fríggjadagur 30. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 251 - 30. desember 2005
Læknaskrivari
Hjá kommunulækna Jaspur Petersen er eitt
avloysarastarv sum læknaskrivari 3/4 tíð leyst
at søkja fyri læknaskrivara í farloyvi til setan 1.
mars 2006 og ætlandi fram til 30. november 2006,
møguliga longri.
Førleiki
• útbúgving sum læknaskrivari ella annar hóskandi
førleiki
• dugir at raðfesta arbeiðið, sum til tíðir er
krevjandi
• góð samstarvsevni
• góður røkjuskapur
• teldukunnleiki
Løn sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið
og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
læknastovuna tlf. 310110.
Umsóknarfreistin er úti 22. januar 2006.
Skrivlig umsókn við CV, avrit av prógvum og
viðmælum e.l. skal sendast til:
Kommunulækna Jaspur Petersen,
Berjabrekka 1
FO-100 Tórshavn
Avloysarastarv sum
arkitektur,
verkfrøðingur ella
byggifrøðingur
á Teknisku Umsiting hjá
Klaksvíkar Kommunu
Ein av byggifrøðingunum á Teknisku Umsiting
hjá Klaksvíkar Kommunu fer í farloyvi frá
1. januar til 31. desember 2006. Tí er eitt
tíðaravmarkað starv, nevnda tíðarskeið, hervið
leyst at søkja.
Høvuðsuppgávurnar verða:
Byggimálsviðgerð,
býarplansarbeiði,
eftirlit,
planlegging, projektering av kommunalum
arbeiðum og aðrar málsviðgerðir eins og dagligar
uppgávur hjá umsitingini.
Persónligir førleikar og eginleikar:
Vit sóknast eftir útbúnum arkitekti, byggifrøðingi,
verkfrøðingi ella persóni við aðrari viðkomandi
útbúgving.
Dentur verður lagdur á, at umsøkjararnir duga
væl at leggja arbeiðið til rættis, eru fyrikomandi
og hava munnligan og skrivligan málførleika.
Royndir á nevndu økjum kunnu geva fyrimun
Starvið verður sett skjótast tilber, og lønin
verður sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til
býarverkfrøðingin ella býráðsskrivaran á tlf.
410000.
Umsóknir, saman við prógvið, møguligum
viðmælum v.m., verða at senda til:
Klaksvíkar býráð
Postsmoga 2
700 Klaksvík
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
16. januar 2006.
Søkt verður eftir
Mekanikara/maskinsmiði til verkstað okkara.
Arbeiði fevnir um, at hava dagligu leiðsluna av
verkstaðnum, harumframt kundarøkt, umvælingar,
servisu v.m.
Umsøkjarar mugu verða mekanikarar ella hava aðra
viðkomandi útbúgving.
FO 430 Hvalvík
Tlf. 422394