mánadagur 16. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 11 - 16. januar 2006
Sunnukvøldið 23.
apríl kl. 16 verða teir
báðir vælumtóktu
donsku tónleikarar-
nir, Povl Dissing og
Benny Andersen, at
hoyra í Norðurlanda-
húsinum
MENTAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Povl Dissing og Benny
Andersen hava verið kendir
á tí danska listapallinum í
mong áratíggju, og síðan
1973 hava teir verið kendir
millum danskarar í øllum
aldri, tá ið plátan "Svantes
Viser" kom út. M.a. er
sangurin "Svantes lykke-
lige dag" vorðin ein tann
størsta fólkaognin í nýggj-
ari tíð, og ofta verður trivið
í hann, tá felagssangur er á
skránni. Eisini Eivør Páls-
dóttir hevur havt hann á
sínari sangskrá.
Povl Dissing er í sínum
tulkingum
sermerktur
sangari sum fáur, og eingin
kann sum Benny Andersen
venda tí danska málinum á
høvdið, og er hann enntá
onkuntíð í donskum fjøl-
miðlum skírdur tjóðar-
skald.
Úr Norðurlandahúsinum
verður m. a. sagt, "at megin
í tulkingunum hjá Dissing
innrammar tann undir-
spælda humorin og vinsæla
hitan, ið er so Benny And-
ersenskur. Svante og Rose-
lina eru mið-persónarnir í
heiminum hjá hesum skald-
sliga samstarvi, har gerand-
isdagurin verður ævintýr-
ligur og undurfullur".
Povl Dissing og Benny
Andersen til Føroya
Jón Hilmar Magnus-
sen, sum hevu rgjørt
íslendsk-føroyska
orðabók, fær serliga
virðisløn frá menta-
málaráðharranum
VIRÐISLØN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin í ment-
amálum, Jógvan á Lakjuni,
hevur gjørt av at lata ís-
lendska rithøvundanum Jón
Hilmari Magnusson eina
serstaka virðisløn fyri ís-
lendsk-føroysku orðabóki-
na.
Jón Hilmar Magnússon
er føddur 7. oktober 1925 í
Ási í Glertorpi í Íslandi.
Hann er útbúgvin lærari og
hevur verið lærari, skúla-
stjóri og prentsmiðjuánari.
Síðstu tíggju árini hevur
Jón Hilmar Magnússon
starvast við at skriva og
yrkja. Jón Hilmar hevur
havt nógv samband við
Føroyar, og eru fýra døtur
hansara giftar føroyingum.
Hann hevur altíð havt stór-
an áhuga fyri Føroyum og
føroyska málinum, og er ís-
lendsk-føroyska orðabókin
eitt úrslit av hesum áhuga.
– Íslendsk-føroyska orð-
abókin er eitt valaverk og
ein varði í viðurskiftunum
millum Ísland og Føroyar.
Tað hevur leingi verið tørv-
ur á slíkari orðabók, og
orðabókin hjá Jón Hilmari
er eitt leingi saknað íkast til
tess at styrkja mentanarligu
bondini millum íslendsku
og føroysku tjóðirnar, sigur
landsstýrismaðurin
í
tíðindaskrivi.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum heldur, at vit
føroyingar eiga at virðis-
meta verkið hjá Jón Hilm-
ari, og hevur tí gjørt av at
heiðra hann við eini ser-
stakari virðisløn.
Virðislønin verður hand-
að Jón Hilmari á samkomu
fyri innbodnum og fjøl-
miðlum, sum verður í
Mentamálaráðnum týsdag-
in 17. januar kl 14.00.
Virðisløn fyri íslendsk-føroyska orðabók
Tað tykist, sum fíggj-
armarknaðirnir ikki
rættiliga hava givið
sær far um, at olju-
prísurin hækkar støð-
ugt
BÚSKAPUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í seinastu útgávuni av tíðar-
ritinum hjá Kaupthing, Út-
lit og Rák, verður m.a. gjørt
vart við, at oljuprísurin er
hækkaður heili 11 % síðan
undanfarnu útgávu.
Tað tykist, sum fíggjar-
marknaðirnir ikki rættiliga
hava varnast hækkingina
enn, og minnir hetta um
støðuna seinasta summar,
tá oljuprísurin hækkaði
heili 30 %, uttan at markn-
aðirnir lótu við seg koma.
Tá marknaðirnir raknaðu
við, fekk oljuprísurin stór-
an týdning fyri bæði láns-
og partabrøv. Tá varð dent-
ur lagdur á, at høgi olju-
prísurin kundi fáa búskap-
arvøksturin at lækka, og
fekk tí eisini renturnar at
lækka.
Dentur hevur í seinastuni
verið lagdur á prísvøkstur,
so um oljuprísurin heldur
sær her á leið, er mest sann-
líkt, at ótti fyri prísvøkstri
fer at fáa renturnar at
hækka eitt sindur aftur.
Kaupthing metir, at olju-
prísurin ta komandi tíðina
fer at sveiggja millum 57
og 65 dollarar fyri tunnuna.
Oljuprísurin hækkaður aftur
Povl Dissing og Benny And-
ersen (myndin) verða at
hoyra í Norðurlandahúsi-
num í vár