mánadagur 16. januar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2006
9
st størri og størri
SEV er rættiliga farið
undir at upplýsa fólk
um, hvussu tey
kunnu brúka
streymin betri. Fald-
arar eru gjørdir til
endamálið og víst
verður á ymiskt
skjalprógað tilfar,
sum aðrir eru komnir
til
STREYMNýTSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
–
Elektronikkur,
sum
stendur í "standby", kann í
fleiri førum brúka eins
nógvan
streym
sum
kuldaskápið og kostar fleiri
hundrað krónur um árið.
Tað
sigur
Kristianna
Rein, sum starvast hjá SEV.
Hon vísir á, at eitt miðal
húsarhald brúkar umleið
600 kWt um árið til
standby-nýtslu.
- Henda nýtsla bítir seg
vanligar yvir eini 6-8 tól í
húsarhaldinum, sum vit øll
kenna.
Hon sigur, at í flestu
heimum standa sjónvarps-
og videotól tendrað, sjálvt
tá ið tey eru sløkt; tey
standa nevniliga og "sova",
sum tikið verður til.
Kristianna vísir á, at hesi
tól soleiðis standa í standby
til onga verðins nyttu.
– Hetta er at tveita
pening burtur, tí teir kWh,
sum keyptir verða til hesa
nýtslu, eru burturspiltir.
Hon
vísir
á,
at
samstundis, sum hetta er
burturspiltur peningur, er
henda nýtsla eisini til bága
fyri umhvørvið.
– Eingin fær nyttu av
hesum streymi, leggur hon
dent á.
Kristianna
sigur,
at
sjálvandi er best at sløkkja
stikkkontaktina, tí tá brúkar
tólið als ongan streym.
– Ikki er neyðugt at bera
ótta fyri, at tólið "gloymir"
innstillingar, tí flestu nýggj
tól hava hetta innbygt.
Hon sigur, at tað eisini
ber til at minka um stanby-
nýtsluna og tó ikki sløkkja
hesar smáu, reyðu perur.
– Ein møguleiki er
nevniliga, at tá ið nýggj tól
skulu keypast, at keypa tól
við so lágari standby-nýtslu
sum gjørligt.
Kristianna sigur, at onkur
gomul tól nýta 15-20 watt,
tá ið tey standa í standby,
meðan nógv nýggj tól bert
nýta 2-5 watt.
– Flestu lond í Evropu
samstarva um at merkja tól
við standby-nýtslu og selja
tól við ógvuliga lágari
standby-nýtslu, sigur hon.
Termometur
Kristianna vísir á, at í
nógvum
heimum
er
frystiboksin nógv kaldari,
enn neyuðgt er, og hetta
kostar
eisini
eyka
í
streymnýtslu.
– Hitin í kuldaskápinum
eigur í mesta lagi at vera 5
hitastig – og kuldin í
frystiboksini eigur at vera
umleið 18 kuldastig.
Hon sigur, at umráðandi
er at hava hitan og kuldan á
røttum stigi og tey, sum
ynskja tað, kunnu venda
sær til SEV og fáa ókeypis
termometur.
– El-orka, sum fer fyri
skeytið, gagnar hvørki tær,
pengapunginum
ella
umhvørvinum.
Kristianna Rein sigur, at
SEV kundi spart eini 1000
tons av olju um árið, um
fólk ansaðu betri eftir at
sløkkja tólini, sum standa
standby.
– Tað kostar ikki fólki
nakað sum helst at sløkkja
hesi tól.
Hon vísir á, at høvdu fólk
aftrat hesum so við og við
fingið
sær
spariperur,
kundi SEV spart nógv fleiri
litrar av olju, um tað í
hesum førinum er olja, sum
útvegar okkum streymin.
– Tað eru rættiliga nógv
viðurskifti, brúkar kann
ávirka, sum ikki kosta eina
krónu, sigur Kristianna
Rein, sum vísir á, at
neyðugt er ikki at kóka
klæðir
longur,
tí
vaskievnini eru vorðin so
góð og effektiv.
– Eisini her er peningur
at spara, sigur hon at enda.
Tað Sp/f Anana á Toftum,
sum eigur nýggja Búgvan.
Menninir aftanfyri felagið
eru brøðurnir, Kjartan og
Theodor Poulsen og Jan
Davidsen Mynd: Vilmund
Jacobsen
Tól sum standa
»standby« brúka
nógvan streym
Fólk lótu tað ikki á sær sita, tá ið Kjartan Poulsen hevði
bjóðað umborð at síggja snotuliga skipið, sum kemur í
flotan fyri gamla Búgvan
Mynd: Vilmund Jacobsen
Og so er tollarin, Herbert Olsen, á veg umborð á nýggja Búgvan
Mynd: Vilmund Jacobsen