mánadagur 16. januar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 16. januar 2006
19
og í haganum omanfyri Vest
manna.
Hann sigur, at SEV hevur
longu fingið heilt nógva
vitan um orkuframleiðslu
úr vindi í Føroyum og tey
næstu árini skulu brúkast til
at útvega enn meiri vitan.
Men royndirnar av hesum
vindmyllunum hava ikki
bara verið góðar.
– Nógv hevur verið tosað
um, at tað órógvar netið hjá
SEV at hesar vindmyllurnar
koma afturat. Og tað hava
vit eisini ásannað nú vit
hava havt hesar tríggjar myll
urnar.
– Myllurnar órógva netið,
men enn hevur tað ikki
verið verri enn so, enn at
SEV hevur kunnað hildið
seg innanfyri tey kravdu
markvirðini.
Tá ið netið órógvast merkir
tað, at SEV fær ikki leverað
streymin við tí kravda spenn
ings-góðskuna og tað kann
gera at elektrisk tól og
elektrisk útgerð, oyðilegst.
– Sostatt ber ikki til at seta
fleiri myllur á netið hjá SEV,
sum støðan er nú og tískil
kunnu vit fyribils gloyma alt
um at tapesera Føroyar við
vindmyllum, soleiðis sum
onkur kanska droymur um.
Hann vísir á, at ein diesel
motorur ella ein vatnturbina
geva heilt støðugan streym,
tá ið tær verða sett til.
– Men tað er ógvuliga
ójavnt, hvussu nógv ein
mylla framleiðir, tí tað
veldst alt um, hvussu nógvur
vindur er og tað ger, at netið
órógvast.
Finn Jakobsen sigur, at
í eini roynd at loysa trupul
leikan við at netið órógvast,
hevur SEV sett pening av í
ár í eini roynd at útvega tól
fyri, sum verða sett á netið
og sum stabilisera spenn
ingin, so at hann alla tíðina
verður innanfyri tey kravdu
markvirðini.
Talan er um eina battarí
skipan, sum tað løðir uppí,
tá ið myllurnar geva ov nógv
an streym, men sum streym
ur verður tappaður av, tá
ið myllurnar geva ov lítlan
streym.
Sostatt kann veitingin
altíð verða støðug.
– Hetta við at netið órógv
ast, er ikki ein trupulleiki,
sum bara føroyingar hava.
Munurin er bara, at vit
mugu klára okkum sjálvi.
Vit liggja einsamøll úti í
Atlantshavi og netið er sera
lítið, samanborið við netini
í øðrum londum. Men av tí
at okkara net er so lítið, er
tað tilsvarandi viðbrekið og
tí tolir tað lítið av, áðrenn tað
órógvast. Hinvegin er netið í
Danmark samanbundið bæði
við Týskland og Svøríki og
tí tolir tað nógv meiri órógv
enn okkara net tolir.
Tað er ikki av tilvild, at
SEV hevur sett tríggjar
myllur upp í Neshaga og at
Røkt hevur tríggjar myllur
omanfyri Vestmanna. Hetta
er nevniliga tað, sum netið
hjá SEV tolir, uttan at tað
verður órógvað so nógv, at
tað er neyðugt at keypa eina
stabiliseringsskipan, sum
enn er rættiliga dýr.
Stór menning
Spurningurin er so, hvat fer
at henda framyvir.
– Hetta komandi árið skal í
fyrstu syftu brúkast til at fáa
meiri vitan burturúr teimum
myllum, vit hava keypt. Men
tað skal eisini brúkast til at
kanna um tað ber til at seta
stabilserandi tól á netið so
at fleiri myllur kunnu setast
upp, uttan at órógva netið so
illa, at SEV ikki fær hildið
seg innanfyri tey kravdu
markvirðini.
Finn Jacobsen sigur
sostatt, at sum støðan er nú,
kunnu vit gloyma alt um, at
vindorka skal verða eitt álit í
orkuveitingini í Føroyum.
Men nýggja tøknin, sum
tann stabiliserandi útgerðin
at seta á netið, kann broyta
fortreytirnar rættiliga mun
andi og tá kann talan verða
um vindorku á einum heilt
øðrum støði.
– Fyrst verður tað kortini
neyðugt at tøknin verður
ment so nógv, at prísurin
verður soleiðis, at tað ber
til at fáa ein burðardyggan
rakstur, annars verður streym
urin ov dýrur.
Samstundis er stór gongd
í at menna elektrolýsuverk,
har vindmyllur gera streym
til framleiðslu av vatni.
Harafturat verður arbeitt við
at menna alduorku. Tað er
eitt arbeiði, sum SEV er farið
undir saman við Wavegen. Í
hesum sambandi hava SEV
og Wavegen stovnað felagið
SeWave, sum ætlar at gera
eitt alduorkuverk við Nípuna
í Vágoy.
Og í Noregi og Bretlandi
verður eisini roynt at menna
tøkni, sum kann vinna orku
burturúr havstreymi. Í stutt
um gongur tann tøknin út
uppá at seta myllur niður á
botn, so at tað er streymur,
sum fær bløðini at mala,
heldur enn vindur.
Sjálvur hevur Finn Jakob
sen stórt álit á, at tøknin um
nøkur ár verður so framm
arlaga, at tað ber til at
nýta hana á burðardyggum
grundarlagi og tá broytast
fortreytirnar munandi.
Opin fyri møguleikum
Annars ásannar hann, at
oljan er nú so dýr, at SEV
noyðist at hugsa um aðrar
orkukeldur.
– Tað er eisini ein ábyrgd
sum SEV tekur í fullum
álvara og tí er felagið ógvu
liga opið fyri nýggjum møgu
leikum.
Í hesum sambandi er vind
orka ein møguleiki, sum
SEV hugsar nógv um og
sjálvur ivist eg ikki í, at tað
er ein framtíð í hesum. Tann
framtíðin er ikki bara beint
hinumegin næsta horn.
Sum sagt er nýtslutíðin
fyri eina myllu í Føroyum
áleið 3800 tímar um árið.
Men eitt ár 8760 tímar
og vit hava skyldu til at
veita viðskiftafólki okkara
støðugan streym allar 8760
tímarnar um árið. Orkan sum
manglar í, má so framleiðast
við vatnorku, ella aðrari
orku.
Men enn stava 55% av
orkuframleiðsluni hjá SEV
frá oljuverkum, 40% stava
frá vatnorku og bara 5%
stava frá vindorku.
– Tí mugu vit hugsa um
aðrar orkukeldur. Sjálvandi
skulu vit útbyggja vatn
orkuna, men eisini hon er
avmarkað og hartil er tað dýrt
at útbyggja hana. Hinvegin
er vatnorkuútbygging ein
íløga sum heldur sær rætti
liga leingi, eini 50-100 ár,
samstundis sum ein vind
mylla bara heldur í 15 ár.
– Skulu vit hugsa um aðrar
orkukeldur, verður mett, at
tað ganga eini 10 ár, áðrenn
elektrolýsuverkini verða so
framkomin, at tey kunnu
brúkast til burðardygga
streymframleiðslu. Sam
stundis verður mett, at menn
ingin av alduorku er á sama
støði, sum vindmyllutøknin
var fyri 15 árum síðani.
Harumframt er arbeiðið at
menna verk, sum vinna orku
burturúr havstreymi, men
tann tøknin er eisini á sama
støði, sum vindmyllutøknin
var fyri 10 árum síðani.
– Hesi næstu 10 árini
vænti eg sostatt, at rættiliga
stór frambrot fara at enda
í royndunum at menna var
andi orkukeldur, sigur Finn
Jakobsen.
Men hetta vísir bara, at
vit verða rættiliga tengd at
oljuni í nakað nógv ár aft
urat, leggur hann afturat.
Nú tað verið tosað um
vindorku, alduorku og aðrar
orkukeldur í nógv ár, men tað
er ikki fyrrenn tey seinastu
árini, at SEV er komið
ígongd av álvara. Hava tit
verið ov seinir á veg?
– Tað haldi eg avgjørt
ikki. Vit hava fylgt gjølliga
við tøkniligu menningini á
økinum, men sum sagt ganga
tað nøkur ár afturat, áðrenn
tøknin er so frammaliga
til føroysk viðurskifti, at
vit kunnu fáa burðardygga
orkuframleiðslu burturúr
nógvum av teimum varandi
orkukeldum, har menningin
er komin longst.
– Tað er eisini ein spurning
ur um SEV skal vera roynd
arkanin og ganga undan at
menna tøkni, sum enn er á
royndarstigi. Vit kundu eisini
gjørt sum grønlendingar. Teir
hava heilt greitt boðað frá,
at teir seta ongar vindmyllur
upp, fyrrenn í 2010, tí tá
meta teir, at tøknin er nóg
frammaliga.
- Kortini halda vit at vit
hava eiga at geva okkara
ískoyti til menningina, sig
ur Finn Jakobsen. Tað er
samstarv okkara í SeWave
eitt dømi um, leggur hann
afturat.
Sí annars
www.sev.fo
www.sewave.fo
rður
oyum
Hendan stabbamyndin vísir, hvussu nógvan streym vindmyllurnar í Neshaga hava framleitt hetta seinasta árið. Framleiðslan
svarar rættiliga væl til tær metingar, sum SEV gjørdi frammanundan
Hóast tað bara eru 200 metrar ímillum myllurnar í Nesaga, er tað rættiliga stórur munur á, hvussu nógvan streym tær klára
at gera. Tað vísir, at tað er ikki bara neyðugt við góðum myllum. Staðið, hartær verða settar, skal eisini veljast við allarstørsta
umhugsi