mánadagur 16. januar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 11 - 16. januar 2006
Nú um dagarnar var forsetaval í Finlandi og sosial
demokraturin Tarja Halonen, sum stóð til at vinna
fyrsta umfar, vann fyrsta valumfar. Men Tarja
Halonen, sum fekk góð 46% av atkvøðunum,
verður uttan nakran iva vald í øðrum umfari um
fjúrtan dagar. Her eru allir eygleiðarar samdir.
Halonen er fyrsta kvinna, sum gjørdist forseti
Finlands. Hon er eisini fyrsti forseti valdur sam
bært nýggju grundlógina, sum kom í gildi fyri
seks árum síðani. Undir gomul grundlógini
hevði forsetin sera nógv vald. Vald hansara
kundi samanberast við valdið hjá t.d. franska
forsetanum. Henda skipan var nakað broytt við
nýggju grundlógini, men tó ikki meira enn so, at
forsetin framvegis hevur nógv at siga serstakliga
í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum.
Tarja Halonen hevur tikið henda partin av embæti
sínum í størsta álvara. Hetta hevur serstakliga
verið galdandi fyri ES politikkin, har hon støðugt
hevur møtt til forsætisráðharrafundirnar saman
við Matti Vanhanen, forsætisráðhara. Halonen
hevur staðiliga hildið fast við ta áskoðan, at nú ES
samstarvið er farið at fevna um trygdarpolitiskar
spurningar, so hevur forsetin høvuðsábyrgdina av
ES politikkinum. Hetta dámar, sum vera mann,
forsætisráðharranum illa, og betur verður tað
ikki av, Vanhanen eisini sjálvur er valevni til
forsetaembætið. Vanhanen heldur ikki, at forsetin
eigur at leggja seg út í uttanríkispolitikkin, men
eigur forsetin heldur at vera ríkisovasti og bert
at umboða tjóðina. Her stendur sostatt eftir hjá
finsku politisku skipanini at finna eina hóskandi
javnvág.
Tarja Halonen er sera vældámd í finska fólkinum.
Ein orsøkin er, at hon í atburði og forsetaligari
medferð er sera fólkslig og ikki hevur firnast fyri
at ganga í móti tí politiska meginstreyminum
í málum av etiskum og principiellum slagi.
Hetta dámar fólki væl. Hon heldur rimmarfast
við, at tað t.d. er hon sum forseti, ið ger av, um
finskir hermenn skulu sendast til Afghanistan.
Við hesari støðutakan er hon á somu politisku
kós, sum Kekkonen og Koivisto, sum høvdu
ta støðu, at uttanríkis- og trygdarpolitikkurin
hoyrir forsetanum og ikki ríkisdegi og stjórn til.
Komandi finski forestin, sum uttan iva verður
Halonen, má tó nú saman við stjórnini finna eina
hóskandi javnvág, soleiðis, at forsetaembætið
kann finna sín endaliga form. Eygleiðarar meta,
at henda tilgongd fer at enda við at myndugleikin
hjá finska forestaembætinum fer at liggja nak
að miðskeiðis millum tilsvarandi myndugleika
hjá ávikavist amerikanska og franska foresta
embætinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Dystur óavgjørdur
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Løgmaður velur heldur
álop á politiskan flokk og
andstøðukvinnu, heldur enn
at svara upp á spurningarnar,
eg setti honum, sigur Heidi
Petersen, løgtingskvinna í
aftursvari til Jóannes Eides
gaard
Løgmanni so líkt, ístaðin
fyri at svara upp á spurn
ingarnar, eg bar fram í
grein míni í bløðunum,
settir einum løgmanni, sum
vælsaktans er løgmaður fyri
alt Føroya fólk, eisini fyri
meg sum tjóðveldisfólk,
so loypur hann beint á
Tjóðveldisflokkin og tey
sjónarmið, eg beri fram í
greinini.
Vit fáa onki svar og onga
sakliga grundgeving, heldur
onga politiska grundgeving
fyri tí, sum løgmaður hevur
latið farið fram. Hálar
vánaligar umberingar úr
lummanum, sum ganga
út upp á, hvat undanfarna
samgonga gjørdi. Á hvønn
hátt legitimera undanfarnar
samgongur tað, løgmaður
ger í dag? Hvussu leingi
ætlar Føroya løgmaður at liva
av politiskum umberingum,
ístaðin fyri at taka ábyrgd av
tí, ið fer fram meðan hann
enn situr sum løgmaður?
Hevði vónað at fingið
eitt greitt svar upp á spurn
ingarnar, eg setti løgmanni,
men hann nýtir enn eina
ferð álop sum vápn í pol
itiska orðaskiftinum, og
tískil er lítil vón fyri, at vit
fáa nyttu av teimum demo
kratisku amboðum, vit nú
einaferð hava í Føroyum.
Demokratiski rætturin til
alment orðaskifti, kjak og
viðmerkingar, sum er ein av
grundarsteinunum í einum
sunnum fólkaræði. Heldur
velur Føroya løgmaður
álop á politiskan flokk og
andstøðukvinnu. Stórt spell
og lítil styrki, ella kanska
er hann desperatur yvir
støðuna, hann hevur komið
okkum í?
Eftir standa ein røð av
ósvaraðum spurningum.
Er løgmaður desperatur?
Løgtingskvinna
HEIDI
PETERSEN
Tað ljóðar sum tað bera
skemt, men er tó seinasta
uppskot Fólkafloksins um
umfordeiling av ágóðum
samfelagsins, sigur Mið
flokkurin í yvirlýsing
Støðan í dag er hon, at
hvør einasti føringur eigur
lut í ávísum vinnufyritøkum.
Og talan er ikki um hissini
fyritøkur. Nakrar av kendastu
eru Atlantsflog, Føroya
Banki, Føroya Fiskavirking
og Føroya Tele. Semja er
um, at flestu teirra eru væl
riknar, vitan og tænastur eru
bygdar upp, og eru ein ogn í
sær sjálvum. Og fitt yvirskot
kemur hvørt ár í landskassan-
hvørjum einasta føringi (tvs.
ognarunum) til fyrimunar.
Uppskot Fólkafloksins,
serverað av Útvarpi Føroya
sunnudagin kl 14.00, er at
nú skal tann føroyingur,
ið kann og vil, kunna fáa
stuðul úr landskassanum
(tvs. úr sínum egna lumma)
til at keypa partabrøv í nú
almennu fyritøkunum (tvs.
frá sær sjálvum), tá hesar
verða privatiseraðar (tvs.
tiknar frá hesum sama før
oyingi).
Fantastiskt- genialt!
Tað mest geniala er tó, at
flestu føringar, t.d. illa sperdar
barnafamiljur, pensionistar,
arbeiðsleys og vit kundu
hildið á, tey hava neyvan ráð
at keypa, fáa tí ongan studning
og missa ta ogn, tey í dag eiga.
Hini, tey, ið hava peningin
kláran, kunnu í friði og náðum
leggja inn undir seg aftur tær
ognir, sum vanligi føringurin
bjargaði í kreppuni ‒ og fáa
harafturat beinleiðis atgongd
í landskassan eftir peningi at
gjalda part av hesum keypi
við.
Og stuðul man hann,
Fólkaflokkurin, fara at fáa
– lítil ivi um tað. Fyrstur
at koma við tankanum var
verandi løgmaður, sum
longu í 2000 skeyt upp at
geva part av Føroya Banka
(sum vanligi føroyingurin
átti og eigur) til sama vanliga
føroyingin, og hugsjónaliga
man Sambandsflokkurin
liggja á somu linju.
Einasti
áhugaverdi
spurningur er, um Tjóð
veldisflokkurin vaknar og
gjøgnumskoðar einskilj
ingarsjónleikin.
Stuðul frá tær sjálvum at
keypa tað, tú eigur framm
anundan?
Stuðul frá tær sjálvum at keypa tað, tú eigur frammanundan?
F. Miðflokkin
Bill
justinussen
F. Miðflokkin
jenis
av rana