fríggjadagur 30. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 251 - 30. desember 2005
Bara njóta tað og slappa av
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Verndarbrillur
eins nátúrligar
og trygdarbelti
At nýta verndarbrillur í
samband við fýrverk hev
ur so avgjørt nakað við
heilsu at gera. Tað eru
ikki so fáar vanlukkur,
sum hvørt ár standast
av at verndarbrillur ikki
verða nýttar.
Verndarbrillur áttu
at verið eins náturligar
at brúkt og trygdarbelti
í bilum ella hjálmur, tá
man súkklar, sigur norska
”Blindeforbundet” í tíð
indaskrivi. Samstundis
verður gjørt vart við, at
brillurnar eiga at vera bí
ligar, smartar og lættar at
fáa hendur á.
Læknar á eygnadeildini
á universitetssjúkrahúsi
num í Haukeland høvdu
ynskt, at tað var eitt krav,
at øll nýttu verndarbrillur
í sambandi við fýrverkarí
á nýggjárinum. Roknað
verður við, at umleið 100
fólk í Norra fáa skaða av
fýrverki.
Kelda: Aftenbladet
Tíð er ein mangulvøra
hjá flestu okkara í
dag. Í stremban okk
ara eftir tí vit halda
er tann optimala
lukkan, við succes
í arbeiðinum, á
heimafrontinum og
í sosialari samveru
við onnur, er tað ikki
pláss fyri bara at
njóta tað og slappa av
Lívsstílur
Dagliga síggja vit reklamur,
sum vísa okkum vegin til
lukku. Ofta er tað okkurt,
ið vit áttu at fingið okkum,
men sum vit hóast alt ikki
hava tørv á. Tað kann vera
so mangt, sum t.d. nýggj
an bil, nýggjar møbar ella
okkurt nýtt tekniskt tól, sum
kann lætta um í gerandis
degnum.
Vit seta sera stór krøv til
tilveruna og skulu klára tað
heila, fáa góða útbúgving,
gott starv, røkja familju og
vinir og ikki minst okkum
sjálvi og okkara egnu væl
veru.
Men nútímans sálarfrøðilig
gransking staðfestir, at tað
eru ikki pengar ella lutir,
ið gera okkum lukkulig.
Ein stuttur samandráttur
av nýggjari gransking vísir
m.a., at í samband við lukku
og at vera nøgdur, at t.d.
útbúgving, og intelligens
gera ongan mun, økonomiska
støðan ger lítlan mun, tey
ríku eru ikki meira lukkulig
enn tey við minni pengum.
Eisini vísir granskingin,
at hvørki av kynunum eru
meira lukkulig enn annað.
Tað er staðfest, at tey
ymisku signalevnini í heil
anum eru tengd at uppliv
ingini av positivum og nega
tivum kenslum. Serliga
signalevnið dopamin, sær út
til at vera av stórum týdn
ingi fyri upplivingina av
lukku. Við nútímans heila
skanningartøknini, FMRI
(Functional
Magnetic
Resonance Imaging), vísa
granskarar á, at positivar
kenslur m.a. aktivera vinstra
part av heilanum, meðan
negativar kenslur í størri
mun aktivera høgra part av
heilanum.
Tey flestu kenna ivaleyst
til, at eftir ein sera góða
uppliving, fáa vit eina
ovurhonds sterka kenslu,
sum tekur yvirhond frá
tíð til aðra - men hví varar
henda kenslan so stutt? Tað
er ivaleyst meiningin, at
hendan sterka kenslan av
lukku skal vara so stutt, hon
er slag av virðisløn, vit fáa
sum eitt innvortis ”rush” av
positivum signaevnum, sum
samstundis tvingar okkum
víðari í lívinum.
Tíð er ein mangulvøra
Tíð er ein mangulvøra hjá
flestu okkara í dag. Í stremban
okkara eftir tí vit halda er
tann optimala lukkan, við
succes í arbeiðinum, á heima
frontinum og í sosialari sam
veru við onnur, er tað ikki
pláss fyri bara at njóta tað
og ”slappa av”. Vit verða
díkt undir við dreymum um
alt tað vit skuldu átt, skuldu
gjørt ella uppliva.
Vit hava ov lítið av tíð og
í nógvum førum ov stórar
vónir. Lukka handlar í stóran
mun um, hvussu vita taka
tað, og hvussu vit hava tað,
siga tey, ið granska í lukku
og vælveru.
Evnini til at síggja ljóst
upp á tilveruna, eru í ein
vissan mun arvafrøðilig
(genetisk). Nøkur okkara
síggja út til at vera fødd
við teimum eginleikum at
síggja tær positivu síðurnar
av lívinum, meðan onnur
eru meira svartskygd. Men
hendingar í lívinum og
umhvørvið vit liva í, hevur
eisini stóran týdning, eru
flestu granskarar samdir
um.
Lukkan snýr seg í ein
vissan mun um, hvussu
vit síggja upp á fortíðina
og framtíðina. Felags fyri
tey flestu okkara er, at vit
hava tey evni at hava eina
positiva mynd av fortíðini og
vit vænta og vóna tað besta í
framtíðini. Tey sum eru glað
og vælnøgd hava ofta góðar
vónir til framtíðina.
Nógv týður upp á, at fólk
ið eru lukkulig og nøgd
við tilveruna, eru munandi
minni sjúk enn tey sum eru
dapurskygd. Eisini vísa kann
ingar, at optimistisk lívs
áskoðan kann t.d. fyribyrgja
høgum blóðtrysti, diabetes
og øðrum sjúkum. Ein frá
greiðing er, at positivar
kenslur kunnu gera at hor
monið ”cortisol”, eitt hor
mon sum m.a. kann niður
bróta immunverjuna, sjáldan
kemur fyri hjá lukkuligum
og væl nøgdum fólki.
Fyri at finna lukkuna snýr
tað seg fyrst og fremst um
at finna sín egna formil fyri
lukku. Ein og hvør kann
finna sín egna veg til lukku
her í lívinum, men nýggj
gransking vísir m.a. at sam
vera við familju og vinir
hevur stóran týdning. Eisini
hevur tað stóran týdning at
seta sær nakað fyri og at
megna at loysa lívsins truplu
umstøðirnar og at seta prís
upp á tað positiva í lívinum.
Tað andaliga hevur eisini
týdning í hesum samanhangi,
at vita hvaðani vit koma, og
hvagar vit fara.
Kelda: Sunnhetsbladet
Ráð um lukku og nøgdsemi
• Set prís upp á tað góða í tilveruni. Skriva niður tað
sum tú ert takksamur fyri
• Brúka tíð upp á familju og vinir
• Legg eina ætlan fyri at takla stress og aðrar
trupulleikar
• Ver hjálpsamur og vinarligur
• Legg til merkis lívsins smáu gyltu løturnar
• Set tær smá mál í gerandisdegnum
• Brenn fyri onkrum tú kanst seta í verk
• Lær at fyrigeva, eisini fyri tína egnu skyld
• Fá meining í tilveruna við t.d. at finna út av hvør tú
ert, og hvagar tú ert á veg
• Syrg fyri at fáa nokk av svøvni og kropsligum
aktiviteti
• Minst til at tætt samspæl er millum kropsliga og
sálarliga heilsu
Kelda: Sunnhetsbladet