Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 9 ” Føroyingar eru alla staðni, og tað vísir, at heimurin liggur opin fyri okkum at arbeiða. Tær avmarkingar vit hava eru sum oftast sjálválagdar, ti einki steðgar okkum í at arbeida og virka uttanfyri landoddarnar, uttanfyri kongaríkið, uttanfyri Skandinavia, uttanfyri Europa. fáa nakrar góðar løtur saman í tí fólkaríka Cairo. Sunt og gott at koma úti í verð Hvussu hóvar tað so tí føroyska oljustjórnum at vera partur av altjóða oljuleiting og hava sína gongd úti í verð ein part av árinum. – Eg var í Cairo til ein fund í mars. Fundurin varð tó útsettur, tá eg kom til býin, og vitjanin, sum skuldi vara í tvær nætur vardi í 6 nætur. Ein vinmaður minti meg á, at Tommy Petersen búði har, so eg kontaktaði hann. Og tað kom væl við, tí hann vísti meg runt, har vit sóu ting, sum liggja uttanfyri tað, man vildi sæð sum vanligur turistur. Tad munnnu verða fá støð man kemur til, har eingin føroyingur býr sigur Ben Arabo, sum heldur tað vera hugaligt eisini at kunna hitta føroyingar, har tú vitjar og arbeiðir. – Føroyingar eru alla staðni, og tað vísir, at heimurin liggur opin fyri okkum at arbeiða. Tær avmarkingar vit hava eru sum oftast sjálválagdar, ti einki steðgar okkum í at arbeida og virka uttanfyri landoddarnar, uttanfyri kongaríkið, uttanfyri Skandinavia, uttanfyri Europa. At so nógv ikki gera tað - við ti markanta undantakinum, ið eitur sjófólk, sum er einasta veruliga internationala arbeiðsmegi, ið vit føroyingar eru stórleverandørar av – botnar helst í, at tað er lættari bara at halda seg hjá sær sjálvum ella í Danmark. Sjálvur heldur Ben Arabo, at sjófólkið og tey, ið vinna sítt breyð úti í stóru verð, sum t.d. Tommy og einstakir verkfrøðingar og aðrir serfrøðingar, týða nógv fyri føroyska samfelagið og mentanina, og tað er spell, at man, ikki minst frá almennari síðu, ikki dugir betur at troyta hetta tilfeingið, og at man ikki dugir betur at lata upp kanalir til onnur lond í heiminum. – Hví favorisera vit t.d. danskar útbúgvingar og interna rekruttering í almennu skipanini? Eg havi sjálvur eina danska kandidatgrad, og tí kann eg loyva mær at kritisera hetta, ikki tí at danskar útbúgvingar ikki eru góðar nokk, men sæð út frá einum diversifiseringssjónarmiði hevði verið snilt við einari breiðari viftu av bakgrundum, so bukettin ikki gerst ov einsformað. Hvør kann hava nakað ímóti at fingið eina meira diversifiserada akademiska arbeiðskraft, har fólk høvdu útbúgving, royndir og kontaktir ymsa staðni frá spyr oljumaðurin Ben Arabo. Brúk fyri hugburðsbroyting Men lat okkum venda aftur til Cairo. Ben sigur, at Tommy fortaldi sær, at ein føroyskur verkfrøðingur, ið arbeiðir i Keymannahavn, plagdi at vera har viðhvørt i arbeiðsørindum – aftur eitt dømi um tær menniskjaligu ressoursirnar, ið vit føroyingar hóast alt hava. Spurningurin er bara, hví vit ikki duga at útnytta tað betur til at knýta handilssambond úteftir. Út frá sínum arbeiði í øðrum londum og umhvørvi heldur Ben, at ein føroysk hugburðsbroyting til útheimin má til. –Vit siggja m.a. hvat holdningurin er til dupultskattasáttmálar hjá nógvum í føroyskum politikki og helst eisini í pørtum av umsitingini. Tad verður sæð sum ein hóttan, har “vit ikki mugu spæla okkum av við góð kort á hondini” sum Karsten Hansen rættiliga symptomatiskt segði, tá slíkt mál varð umrøtt í miðlunum. Og Ben Arabo heldur fram: – Hesin hugburður er eftir mínum tykki einki minni enn heimføðiskapur. (hetta sigur hann sum privatpersónur og ikki sum stjóri fyri Amerada Hess, blaðm.) Og man slíkt hava kostað okkum nógv seinastu árini. Dupultskattasáttmálar eru møguleikar og ikki ein hóttan hjá føroyskari vinnu og føroyingum og vilja altíð týða meira fyri okkum enn fyri londini hinumegin borðið. Ti eiga vit eftir mínum tykki at fáa so nógvar dupultskattasáttmálar sum møguligt so skjótt sum møguligt. Um vit skulu hava líka nógvar sum Noreg, og vit brúka fleiri ár um hvønn sáttmála sum FMR ger nú, so vil tað taka 150 ár at koma á mál, so tann forðingin í hvussu so er ikki skal steðga okkum í at fara út í stóru verð í vinnusamanhangi. Føroyingar hava søguligani sæð verið ógvuliga mobilir og dugnaligir við at forvinna inntøku í øðrum londum, og tað vildi verið spell, um sjálválagdar avmarkingar skulu steðga hesum. Arbeiðið broytt Síðani Amerada Hess hevur minkað um sítt virksemi í norðureuropa hevur hetta so eisini merkt arbeiðið hjá Ben Arabo. Seinastu tíðina hevur hann tí brúkt ein fittan part av síni arbeiðsorku á skrivstovum hjá Hess í London serstakliga men eisini í øðrum londum. Og alt bendir á, at hetta eisini fer at vera lutur hansara í komandi tíðum. Men høvuðsarbeiðið liggur tó framvegis í Havn, har Amerada Hess nú fyrireikar seg til ta fyrstu boringina nakrantíð á basaltinum á føroyska landgrunninum saman við sjey øðrum oljufeløgum. So enn eru ikki allar súðir syftar, og enn hevur amerikanska oljufelagið ikki heilt slept dreyminum um at finna olju við Føroyar. So leingi fer Ben Arabo í hvussu so er at hava annað beinið á heimabeiti. Tað er annars ikki eindømi, at føroyingar við tilknýti til altjóða oljuvinnu fáa størv og arbeiðsuppgávur kring verðina. Nøkur ár herfyri var Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil á arbeiðsferð í Saudi Arabia, har hann hevði fleri týðandi uppgávur. Vit vita eisini um aðrar føroyingar, sum røkja týðandi størv oljuvinnuni úti í heimi. Ein teirra er m.a. Jóannes Kjølbro, sum arbeiðir hjá Mærsk í Qatar. Og soleiðis kundu vit hildið fram at reksa upp føroyingar, sum – meðan nógv verður gjørt fyri at finna olju við Føroyar – hava sítt lívssstarv ella hjástarv í oljuvinnuni úti í heimi. Og her ikki at gloyma tey mongu, sum arbeiða umborð á oljuskipum av ymsum slag, boripallum ol. Ben saman við Tommy Petersen og familju og egyptiskum vinfólki og arbeiðsfeløgum