Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2005 17 Mladic fær pensjón Serbiska útvarpið B92 hevur nú avdúkað, at fyrr­verandi generalurin Ratko Mladic hevur fing­ ið pensjón úr serbiska ríkis­kassanum, sjálvt um krígs­brots­manna­dóm­stól­ urin hevur ákært hann fyri grov krígsbrotsverk undir borgara­krígnum á Balkan í nítiárunum. Sambært út­varpinum fekk hann pensjón so seint sum í november. ST hevur kravt, at Serbia skal taka Mladic og senda hann til Haag, sum hann kann koma fyri rættin har, men serbisku myndugleikarnir hava umborið seg við, at teir vita ikki, hvar maðurin er. Sambært tíðindunum í B92 hevur Mladic ikki tikið pengar av pensjónini sjálvur, men skyldfólk hansara hava fulltrú frá honum til at taka pengar av kontuni, sigur B92. Nú verður roknað við, at serbiska stjórnin fer at skipa eina nevnd, sum skal samskipa royndirnar at finna Ratko Mladic og aðrar serbar, sum eru eftirlýstir vegna krígsbrotsverk. Síðani Slobodan Milosevic varð útflýggjaður, hevur Serbia roynt at fáa lima­ skap í ES og NATO, men báðir felagsskapirnir hava svarað, at landið fær ikki limaskap, so leingi krígsbrotsmenn sum Ratko Mladic ikki eru tiknir og sendir til Haag. Tey flestu halda, at Ratko Mladic fjalir seg í Serbia, og sambært B92 fær hann hjálp frá fyrrverandi starvs­feløgum í serbiska herinum. Smuglaðu hunda­ hvølpar Fronsku løgreglu­menninir fingu ein hvøkk, tá teir nú um dagarnar steðgaðu einum lastbili, sum var komin úr Ungarn, tí í lastini funnu teir ikki færri enn 143 hundahvølpar. Dominique Bussereau, landbúnaðarmálaráðharri, gav alt fyri eitt løgregl­ uni boð um at seta hunda­ hvølparnar í varðhald, so teir skulu ikki smitta aðrar hundar. Nú um dagarnar fingu hvølparnir vitjan, og gesturin var eingin annar enn fyrrverandi films­ kvinnan Brigitte Bardot, ið er kend sum djóravinur burturav. Brigitte Bardot hevur javnan gjørt vart við seg, tá tað hevur snúð seg sum djóravernd. Fyrr í hesum mánaðinum fanst hon at kanadisku mynd­ ugleikunum, tí teir loyva kópaveiði. Leyva stolin Tær seinastu vikurnar hev­ur løgreglan í Gaza­ geiranum leitað eftir einari kvennleyvu, sum fýra vápn­ aðir menn rændu úr einum djóragarði. Menninir tveittu eitt teppi oman yvir leyvuna og fóru avstað við henni og tveimum papageykum, sum duga at tosa arabiskt, sigur BBC. Palestinsku myndug­leik­ arnir hava einki sagt alment um burturflytingina, men nú hevur maðurin, sum eigur djóragarðin, al­mannakunngjørt, at hann er sinnaður at rinda finningarløn fyri tey trý djórini. Myndugleikarnir siga, at teir hava alla tíð­ ina leitað eftir leyvuni og burturflytarunum, og sambært BBC eru teir vísir í, at leyvan og menninir eru í Gazageiranum enn. Kvennleyvan, sum eitur Sabrina, búði í djóra­ garðinum saman við kall­ leyvuni Fakhra, og sambært eigaranum hevur hann verið púra frá sær sjálvum av sorg, síðani unnastan varð burturflutt. Djóragarðurin í Gaza er nýggjur. Hann lat upp í oktober, eftir at ísraelsk flogfør bumbaðu tann gamla fyri einum ári síðani. UTTAN ÚR HEIMI Himmalhválvið fer at vísa okkum ymiskt áhuagvert í tí nýggja árinum, men tó einki nýtt Rúmdin Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað mest sjónliga verð­ur ivaleyst ein lutvís sólar­ myrking. Harafturat fáa vit nakrar mánamyrkingar, men tær verða ikki fullar, og at enda verður gongustjørnan Venus ljósari enn vanligt tað mesta av árinum. Sólarmyrkingin byrjar stutt fyri klokkan ellivu tann 29. mars og endar stutt fyri klokkan eitt. Serfrøðingarnir siga, at myrkingin verður av tí mesta stutt fyri klokkan tólv, og tá fer mánin at fjala umleið ein fjórðing av sólarflatuni. Longu nú verður sagt, at tey, sum ætla sær at eygleiða fyribrigdið, skulu fáa sær okkurt at verja eyguni við. Útlendskir eyg­leið­arar siga, at ein triðingur av fólk­inum hava ov lítið til matna, men norðurkoreonsku myndugleikarnir siga, at eingin líður neyð longur, og at landið hevur ikki tørv á útlendskum hjálparfólki longur Norðurkorea Árni Joensen: fartekst@mail.dk Kommunistastýrið í Pyon­ gyang hevur kunngjørt, at tað megnar at loysa all­ar uppgávur sjálvt, og ti skulu allir útlendskir hjálparfelagsskapir gevast við arbeiði sínum har á nýggj­árinum. Tey útlendsku hjálparfólkini, sum hava býtt matvørur út til fólk, hava fingið tvinnar kostir í at velja. Annaðhvørt fara tey undir annað arbeiði, ella mugu tey fara av landinum. ST-matvørustovnurin WFP sigur, at umleið átta milliónir fólk ella ein triðingur av fólkinum í Norðurkorea hava ov lítið til matna. Fyri tíggju árum síðani varð landið rakt av ringari hungursneyð, sum eftir øllum at døma kravdi meiri enn tvær milliónir mannalív, og tey seinastu árini hava altjóða felagsskapir givið umleið seks milliónum norðurkoreanum mat. Eysturríkski professarin Rudiger Frank, sum kennir Norðurkorea sera væl, sigur við týska blaðið Frankfurter Allgemeine Zeitung, at eftir hansara tykki er norð­ur­ koreanska stjórnin komin til ta niðurstøðu, at tann politiski kostnaðurin av teirri útlendsku hjálpini er størri enn tað gagn, sum fólkið fær burtur úr henni. Við øðrum orðum verða tey vesturlendsku hjálparfólkini roknað sum møguligir njósn­ arar, og tí vil landið heldur hava hjálp úr Kina og Suð­ur­ korea, men framvegis undir strongum eftirliti. Aftan á nýggjár verða tað aftur hermenn og norð­ur­ koreonsk hjálparfólk, sum fara at geva fólki mat, og endamálið við tí er at vísa fólkinum, at tað eru norðurkoreanar sjálvir, sum metta fólkið. Eygleiðarar vestanfyri halda, at norðurkoreanska avgerðin kann hava sam-band við, at bæði ST og ES funnust hvassliga at land­inum fyrr í ár. Í einari ES-frágreiðing stóð millum annað, at Norðurkorea brýt­ur mannarættindini, og at myndugleikarnir áttu at geva útlendskum hjálparfólki lættari atgongd til landið. Men atfinningarnar raktu eft­ir øllum at døma meint í Pyongyang, og nú kom svarið, skrivar Frankfurter Allgemeine Zeitung. Hjálparfólk koyrd úr Norðurkorea Norðurkorea sigur seg ikki hava brúk fyri vesturlendskum hjálparfólki, men eygleiðarar halda avgerðina vera politiska Rúmdin næsta ár Vit fáa eina lutvísa sólarmyrking í 2006