mánadagur 16. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 11 - 16. januar 2006
Í sambandi við at Offshore Faroes ráðstevnan
verður hildin 17. januar, hevur Sosialurin
vent sær til landsstýrismannin í vinnumálum,
Bjarna Djurholm, sum hevur yvirskipaðu
ábyrgdina fyri oljuleiting við Føroyar fyri at
fáa viðmerking hansara til gongdina á økinum
seinasta árið, og hvønn týdning hann heldur,
virksemið komandi árini kann fáa fyri Føroyar.
T
ann 17. januar er akkurát eitt ár síðani, at sjey nýggj
leitiloyvi (loyvi 008-014) vóru latin sum úrslit av
øðrum útbjóðingarumfari. Vit fegnast um, at tað
eydnaðist so væl, sum tað gjørdi, at fáa víðkað leitingina
munandi á føroyska landgrunninum, umframt at nýggj og
sterk feløg valdu at taka lut. Arbeiðsskráirnar fyri loyvini
008-014 innihalda ikki lyfti um boringar beinanveg, men
eru settar soleiðis saman, at feløgini fáa eina fyrstu freist
at gera innleiðandi kanningar. Hesar kanningar verða
síðani grundarlag undir avgerðum hjá oljufeløgunum, um
hvørt tey skulu fara undir víðari kanningar og boringar,
ella um tey skulu lata økir frá sær aftur. Meginparturin av
dátuinnsavningunum, sum vóru partar av loyvistreytunum, er
farin fram í summar, og er hetta tekin um, at feløgini leggja
dent á at gagnnýta loyvistíðina til fulnar.
E
isini er áhugavert, at loyvi eru tillutaði fram við marki
num til Bretlands skamt frá Rosebank Lochnagar fundi
num, har tríggir avmarkingarbrunnar verða boraðir
komandi summar, og at tað eru somu feløg, sum eru við í
loyvunum báðu megin markið..
V
iðvíkjandi loyvunum frá fyrsta útbjóðingarumfari
so er eisini her ein spennandi menning farin fram.
Sum kunnugt góvu fýra tær fyrstu boringarnar á 6-
áraloyvunum í landssyningshorninum ikki tey úrslit, sum
vónað frammanundan. Tó so í Marjun brunninum á loyvi
001 varð staðfest kolvetni ígjøgnum eina fláasúlu uppá
170 metrar, sum vísur okkum, at talan er um eina virkna
kolvetnisskipan. Allar jarðfrøðiligar fyritreytir eru tilstaðar
í økinum fyri, at oljuframleiðsla kann gerast veruleiki.
Avbjóðingin er at finna kolvetni í rakstrarverdar nøgdum,
soleiðis at framleiðsla kann setast í verk.
Í
fyrsta útbjóðingarumfari vóru eisini latin trý 9-ára loyvi
longri inni á landgrunninum, har jarðfrøðin er munandi
meira torskild orsaka av frástøðuni til aðrar boringar,
umframt at basalt fjalir leitimiðini og tískil ger m.a. seismisku
dátuupptøkurnar truplar. Ongar boriskyldir vóru knýttar at
hesum loyvum, men oljufeløgini skuldu gera innleiðandi
kanningar, sum skuldu hava við sær avgerð um, hvat víðari
skuldi gerast. Áhugin fyri hesum økjum er munandi vaksin,
við tað at kanningarnar hava økt um fatanina av økinum.
Seinasta ár fóru samráðingar fram millum Oljufyrisitingina
og loyvishavarnar á loyvunum 001, 003, 004, 006 og 007 um
at flyta boriskyldur frá loyvunum í landssynningshorninum
inn á basaltøkið. Úrslitið av hesum samráðingum gjørdist
greitt í heyst, tá avtalað varð gjørd um boring av einum
basaltbrunni á loyvi 006 og einum brunni á loyvi 007.
Væntandi verður brunnurin í loyvi 006 boraður longu í
summar, meðan brunnurin í loyvi 007 eftir øllum at døma
verður boraður næsta ár.
V
it bíða í spenningi eftir, hvat hesar boringarnar fara
at hava við sær av týðandi vitan um jarðfrøðina undir
basaltfláunum, sum kann betra um møguleikarnar
fyri at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Eg eri eisini
vísur í, at tær fara at fáa týdning fyri loyvini latin í øðrum
útbjóðingarumfari og fyri eitt triðja loyvisumfar við Før
oyar.
Oljuleiting við Føroyar á einum vegamóti
Landstýrismaður
bjarni
djurholm
Allar jarðfrøðiligar fyritreytir
eru tilstaðar í økinum fyri, at
oljuframleiðsla kann gerast veruleiki.
Avbjóðingin er at finna kolvetni í
rakstrarverdar nøgdum, soleiðis at
framleiðsla kann setast í verk.
”