fríggjadagur 30. desember 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 251 - 30. desember 2005
- Eg veit ikki hví.
Men vit sótu bara og
snøftaðu harinni í
kirkjuni. Hatta var
virkiliga ein pen
vígsla. Tey bæði,
Niels og Ingibjørg,
vóru ótrúliga vøkur.
Heldur tú ikki eisini
tað?!, segði ein kona
eftir brúðarvígsluna
seinnapartin í gjár
Brúðarvígsla
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Vesturkirkjan: Spenning
urin inni í kirkjuni er til at
merkja og kenna.
Rættiliga nógv er komið
inn í kirkjuna, og situr bert
og bíðar eftir at urgan skal
byrja sítt præludium og at
brúðarparið skal koma til
sjóndar í gongini.
Fólk práta saman um tað,
sum nú skal fara fram. Og
líkt er til, at øll eru sera spent
til hesa vígsluna.
Við eitt er tøgn í kirkjuni,
tí nú fer hurðin inn í kirkjuna
upp. Nú vantar bert tað brús
andi urguljóðið frá urguleik
aranum.
Men einki brús kemur frá
urguni, bert eitt stillisligt
lag frá urguleikaranum.
Og nú sker ein kvinnurødd
inn í kirkjurúmið við vakra
lagnum ”Ave Maria”.
Brúdleypsfólkið ress
ast við, tí nú síggjast tey
bæði vælskrýddu høvuðs
persónarnir koma inn
gjøgnum dyrnar – Ingibjørg
vinstrumegin og Niels høgru
megin.
Virðiliga koma tey gang
andi inn eftir kirkjugólvinum,
væl borin av vakra lagnum
hjá Mozarti. Tey koma nú
fram til fremsta raðið. Hann
fylgir henni á sín sess, og
hegnisliga leggur hann
brúðarslørið á sítt pláss har
framvið beinkinum.
Hann fer yvir á sítt pláss í
høgra borði. Tey standa eina
løtu soleiðis, og náa líka at
senda hvørjum øðrum eitt
eydnusamt bros, áðrenn tey
seta seg niður.
Tað gera tey so, og tað
sama ger kirkjufólkið. Lagið
hjá Mozarti er ikki liðugt
enn, so fólk fáa gott høvi
at njóta vakra sangin eina
løtu aftrat. Tað tykist sum
brúðarparið sjálvt dámar
hetta lagið, tí bæði sita og
vagga í takt við sangin.
Lagið er nú liðugt, og
urguleikarin ger seg kláran
til fyrsta sangin, tann so
vælkenda sangin við slík
høvi – Tit hús tykkum bygg
ið!
Klokkan er 16:14 og vígsl
an av hjúnunum Ingibjørg
Abrahamsen úr Fuglafirði
og Niels Winther úr Havn
er í gongd.
Sangur og ást
Júst hetta við sanginum kom
at seta sín serstaka dám á
hesa brúðarvígsluna – og
ikki minst orsøkina til hesa
vígsluna.
Veruleikin er tann, at
bæði Ingibjørg og Niels
hava dámað væl at sungið.
Og bæði valdu tey at offra
ein part av frítíð síni í Kam
arkórinum.
Um hetta mundið var tann
ungi Leif Hansen úr Nólsoy
leiðari í kórinum. Tað bar
hvørki betri ella verr i til enn
at tey bæði funnu saman, og
hósdagin 29. desember 2005
kl. 16 skuldu tey so vígast
í Vesturkirkjuni og soleiðis
gerast hjún fyri Gudi og
monnum.
Hesin veruleikin við Kam
arkórinum setti eisini sín
serstaka dám á vígsluna. Í
fyrsta lagi sang kórið ein
sang til heiðurs fyri brúð
arparið, og í øðrum lagi var
Leif sjálvur kórleiðari til
hetta høvið.
Í triðja lagi – og tað var
kanska meiri sjálvsagt – var
tað eisini júst hesin sami,
Leif sum sat við urguna
undir vígsluni.
Ikki ráðaleysur
Fyrsti sálmurin er byrjaður,
og presturin, Heri Joensen
hevur gott eyga fyri, at alt
skal ganga sum tað skal.
Øll skulu fáa nakað burt
ur úr henda dagin, eisini
brúðarparið. Og við sínum
gløgga eyga sær hann, at her
er alt ikki sum tað eigur at
vera.
Hann sær nevniliga, at
brúðurin í allari rokanini
úti í gongini helst hevur
gloymt at taka sálmabókina
við. Men prestur er ikki ráða
leysur.
Stillisliga fer hann á føtur
við sálmabók í hond, og fer
oman til brúðrina.
Hann hevur longu funnið
sangin fram, og peikar tí
Ingibjørg á fyrsta versið, so
hon eisini kann syngja henda
sangin, sum so greitt sigur,
hvat grundarlagið er undir
einumhvørjum hjúnarlagi
– Orðsins klettagrund!
Sálmurin er nú liðugur, og
prestur gevur tekn til urgu
leikaran at hann nú eigur
næsta leikin.
Leif slær nakrar tónar ann,
og løtu seinni fær kirkju
fólkið høvið at hoyra ein part
Ingibjørg hevði helst gloymt sálmabókina eftir úti í forkirkjuni. Tað sá prestur og gav henni eina
hjálpandi hond
Gleði og sangur hoyra saman
Ingibjørg festir eygu síni á komandi mann sín. Av sonnum eini eydnurík hjún