Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2005 21 av manningini í kórinum ”Kalla-kórið-hvat-tú-vilt” syngja ein sang til heiðurs fyri brúðarparið. Gleðin Næsti sálmurin er nú liðugur, og undir seinasta ørindinum er brúðarparið farið fram fyri altarið. Prestur fer stillisliga fram móti parinum. Einki við at skunda sær ella leypa framav, soleiðis at brúðarparið kann gerast ørkymlað av hesum. Alt skal ganga so róliga og greitt fyri seg sum tilber. Evnið hjá Hera Joensen henda seinnapartin er gleði. Hesa gleðina fann hann fyrst og fremst í Bíbliuni – úr frá orðunum í Filippibrævinum kapittul 4 og 4. ørindið, har høvundurin Paulus skrivar um at gleða seg í Harranum altíð. Prestur var eisini kunnaður um orsøkina til at Ingibjørg og Niels funnu hvørt annað, og tí tók hann útgangsstøði í, at sangur og gleði hoyra saman. - Tá ein er glaður, so er so lætt at tríva í ein sang. Tað kenna vit frá fuglunum í náttúruni, og tað er tað sama fyri okkum menniskjum. - Tá vit eru glað, ja, so syngja vit. Sjálvt eg, staðfesti prestur. Hann legði aftrat, at tá vit eru glað, so smittar tað eisini av uppá onnur. - Latið tí lív tykkara altíð verða merkt av glaðum sangi, segði prestur. So spyrji eg teg ... Nú kom sjálv vígslan fyri, og prestur bað nú brúðarparið um at svara ja, so hart at øll kundu hoyra tað. So spyrji eg teg, Niels Winther. Her var eingin ivi um svarið, tí øll hoyrdu væl og virðiliga játtandi svar hansara. Sama spurning fekk eisini Ingibjørg, og tað hoyrdist kanska ikki eins væl og svar­ið hjá manninum. Men tað var kortini eingin ivi um, at svar hennara kom úr hjartanum. Tað sást á øllum brøgdum eftir vígsluna. Klokkan er 16:31 og før­ oyska samfelagið hevur fing­ ið eini nýggj hjún. Áðrenn tey settu seg niðuraftur, so gav prestur teimum nøkur góð orð úr Bíbliuni. Tey hava nú fingið ring­ arnar settar á fingrarnar, og venda sær móti kirkju­ fólkunum. Tey verða stand­ andi á kórsgáttini eina góða løtu, til heiðurs fyri mynda­ menninar. Einki við at skunda sær niður á beinkin. Nei, vit eiga tíðina fyri okkum. Lat­ um okkum bara njóta hesa løtuna til fulnar. Skot og pynt Tey seta seg niður í vinstra borði. Niels rættir seg kur­ teis­liga niður eftir brúðar­ bukettini og gevur nú á fyrsta sinni KONU síni hana í hondin. Tey standa soleiðis eina løtu aftrat, inntill prestur gevur teimum týðiligt tekin um at tey nú kunnu sessast. Ikki fáa tey langa tíð at njóta hesa fyrstu løtuna saman sum hjún, tí nú ljóðar aftur veikur tónleikur frá urguni. Nú er Kamarkórið til reiðar at syngja ein sang. Seinasti sálmur er sungin, og vígslan er nú um at vera liðugt. Urguleikarin eigur tó seinasta orðið. Leif setur í gongd við einum brúsandi postludiumi, alt meðan tey nýgiftu fara á føtur. Leiðin gongur út í gong­ ina, har tey ta næstu longu løtuna taka ímóti øllum brúðarfólkunum í kirkjuni. Meðan hetta fer fram eru fólk í ferð við at gera klárt uttanfyri: Onkur ”pyntar” bil­in, meðan fimm mans standa nakað burturfrá og løða byrsur sínar. Her skal av sonnum skjótast fyri brúðar­ parinum. Við skotunum, góðorð­ un­um frá presti, sanginum og tí hátíðarliga dáminum kundi brúdleypið byrja í gjárkvøldið. Tillukku tit bæði. Og blíð­ an byrð í framtíðini. Eftir ein hátíðarliga vígslu í Vesturkirkjuni er stundin umsíðir komin til ein koss Nógv fólk var í kirkju seinnapartin í gjár fyri at heiðra brúðarparið. Hetta var ein rørandi løtu og fleiri sótu bara og snøftaðu undir vígsluni Bæði børn og vaksin fegnaðust nú Ingibjørg og Niels gingu saman í hjúnarlag Alt skal ganga vakurt og rættiliga fyri seg. Tað hevur sjálvt henda brúðargentan skilt