Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 251 - 30. desember 2005 Fleiri túsund við í kalendarakappingini Jónmei Jacobsen í Leirvík var hepni vinnarin av høvuðs- vinninginum, sum er eitt gávukort frá Miklagarði upp á 20.000 krónur. Fimm aðrir góðir vinningar vóru í jólakalendara- kappingini hjá Sosial- inum KAPPING Tað var ein glaður Bassi, sum í gjár legði leiðini fram við Miðlahúsinum í Vágs- botni, har hann fekk heið- urin av at trekkja teir seks vinnararnar í kappingini hjá Sosialinum. Høvuðsvinningurin var eitt gávukort frá Mikla- garði við virði kr. 20.000. Hepni vinnarin var Jónmei Jacobsen í Leirvik. Familjuferðina fyri tvey vaksin og tvey børn við At- lantic Airways við uppi- haldi á Lalandia í Danmark vann Fríðhild Jacobsen í Hvalba. Oljuna frá Shell virði kr. 10.000 vann Elsebeth Andreasen í Havn. Familjuvikuskifti í Kong- asvituni á Hotel Tórshavn fyri tvey vaksin og tvey børn umframt gávukort til Bowling Høllina, Pizzacaf- eina og Havnar Bio vann Leila Vang Haraldsen í Miðvági. 10 sodavatnskassar frá Faxe Kondi vann Eyð Jesp- ersen í Hovi. 8 kilo av Merrild kaffi frá Poul Michelsen heilsølu vann Edith Lamhague í Havn. Sosialurin ynskir øllum vinnarunum hjartaliga til- lukku og takkar øllum fyri stóru luttøkuna í kappingini - og ynskir øllum eitt gott nýggjár! Vinnararnir fáa gávu- kortini sendandi um nakrar dagar. KAPPING Umframt omanfyrinevndu kappingar hava vit eisini havt eina Kánus-kapping, har høvuðsvinningurin var ein uttanlandsferð fyri tvey við Atlantic Airways og fimm Kánus-spøl. Kánus kom á marknaðin til jóla, og tað hevur gingið sum heitt breyð. Hepni vinnarin av høv- uðsvinninginum var Agnas Mortensen á Argjum. Tey fimm, sum vunnu hvør sítt Kánus spæl, vóru: Pauli í Jansagerði í Havn Maiken Olsen í Havn Hallur Biskopstø í Klaksvík Anna Mørkøre á Velbastað Helena Svabo Ziska í Havn Agnas vann Kánus-ferðina Jóhanna Vang á skrivstovuni trekti vinnaran Kánus- kappingini Mynd: Jens Kristian Vang