fríggjadagur 30. desember 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 30. desember 2005
7
- Jú, tað er strævið at
reka ein handil í dag.
Men tað ber hóast
alt til, sigur Hervør
Hansen, sum rekur
Matvørubúðina í
Nólsoy.
Handil
Orð/mynd: Snorri Brend
Nólsoy: At hava handil í
heimbygdini er ikki nÝtt
fyri Hervør.
Abbi hennara byrjaði á
sinni við handli, sum pápi
hennara síðani yvirtók.
Og Hervør hevur tí alla
tíðina kunnað fylgt við,
hvussu handilin hevur ment
seg so líðandi.
Herfyri bar tað so til, at
Hervør tók yvir raksturin av
hesum handlinum.
- Ja, tú kanst spyrja, hví eg
tók yvir handilin eftir pápa
mín.
Men tey vóru vorðin eldri,
og nú var ynski um at eitt
nýtt ættarlið tók við, sigur
Hervør Hansen.
Hon tók so hetta stigið,
og gjørdist fyrr í summar
eisini limur í søluketuni hjá
Samkeypi.
Kundarnir fáa tí eisini
lut í teim somu tilboðunum
sum aðrir Samkeyps-kundar
hava. Og tað er ikki frítt, at
ein eisini sær fólk ganga
við teim eyðkendu gullittu
posunum hjá ketuni.
Eitt stað
Hóast Matvørubúðin í
Nólsoy húsast í avmarkaðum
hølum, so sæst hetta ikki aftur
í úrvalinum av vørunum.
Her fæst nevniliga ein
stórur partur av teim dagligu
vørunum, sum eitt húski
hevur brúk fyri. Men her
finst eisini so mangt annað.
Ein skal ikki hava hugt
seg leingi um, fyrrenn ein
sær, at her er nærum alt at
fáa á einum og sama staði
- frá nálum til penslum,
eins og gávulutir og annað
í hópatali.
Umframt alt hetta so virk
ar handilin eisini sum eitt
sølustað av teimum vørunum,
sum fáast til handkeyp í
einum apoteki. Og haraftrat
er Matvørubúðin eisini sum
ein Snarskiva fyri Tórshavnar
kommunu, har m.a. faldarar
og annað kunnandi tilfar í
tí sambandinum liggur
frammi.
Men tað er kortini fyrst
og fremst matvørurnar, sum
fólk koma inn í handilin at
keypa.
Í bygdini búgva omanfyri
250 fólk, men um summarið
vitjar rættiliga fitt tal av
ferðafólki í bygdini.
At ferðafólkini eru her,
sæst sjálvandi eisini aftur
hjá okkum, sigur Hervør.
Her fæst alt á einum staði
Birita Petersen hevur arbeitt í handlinum í eina tíð
Heimamissiónin: Vikuskift
ið 3. til 5. februar verður
skipað fyri fyrstu beinleiðis
mansleguni hjá hesi missi
ónsrørsluni. Tiltakið verður
í Gjáargarði norðuri við
Gjógv.
Á leguni verða nógv spenn
andi evni tikin upp sum eru
viðkomandi fyri mannfólk.
Og tí verður sjálvandi vónað,
at legan verður fullteknað.
Byrjað verður fríggja
kvøldið við evninum um
samleikan hjá mannfólki.
Her verður m.a. nortið við,
um allir menn skulu líkjast
Arnhold Schwarseneger?
Morgunin eftir verður
lagt til brots við at býta lut
takarnar sundur í teir giftu og
teir ógiftu. Hetta verður gjørt
í sambandi við undirvísingina
um ábyrgdina hjá manninum
í heiminum, kirkjuni og í
samfelagnum. Her verður
eisini nortið við, hvussu ein
góður maður ella pápi eigur
at vera.
Um kvøldið verða freist
ingarnar tiknar fram, sum
kunnu møta monnum í dag.
Her verður serliga hugsað
um girnd, pening og vald.
Seinnapart sunnudag endar
so henda legan.
Henda fyrsta manslegan hjá
Heimamissiónini vendir sær
til menn sum eru umleið 20 ár
og til teir sum eru um 45 ár.
Undirvísarar á mansleguni
verða
sóknarpresturin,
Bergur D. Joensen og Trev
Gregory, sum hevur verið
tríggjar ferðir í Føroyum
áður. Hann er væl kendur av
ungum føroyingum, tí hann
hevur skipað fyri stórum
kristnum ráðstevnum, har
fleiri føroyingar hava verið
við tey seinnu árini, m.a.
vóru 140 føroyingar við á
eini av hesum legunum í
Týskalandi.
sb.
Krabbamein: Mánadagin
23. januar Krabbameins
felagið øllum røktarstarvs
fólkum, sum eru um
kvinnur, sum eru raktar av
krabbameini, á skeið í húð-
og andlitsrøkt, og hvussu
ein leggur make-up.
Á hesum skeiðnum er
ætlanin at geva hugskot,
íblástur og hjálp til at stuðla,
vegleiða og hjálpa hesum
raktu kvinnunum at varðveita
útsjóndina og kenna seg væl.
- Vit vita, at krabba
meinsviðgerð við t.d.
kemoterapi og strálum
ávirkar útsjóndina, og er
við til at geva eina broytta
kroppsuppfatan.
- Hetta kann hava við
sær, at kvinnan møguliga
kennir seg meira sjúka, enn
hon í veruleikanum er, vísir
felagið á.
Kanningar runt um í
heiminum vísa eisini, at fleiri
kvinnur, sum eru raktar av
krabbameini, og sum fáa
eftirviðgerð við kemoterapi
og strálum, styrkja sjálvsálitið
um tær fáa upplæring og undir
vísing í at røkta teirra útsjónd
við góðari húðrøkt og make-
up.
- Hetta ger eisini at tær
kenna størri vælveru. Í teim
um førum har kvinnan ikki
hevur orku til at taka sær av
hesum sjálv, hevði tað verið
ynskiligt, at røktarstarvsfólkið
hevði førleika og vísti áhuga
í at hjálpa og ráðgeva við
hesum, vísir felagið á.
Undirvísari á skeiðnum
verður Elsa í Garði, kos
metologur. Nevnast kann,
at eitt líknandi skeið sum
hetta verður hildið í februar
mánaði fyri kvinnur við
krabbameini.
sb.
Íblástur til andlitsrøkt
av krabbasjúkum
kvinnum
Skulu trúgvandi menn
líkjast Schwarzeneger
Gjáargarður verður karmur um fyrstu
mansleguna hjá Heimamissiónini