mánadagur 16. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2006
7
Nú er nærum eitt ár
síðan at Vinnuhúsið
flutti inn í snotiligu
húsini í Smærugøtu.
Húsini hava givið
nakrar áhugaverdar
møguleikar, ið kunnu
fáa stóran týdning
fyri føroyskt vinnulív
og fyri Føroyar.
Vinnulív
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í snotiligu hølunum í
Smærugøtu hevur før
oyska vinnulívið fingið
neyðuga plássi til at vera
við til at skumpa eitt sind
ur undir føroyska vinnu
lívsgrannsking. Vinnuhúsið
hevur nýliga søkt eftir einum
starvslesandi, ið skal sita í
húsinum og arbeiða í eitt
hálvt ár.
Jan Mortensen stjóri
í Vinnuhúsinum sigur
seg vóna, at hetta kann
kveikja áhugan hjá hesum
lesandi at gera serritgerð
við støði í føroyskum
vinnulívi. Eisini vónar
Vinnuhúsið, at kunna geva
fólki, ið skriva serritgerðir
við støði í vinnulívinum
møguleikar at sita í húsinum
og arbeiða. Hetta er í trá
við hugsanina um at fáa
føroyska granskingin meira
málrættaða.
Størri tilknýti
Betraðu hølisviðurskiftini
hevur givið Vinnuhúsinum
møguleika at halda allar
fundir í egnum hølum, og
hetta gevur á limafeløgunum
størri tilknýtið til húsið og
styrkir felagskapin. Fyrr
vóru tey noydd, at halda størri
fundir í leigaðum hølum,
men hetta er nú broytt. Jan
Mortensen heldur hetta vera
sera týdningarmikið fyri eitt
samtak sum vinnuhúsið.
Týdningarmikil
viðleikari
Vinnuhúsið umboðar 16
arbeiðsgevarafeløg. Sam
starvið hevur verið til síðan í
80’árunum, men alsamt fleiri
feløg eru komin til. Síðan í
seinnu helvt av 90’árunum
hevur felagið profilerað
seg meira málrættað sum
felagseindin Vinnuhúsið
og hevur í størri mun verið
við til at seta dagskránna í
samfelagskjakinum. Fyri
hetta vóru tað mest einstøk
mál samtakið viðmerkti. Men
nú tekur Vinnuhúsið størri
samfelagsligar spurningar
upp og er ein týdningarmikil
viðleikari í føroyskum sam
felagsviðurskiftum.
Jan
Motensen sigur, at Vinnuhúsið
sjálvandi vil hava ein leiklut
í samfelagsskipanini. Tað
er týdningarmikið fyri
demokratiið, at vinnufeløg
og fakfeløg luttaka í sam
felagskjakinum og geva
politisku skipanini eitt meira
kvalifisera støðið at byggja
sínar avgerðir á, sigur Jan
Mortensen.
Hetta verður millum
annað gjørt við at skipa
fyri ráðstevnum sum t.d.
Offshore Faroes 2006,
ið verður hildin í hesum
døgum.
Visión 2015
Í sambandi við Visión
2015 hevur Vinnuhúsið
sett ein strategibólk, at gera
frágreiðingar, ið kunnu vera
við til at lýsa viðurskiftini og
ávirka avgerðirnar. Bólkurin
hevur gjørt frágreiðing við
tilmælum um dynamik í
kapitalvirkseminum, og
seinasta mánaðin eru tvær
frágreiðingar komnar um
útbúgving og gransking.
Tann seinna hesum var løgd
fram í farnu viku, og hendan
frágreiðing hyggur at, hvussu
granskingarumhvørvið í
Føroyum er skipað og kemur
við tilmælum til broytingar.
Jan Mortensen vísir á, at
skúlagongdin er ein sera
týdningarmikil partur av
menningini av arbeiðsorkuni
í samfelagnum. Tí sær
Vinnuhúsið tað, sum sína
ábyrgd og í sínum áhuga at
geva sítt íkast til kjakið um
skúlaskipanina.
Tænastur skulu
gerast betur
Hann sigur, at Vinnuhúsið,
sum er, er nøgt við sín leiklut
í samfelagnum. Vinnuhúsið
livur av limagjaldinum hjá
limafeløgunum, og hetta
avmarkar í sær sjálvum
virkseminum í at vaksa nógv
meira. Men arbeitt verður alla
tíðina við at gera tænasturnar til
limirnar betur. Millum annað
við at betra heimasíðuna og
tær tænastur, ið verða veittar
umvegis hana.
Í løtuni starvast 6 fólk
í Vinnuhúsinum. Í mun
til 2 fyrst í 90’árunum.
Nýggju
húsini
gera
arbeiðsumhvørvið betur
og hetta ávirkar sjálvandi
arbeiðslagið hjá okkum,
ið starvst her, sigur Jan
Mortensen, ið seinastu árini
er vorðin almenna andlitið
hjá føroyskum vinnulívi.
Vinnuhúsið vil ávirka samfelagið
Almennur pallborðsfundur
verður í Miðlahúsinum
í Vágsbotni týskvøldið
17. januar kl 19.30 við
heitinum:
Hava fólk við autismu
tað líka so gott sum tú og
eg í 2015 – og hvat gera vit
meðan vit bíða?
Tey, ið luttaka á
fundinum verða:
Lennart Pedersen, sálar
frøðingur og fakligur ráðgevi
frá Center for Autisme í
Danmark
Morten Carlsson, foreldur og
formaður í Landsforeningen
Autisme í Danmark
Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í Almanna- og
Heilsumálarráðnum
Umboð frá Mentamála
ráðnum og Sernámsdepl
inum
LFA – Landsfelagið fyri
fólk við autismu skipar fyri
fundinum.
Autisma og visjón 2015
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Almanna- og Heilsumálarráðnum
Morten Carlsson, foreldur og
formaður í Landsforeningen
Autisme í Danmark