Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 30. desember 2005 23 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Michael Laudrups tænder er avgjørt ein erlig bók – men tað er so eisini tað einasta góða við henni _______________________ Camilla Stockman/Maise Njor, Michael Laudrups tænder – en korrespondence, Gyldendal 2005 Ingrid Bjarnastein Camilla Stockman og Maise Njor eru báðar journalistar. Camilla er redaktørur á “I byen” á Politiken, og Maise arbeiðir sum journalistur á kvinnublaðnum, Eurowoman. Tær høvdu ongantíð hitst og kendust so at siga ikki, men fyrst í 2003 byrjaðu tær báðar at skriva teldupostar til hvørja aðra. Og hetta samskiftið vardi eitt heilt ár, áðrenn tær gjørdu av at møtast fyri fyrstu ferð. Teldusamskiftið teirra millum varð fyrr í ár útgivið sum bók við heitinum Michael Laudrups tænder – en korrespondence. Bókin er eisini bygd sum eitt langt teldupostsamskifti, og hetta ger, at hon er løtt at lesa og ikki nýtist at verða býtt upp í kapitlar. Hygg, hvussu kendar vit eru! Sjálvt um hugskotið handan bókina kann tykjast fínt, so er tað eitthvørt keðiligt yvir henni. Hon fellur á ein hátt í chick-lit sjangruna, men so allíkavæl ikki. Men tey berandi evnini í bókini eru mannfólk, kærleiki, børn og arbeiði/karriera. Eitt slag av Bridget Jones, Sushi for begyndere og Shopaholic í teldupostformi. Tá bókin byrjar, er Camilla júst flutt saman við sjeikinum hjá sær, Janus, meðan Maise hálvgum er á veg á føðideildina at føða triðja barnið hjá sær og manninum. Bókin er erlig, og fyri tað ikki skal verða heilt lygn, so er tað eisini tað einasta góða við henni. Meðan lisið verður, fær man eina fatan av, at bara tí hesar báðar kvinnurnar eru “semi-kendar”, so halda tær seg kunna skriva eina bók. Og royndin virkar uppaftur meira hálvhjartað, tí ígjøgnum teldupostarnar, Maise sendir til Camilla, fær lesarin at vita, at hon í roynd og veru er í ferð við at skriva eina “veruliga” skaldsøgu. Tí kann Michael Laudrups Tænder næstan virka sum ein “mangul-uppá-betri” bók, tí eftir øllum at døma gongur tað ikki sooo væl at skriva hina bókina. Hetta við at vera “hálv-kendis” í Danmark skínur ofta ígjøgnum í bókini, har man bara fær varhuga av, at talan er um eina rúgvu av “name-dropping” og “hygg- hvussu-kend-eg-eri-tí-eg-kenni- Thøger-Seidenfaden (blaðstjórin á Politiken)” – ella onkran annan kendan, ella tí onnur av teimum hevur verið VIP gestur ella backstage til eina konsert. Stuttligt íkast Av tí at bókin fær undirheitið “en korrespondence” – eitt samskifti -, kann tað til tíðir saktans rættvísgera tann “óseriøsa” tónan. Ikki tí. Tað verður ongantíð lagt upp til, at hetta skal verða ein álvarsom bók. Tær ætla neyvan at vinna bókavirðislønina “De gyldne lauerbær” við bókini, og tað gera tær neyvan. Men bara hasi bæði lítlu orðini, “eitt samskifti” ger, at tað er verri at taka bókina fyri tað, sum hon í veruleikanum helst er ætlað at verða tikin fyri: eitt stuttligt og livandi íkast í danska bókmentaheimin. At sleppa at hyggja og fylgja eitt lítið sindur við í tí, sum gongur fyri seg í heilanum og heiminum hjá Maise og Camilla. So leingi talan ikki er fiktión, kann hetta bert verða áhugavert fyri lesaran, um hann veruliga er áhugaður í tí, sum teir báðir journalistarnir hugsa, halda og gera. Annars verður bókin so at siga bara til eitt marrulangt og innihaldsleyst samskifti. Tvær lættisoppastjørnur Sjálvt um bókin ikki er nakað slóðbrótandi meistaraverk, skal ongin ivi vera um, at hon eisini er stuttlig – í støðum! Hon er stuttlig, tí hesar báðar kvinnurnar eru erligar og siga sína meining uttan at vera bangnar fyri at stoyta nakran. Og tað er jú altíð gott, tí tá fyrivarni skal takast fyri Per og Pól, kann tað skjótt gerast ópersónligt og keðiligt. Her skal tó eisini verða sagt, at hevur tú lisið 50 síður av bókini, so missir tú ikki nógv við ikki at lesa restina. Tí hon heldur fram í sama tónalagi. Um bókin skal lýsast við einum orði, so er helst onki meira passandi enn bert at siga: Vinkonuslatur. Tí tað er tað jú, um ein hugsar um tað. Í botn og grund bara vinkonuslatur. Her kann so eisini leggjast afturat, at um vit høvdu eina stjørnuskipan her á Bókasíðuni, so hevði Michael Laudrups tænder fingið tvær útav fimm stjørnum frá ummælaranum. Men also, ein góð bók til kvinnuna, ið vil hava eitt sindur av lættisoppalesnaði blandað við speisemi, sjálvironi og didduprát. Ummæli: Vinkonuslatur Íslendsk krimi – tá hon er best Arnaldur Indriðason, Mýrin Týtt: Kim Lembek, Nordmosen, Forum, 2003 Íslendskar krimibøkur eru ikki millum tær, vit hoyra mest um. Og tað er spell, tí tær standa avgjørt mát við betra endan innan hetta bókmentaslagið. Eitt dømi er hendan, sum á donskum hevur heitið Nordmosen, og sum gjørdist ársins besta norðurlendska krimi í 2002. Ein eldri maður verður funnin dripin í síni kjallaraíbúð í Reykjavík. Í skrivaraborðinum hjá manninum finnur politiið eina mynd av grøvini hjá eini smágentu, sum doyði 4 ára gomul í 1968. Tað vísir seg, at gentan var úrslitið av eini neyðtøku, og at myrdi maðurin var pápin. Hann varð ongantíð dømdur fyri neyðtøkuna, men hevði hann kanska framt fleiri? Og hví doyði tann lítla gentan? Myndin førir detektivarnar Erlendur Sveinsson og Sigurdur Óli aftur til ein ræðuligan familjusorgarleik í eini døkkari fortíð og til ymisk løg í íslendska samfelagnum. Fyri Erlendur tykist tað sum, at málið verður ímyndin av lívsins óndskapi, sum ótálmaður breiðir seg, og har tað ónda vinnur á tí góða. Hann verður púra bitin av málinum og gloymir næstan, hvussu tað er at liva eitt vanligt lív. Umframt at vera óvanliga spennandi og óhugnalig er Nordmosen ein framúr góð lýsing av lítla íslendska samfelagnum, har alt ikki er, sum tað sær út til at vera. Eg ynski mær bøkur til jóla Undtagelsen á altjóða metseljaralista Danska skaldsøgan Undtagelsen eftir Christian Jungersen er júst heiðrað við einum plássi á altjóða listanum yvir metseljaranna metseljarar seinastu árini. Tað er amerikanska tíðaritið Publishing Trends, sum kunngerð listan yvir 15 teir mest týðandi metseljararnar kring heimin. Í tvey ár á rað hevur Undtagelsen verið at sæð á donskum metseljaralistum. Bókin er seld í meir enn 100.000 eintøkum í Danmark og er harumframt seld til útgávu í 12 øðrum londum. Undtagelsen tekur støði í eini hending á donsku kunn­ ingarstovuni um fólkadráp, har tvey av starvsfólkunum ein dagin fáa teldupostar við deyðshóttanum. Ótti og ræðsla breiða seg á skrivstovuni, og spakuliga byrjar avdúkingin av einum díki av ráðagerðum, happing og ondskapi. Metseljaranna metseljarar: 1. Dan Brown, The Da Vinci Code 2. Dan Brown, Angels & Demons 3. Paulo Coelho, The Zahir 4. Dan Brown, Digital Fortress 5. Gabriel Garcia Marquez, Memories of My Melancholy Whores 6. Dan Brown, Deception Point 7. Carlos Ruiz Zafon, The Shadow of the Wind 8. J.K. Rowling, Harry Potter (1- 6) 9. John Grisham, The Broker 10. Caldwell/Thomason, The Rule of Four 11. Michel de Cervantes, Don Quixote de la Mancha 12. Christian Jungersen, The Exception 13. Wilbur Smith, The Triumph of the Sun 14. Francois Lelord, Hector’s Journey 15. Sidney Sheldon, Are you Afraid of the Dark? Kelda: Publishing Trends Christian Jungersen Camilla Stockmann og Maise Njor vinna neyvan nakra bókmentavirðisløn við Michael Laudrups Tænder