mánadagur 16. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 11 - 16. januar 2006
Føroyingar í altjóða oljuvinnu
Hóast føroyska
oljuvinnan enn
ikki meira enn
hevur traðkað sínar
barnaskógvar, so
hava føroysk oljufólk
slitið nógvar skógvar
í arbeiðsørindum
kring alla verðina. Ein
teirra er Ben Arabo
úr Signabø, sum hesi
mongu seinastu árini
hevur ferðast millum
Føroyar og oljulond
úti í heimi fyri
oljufelagið Amerada
Hess.
Oljustørv
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað var ein bæði bilsin og
fegin Tommy Petersen, sum í
fjør tók telefonina í íbúð síni
í Cairo. Í hinum endanum
var eingin mætari enn Ben
Arabo. Hann var ikki langt
av landi skotin, sum Tommy
helt, hann var í býnum og
vildi sleppa at heilsa uppá
ein annan føroying, sum
hevur valt sær arbeiði uttan
fyri heimlandið.
Ben Arabo, sum hevur
verið stjóri í føroysku
deildini hjá amerikanska
oljufelagnum Amerada Hess
í Føroyum í mong ár, hevur
nú í eina tíð eisini tikið sær
av týðandi uppgávum hjá
felagnum í øðrum londum,
eitt nú í Afrika og Asia.
Tað er tó ikki hvønn dag, at
leiðin gongur so langt út í
heim. Vanliga verður ferðast
millum Havnina og London,
har Ben leggur nógv av síni
arbeiðsorku. Sum royndur
oljumaður og við innliti í
fyrireiking til oljuleiting
á tí fíggjarliga økinum er
brúk fyri monnum sum
Ben aðrastaðni eisini, har
Amerada Hess hevur fingið
tillutað leitiloyvi.
Í fjør gekk so leiðin til
Egyptalands og til Algier
umframt longur eystur til
Kualalumpur í Malaysia.
Og tá tað altíð hevur verið
gamalt, at tú hittir onkran
føroyingar, hvar enn í verðini
tú ferðast, so setti Ben seg
í samband við Tommy,
sum arbeiðir hjá danska
felagsskapinum Danida. Tað
hepnaðist so teimum báðum
og familjuni hjá Tommy at
Ben Arabo her í arbeiðsørindum í Kualalumpur í Malaysia.
Ben Arabo og Tommy Petersen hittast í Cairo