Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 11 - 16. januar 2006 Føroyingar hava gjøgnum seinastu 15 árini bygt útvegað sær eina stóra vitan og royndir á oljuøkinum. Her Martin Heinesen frá Oljufyrisitingini við seismiska tilfarinum frá Western, sum koma at liggja til grund fyri 1. føroysku útbjóðingini. Tveir av oddafiskunum í føroysku oljuleitingini í dag, Sigurð í Jákupsstovu og Heri Ziska fara mikudagin at kunna íslendskar myndugleikar um føroysku oljutilgongdina. Kunning Jan Müller jan@sosialurin.fo Nógvu royndirnar, sum føroyingar hava gjørt sær á oljuøkinum og vitanin, sum fingin er til vega hesi mongu seinastu árini, kunnu nú koma íslendsku grannum okkara til hjálpar. Í sambandi við at Ìsland arbeiðir við at fyrieika eitt loyvisumfar til oljuleiting hava íslendskir myndugleikar heitt á føroysku oljufyrisitingina um at fáa fund í lag, har greitt verður frá tilgongdini í Føroyum undan 1. útbjóðing og fram til dagin í dag. Fundirnir við føroysku myndugleikarnar verða 18. og 19. januar tvs. dagarnar eftir oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin komandi og skráin bæði drúgv og fjølbroytt. Føroysku myndugleikarnir fara eftir øllum at døma at gera sær stóra ómak við at ganga ynskjunum frá íslendsku grannunum á møti. Kunna um royndir Av tí at tað í stóran mun eru tey somu fólkini, sum hava arbeitt við at liberalisera íslendska elektrisitetsmarknaðin, ið koma henda vegin, hava okkara myndugleikar havt eitt ynski um at fáa íslendingar at kunna um teirra royndir á hesum økinum og orkuøkinum sum heild. Soleiðis verður hetta kunning báðar vegir. Føroyska oljufyrisitingini situr nettupp og arbeiðir við at gera uppskot til orkupolitikk og elveitingarlóg. So sigast kann, at her er talan um eitt kunnandi samstarv, ið gongur báðar vegir og vónandi eisini gagnar tilgongdini í báðum londum. Ein av íslendingunum, sum verður við til fundirnar í Føroyum, er Petur Ørn Sverrisson. Hann skal eisini hava eina framløgu á Offshore Faroes. Á kunningardøgunum mikudagin og hósdagin fara m.a. Sigurð í Jákupsstovu, Petur Joensen, Meinhard Eliasen, Jóhan Jacobsen, Regin Hammer, Jóhanna í Ólavstovu, Súsanna Sørensen, Súni Petersen, Maria Dam, Kitty Mai Ellefsen og Heri Ziska at umrøða eina røð av spurningum, sum hava tilknýti til alla ta føroysku oljutilgongdina. Eftir tað fara íslendsk umboð at greiða frá teirra orkupolitikki. Súsanna Sørensen, Sigurð í Jákupsstovu og Heri Ziska verða millum mongu góðu fólkini frá Oljufyrisiting og øðrum stovnum, sum í komandi viku fara at greiða íslendingum frá okkara royndum á oljuøkinum. Íslendingar vilja læra av føroysku oljutilgongdini – og føroyingar av íslendska orkupolitikkinum Nógv vitan og tilfar er savnað um oljutilgondina, her fyrrverandi leiðarin á Jarðfrøðissavninum við seismiska tilfarinum frá Western, sum varð grundarlagið undir 1. útbjóðing