fríggjadagur 30. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 251 - 30. desember 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Lækni fór illa
við børnum
Myndugleikarnir í Kili
hava tikið týska læknan
Gisele Seewald, eftir at hon
hevur viðgingið, at hon
fór illa við fleiri børnum í
sjeytiárunum.
Tann 75 ára gamla Gisele
Seewald var stjóri á einum
sjúkrahúsi í sjeytiárunum,
og hon hevur greitt
løgregluni frá, at hon gav
starvsfólkinum boð um at
viðgera óskikkilig børn
við elektriskum stoyti og
doyvandi evnum. Hon
hevur eisini viðgingið, at
ungar gentur, sum ikki vildi
hava kynsliga samveru við
ein tilkomnan mann, fingu
somu viðgerð.
Sjúkrahúsið,
sum
Gisele Seewald var stjóri
á, er í økinum Colonia
Dignidad í Kili, har nógv
týsk niðursetufólk búgva,
og fyrr í ár tók kilska
løgreglan oddamannin
hjá niðursetufólkunum og
skuldsetti hann fyri hava
gjørt seg inn á børn og
fyri at hava samstarvað við
einaræðisstýrið hjá Augusto
Pinochet, generali.
Fólk, sum einaræðisstýrið
fongslaði, hava greitt frá, at
tey vórðu flutt til Colonia
Dignidad, og at tey vórðui
illa
viðfarin,
meðan
fangavørðarnir spældu
tónleik hjá Wagnher og
Mozart.
Postboð á
hundaskeiði
Vanliga hoyra vit, at postboð
kvíða seg fyri at fara við
posti, har hundar ganga
leysir, men í Týsklandi
hevur npostverkið tikið
stig til at gera arbeiðið hjá
postboðunum tryggari.
Tiltakið byrjaði fyri fýra
árum síðani, eftir at mong
postboð høvdu kært seg
um, at tey ræddust summar
hundar. Postverkið gjørdi
tí av at skipa fyri einum
skeiði, har serkøn greiddu
postboðunum frá, hvussu
ein hundur hugsar, hví hann
kann finna uppá at bíta, og
nær hann gevur tekin um,
at hann ætlar sær at leypa
á. Sylvia Blesing, sum er
talskvinna hjá Deutsche
Post, sigur, at hesi árini
hava 80.000 postboð verið
á skeiði, og at úrslitið hevur
verið sera gott, soleiðis at
nú eru tað munandi færri
postboð, sum siga seg hava
trupulleikar av hundum.
Týska
hundafelagið
heldur, at hundaeigararnir
eiga at gera sítt til, at
postboðini fáa frið til at
røkja sítt arbeiði. Felagið
sigur, at postboðini í
Týsklandi koma altíð
til ásetta tíð, og tí eigur
tað ikki at vera nakar
trupulleiki hjá fólki at hava
hundin inni, tá postboðið
kemur við postinum.
Í Týsklandi hava postboðini
lært, hvussu ein hundur
hugsar, og nær hann vísir
tekin til at leypa á
Fáa ikki
døgurðalúr
longur
Tjóðartingið í Spania
hevur samtykt eina lóg,
sum bannar almennum
starvsfólkum at halda tann
gamla siðin at fáa sær ein
lúr aftan á døgurða ella
„siesta“, sum spaniumenn
rópa hetta fyribrigdið.
Jordi Sevilla, ráðharri í
trivnaðarmálum, sigur við
Reuter, at lógin skal gera tað
lættari hjá fólki at sameina
arbeiði og familjulív, og
hann man vita, hvat hann
tosar um, tí sjálvur eigur
hann trý børn. Harafturat
hevur broytingin stóran
samfelagsligan týdning,
tí sambært einari kanning
brúka spaniumenn bara
60 prosent av tí vanliga
arbeiðsdegnum til sjálvt
arbeiðið.
Eftir nýggju lógini skulu
tey almennu starvsfólkini í
Spania hava døgurðatíma
frá klokkan 12 til 13 eins
og aðrir evropearar og
ikki frá klokkan 14 til 16
sum higartil. Jordi Sevilla,
ráðharri, sigur, at við
broytingini kunnu fólk fara
til hús klokkan 18 og ikki
sum nú klokkan 20.
Stjórnin
sigur
seg
vóna, at tey privatu
arbeiðsplássini fara at gera
tað sama sum tey almennu,
men nógvir spaniumenn
eru ímóti broytingini, tí
teir vilja fegnir varðveita
døgurðalúrin heldur enn
at koma tveir tímar fyrr til
hús um kvøldið.
Undir kalda krígnum
gjørdu russar
loyniligar rannsóknir
á Norðpólinum.
Granskararnir høvdu
fingið boð um at
beina fyri sær sjálvum
og útgerðini, komu
amerikanararnir
fram á teir
Kalda kríggið
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Meðan kalda kríggið var
upp á tað harðasta, róku
nakrir av heimsins fremstu
vísindamonnum á einum
ísflaka við Norðpólin. Hetta
vóru sovjetskir vísindamenn,
men ikki fyrr enn nú fáa vit
at vita, hvat teir tókust við.
Í einari nýggjari bók kemur
fram, at vísindamenninir
høvdu fingið til uppgávu at
kanna havbotnin kring pólin,
og at teir eisini skuldu kanna,
hvussu saltur sjógvurin har
var. Ein annar partur av upp
gávuni var at útvega meiri
vitan um ta magnetisku
ávirkanina norðuri við
pólin. Hesar upplýsingar
vóru neyðugar fyri teir
sovjetsku
kavbátarnar,
sum sigldu undir ísinum,
og kanningarnar vóru so
loyniligar, at vísindamenninir
høvdu fingið boð um at
taka lívið av sær og at
beina fyri útgerðini, komu
amerikanararnir fram á teir.
Bókin um tær sovjetsku
kanningarnar hevur vakt ans
í Noregi, tí helst er tað so, at
russar hava sera holla vitan
um havbotnin í pólhavinum,
og helst vita teir eisini, hvat
fjalir seg undir botninum.
Tað kann fáa alstóran týdn
ing, tá russar um ikki so
langa tíð ætlandi fara at
leita eftir olju og gassi har
norðuri.
-Tað vísindaliga tilfarið
er ógvuliga rúgvusmikið.
Sumt hava russar almanna
kunngjørt, men ein part vilja
teir hava fyri seg sjálvar,
sigur stjórin í fyritøkuni
Akvaplan-niva, Salve Dahle,
við Aftenposten. Hann sig
ur, at í veruleikanum er tað
rættiliga pínligt fyri Vest
urheimin, at hann ikki veit
nakað um tær umfatandi
kanningarnar hjá sovjetsku
vísindamonnunum.
Kanska er tað hendan
holla vitanin, sum ger, at
russisk vísindafólk eru
ósamd við tey, sum siga,
at ísurin í pólhavinum fer
at minka burtur í einki.
Russisku vísindafólkini vísa
á, at tá ísurin bráðnar, kemur
meiri feskvatn í sjógvin, og
tað fer at hava við sær, at vit
fáa meiri ís.
Russisk
vísindafólk
haloda framvegis til á ísinum
við Norðpólin, men nú eru
kanningarnar ikki loyniligar
longur.
Í ellivu samdøgur
róku Steven Freeman
og Mark Smith á
havinum, eftir at
bátur teirra sakk.
Í havsneyð
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Teir vóru illa á holdum
komnir, tá eitt bjargingarskip
kom fram á teir og flutti
teir á eitt sjúkrahús á einari
oyggj úti fyri vietnamesisku
strondini. Tá var tann 49
ára gamli avstraliumaðurin
Mark Smith lætnaður tólv
kilo, síðani hann var farin
úr Hongkong hálva aðru
viku frammanundan saman
við 30 ára gamla vinmanni
sínum, nýsælendinginum
Steven Freeman.
Teir báðir skuldu sigla
tann 65 føtur stóra seglbátin
úr Hongkong til Avstralia,
men teir høvdu bara siglt eitt
lítið samdøgur, tá báturin fór
at leka og sakk, skrivar AP.
Hetta hendi so skjótt, at teir
báðir menninir fingu ikki
stundir at taka nakað við sær
í bjargingarbátin.
Í samfull ellivu samdøgur
róku teir á havinum, og tostin
noyddi teir at drekka sítt
egna land. Bjargingarbáturin
vísti seg at vera sera rankur,
so hann holvdist fleiri ferðir.
Hvørja ferð endaðu teir í
sjónum, men tað eydnaðist
teimum at sleppa aftur í
bátin hvørja ferð.
Eftir at hava verið á sjúkra
húsinum í Vietnam í fimm
samdøgur, sluppu Steven
Freeman og Mark Smith hað
ani, og tað er einki at siga
til, at teir fóru beina leið til
hús.
Har kalda kríggið var kaldast
Máttu drekka landið