einasta heim
í Føroyum og onkusvegna
eisini við at kalla hvønn
einasta føroying.
Men tað er kortini synd at
siga, at almanna- og heilsu
málini eru tey, sum fylla mest
í føroysku fjølmiðlunum, utt
an tá ið talan er um gølur og
kreppur.
Nú árið er farið at halla,
hava vit spurt Hans Paula
Strøm, hvørji mál, hann hev
ur loyst hetta seinasta árið
og, hvørji mál eru í umbúna
at loysa í árinum, sum skjótt
kemur.
Og tað er skjótt at ásanna
at tað eru nógv stórmál, sum
eru loyst, ella í hvussu so
er, loyst úr lagdi í hesum
árinum.
Og næsta ár, verður ikki
minni hendingaríkt hjá lands
stýrismanninum í almanna-
og heilsumálum.
Bæði børn og gomul
Eitt tað størsta ódnartakið,
sum er avgreitt í ár, er
nýggja barnaforsorgarlógin,
sum tað hevur verið ómeta
liga torført at finna semju
um. Men síðani lógin varð
samtykt í vár, hevur umsit
ingin í almanna- og heilsu
málaráðnum arbeitt at kalla
hvønn dag við at seta øll tey
tiltøk í verk, sum lógin ber
við sær, ikki minst hevur tað
kravt nógva arbeiðssorku at
skipa barnaverndarøkini.
Á barnaøkinum er eisini
nýggj lóg sett í gildið um
børn við serligum tørvi,
soleiðis at børn við ser
ligum tørvi skulu hava
somu sømdir sum onnur á
dagstovnum. Men fyri børn
við heilt serligum tørvi skal
ein nýggj stuðulsskipan ger
ast.
Hans Pauli Strøm fegnast
eisini um, at nýggj lóg um
fyribyrgjandi heilsutænastur
fyri børn og ung er sett í
verk.
Børn við serligum tørvi
hava eisini fingið tveir nýggj
ar stovnar. Annar stovnurin
er Reiðrið í Eysturoy, sum
er ein stovnur til fjølbrekað
børn og hin er ein stovnur
til børn við psyko-sosialum
trupulleikum, ella børn
við serligum tilknýtingar-
trupulleikum og tað fer nú
ígongd.
Í hinum endanum er ein
nýggj tørvskanning gjørd
um, hvussu stórur tørvur er
á eldrabústøðum av ymsum
slagi, samstundis er nýggj
lóg samtykt um stuðul til
eldrasambýli.
– Harafturat er útgjaldið
úr samhaldsfasta økt nokk
so fitt fyri fyrstu ferð í nógv
ár.
Umfatandi broytingar
á heilsuøkinum
Eitt annað stórmál, sum
hevur verið til viðgerðar
í nógv ár, er spurningurin
um ílegugransking. Nú er
tað so eydnast at fáa eina
lóg um ilegugransking,
har tað eisini skal skipast
eitt ílegusavn, sum skal
slóða fyri, so at tað ber
til at fara ígongd við eina
ílegugransking í Føroyum
útfrá ættartalvum.
Næsta ár er so ætlanin at
byggja sjálvt ílegusavnið
upp við ættarbandsskrá,
diagnosuskrá og einum
blóðbanka.
Í heilsuverkinum er eisini
tann stórhending hend, at
nýgg sjúkrahúslóg er sett
í gildið, har ein broyting
er, at sjúkrahúsráðini eru
avloyst av einum felags sjúk
lingaráði, sum eina og aleina
skal røkja áhugamálini hjá
sjúklinginginum.
Samstundis er økis
psykiatri sett í verk, eins
og gongd er fingin á
sosialpsykiatri. Eisini eru
diabetis-ambulatorium sett
á stovn á øllum trimum
sjúkrahúsunum.
Á Landssjúkrahúsinum er
eisini eitt palliativt toymið
segg á stovn. Tað er eitt
toymið, sum skal geva
doyggjandi sjúklingum heilt
serliga linnandi viðgerð og
umsorgan.
Á øllum trimum sjúkrahús
unum er røntgenøkið talgilt
og næsta ár er so ætlanin at
skifta sjálv røntgentólini.
Heilsupolitikkur
í hásæti
Eisini á heilsupolitiska øki
num eru stór mál framd.
Nýggj tubbakslóg er sett í
gildið sum ber í sær 18 ára
aldursmark fyri at keypa
tubbakk, umframt avmark
ingar í marknaðarføringini av
tubbaksvørum. Somuleiðis
er tað nú ólógligt at roykja
á almennum støð
– Endamálið við tubbaks
lógini er yvirhøvur at avmark
að rásarrúmið hjá roykjarum
og ikki minst er endamálið
at avmarka tilgongdina av
ungum roykjarum
Samstundis er skjøtil
settur á eitt heilsuátak fyri
skúlabørn við vatni og
heilsugóðum kosti í skúla
num. Men Hans Pauli Strøm
heldur ikki, at tað skal
forsmáast, at fólkaheilsu
renningar hava tikið seg
ymsastaðni í landinum.
Hans Pauli Strøm umsitur
eisini javnstøðumál í lands
stýrinum og hann fegnast
um, at hann hevur fingið
undirtøku fyri at skipa
eina tvørpolitiska nevnd,
sum skal arbeiða fyri størri
kvinnuligari umboðan í
kommunu- og landspoli
tikki.
Hann vísir eisini á, at í
ár eru 16 ymsar kunngerðir
settar í verk, sum hava
manglað.
Tað ljóðar kanska ikki
av so nógvum, men tað
kostar nógva arbeiðsorku
og veruleikin er, at bæði
Landsgrannskoðarin og løg
tingsgrannskoðararnir hava
hava ferð eftir ferð átalað
almanna- og heilsumálaráðið
fyri at hesar kunngerðir
hava manglað, sigur Hans
Pauli Strøm.
Eisini hendingaríkt
2006
Hevur hetta árið verið hend
ingaríkt, verður komandi ár
tað ikki minni.
Eitt nú er ætlanin, at vit
skulu hava eina nýggja
vanlukkutryggingarlóg. Tað
er somuleiðis eisini ætlanin
at leggja uppskot fyri løg
tingið um heimleys.
Harafturat er eisini enda
málið at gera eina serliga
fólkaheilsuætlan.
Eitt stórt mál, sum ætlan
in er at arbeiða miðvíst
við, er bústaðarpakkin, har
endamálið er at umskipa
Húsalánsgrunnin og íbúðar
grunnin, eins og ætlanin
er at gera nýggja lóg um
luta-íbúðarfeløg og nýggja
leigulóg.
– Eg vænti kortini ikki,
at vit verða liðug við hetta
næsta ár, men vit fara at
leggja stóran dent á hetta
økið næsta ár.
Heilsuverkið
á breddan
Eisini í heilsuverkinum eru
stórar ætlanir.
Hans Pauli Strøm sigur,
at ætlanin er eisini at gera
eina nýggja sálarsjúkulóg,
sum skal avloysa tað gomlu
lógina, sum er elligomul
og ótíðarhóskandi. Ætlanin
er eisini at avtaka lokalu
sjúkrakassarnar og at skipa
eina felags sjúkrakassa. Í tí
sambandi er eisini ætlanin
at broyta tilskotsskipanina
til heilivág, so at tey, sum
brúka nógvan heilivág, skulu
sleppa bíligari, samstundis
sum at tey, sum sjáldan
brúka heilivág, koma at
gjalda eitt sindur meir.
Ætlanin er eisini at leggja
upp til eitt orðaskifti um
eitt framtíðar heilsuverk,
serliga nú ein stórur partur
av landinum verður sam
anbundin við vegum og
tunlum. Ætlanin um eina tal
gilda sjúklingaskrá verður
væntandi eisini sett í verk.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at ætlanin er eisini at
leggja eina virkisætlan
fyri brekað og í tí sam
bandi verða ásetingar um
atkomumøguleikar og annað
hjá brekaðum. Harafturat er
ætlanin at seta á stovn eitt
heim fyri autistar í klaksvík
heilt skjótt og í Havn er
ætlanin at gera heim fyri
sálarsjúk, sum eru so illa
fyri, at tey kunnu ikki vera
í egnum bústaði ella í sam
býli.
Somuleiðis er ætlanin
at arbeiðsbólkarnir, sum
arbeiða við eftirviðgerð,
rehabilitering og uppvenjing
av sjúklijngum, sum hava
havt heilabløðing og blóð
tøpp, sjúklingum við gikt,
spastikarum os.fr.
– Tilboðini til teir bólk
arnir eru ikki nøktandi
og ætlanin er at koma við
einum tilmæli um, hvussu
hetta økið skal skipast.
– Tað er eisini at gera eitt
upprit um, hvussu eldraøkið
skal skipast í framtíðini. Ì
sambandi við spurningin um
fosturtøku, ætlar Hans Pauli
Strøm eisini at seta eina
serliga kvinnuráðgeving á
stovn, har kvinnur, sum eru
við barn, kunnu leita sær
ráðgeving og hjálp, bæði á
sosiala og kanska eisini á
sálarfrøðiliga økinum.
Eitt sera hendingaríkt ár - og
næsta ár verður ikki slakari
Hans Pauli Strøm hevur nógv tað størstu játtanina á fíggjarlógini og hann umsitur eisini eitt málsøki, har hann onkusvegna rørir
við so at siga hvørt einasta heim og hvønn einasta føroying.Vit hava biðið hann líta aftur um bak eftir árinum og fór og frameftir
eftir árinum, ið kemur