Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 11 - 16. januar 2006 Við tryggum 3-0 sigri móti skerda SÍ-liðnum, vann Mjølnir sær sætið í steypafinaluni hjá monnum. Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan gjørdist ongan tíð um tann spennandi dystin, sum fleiri annars høvdu roknað við. Fremsta orsøkin var kanska, at sørvingarnir undan dystinum vóru skerdir við bæði sjúku og skaðum, og tó at nýggir leikarar eisini vóru komnir í hópin, so megnaðu hesir ikki uttan víðari at seta seg ígjøgnum. Tað skerst tó ikki burtur, at Mjølnir eisini spældi ein góðan dyst. Triða settið slak­aðu teir tó nakað, men í teimum báðum fyrstu settunum góvu teir greitt til kennar, at teir ikki ætlaðu sær at geva nakað sum helst burtur. Í finaluni verður mótstøðu­ liðið Fleyr, sum er oddalið í landskappingini. Hartil hev­ur Fleyr vunnið bæði FK-kappingina og Mjølnir kappingina hetta kappingarárið, so tað líkist einum havnarliði í serflokki, sum klaksvíkingarnir skulu takast við. Talan var ongan tíð um nakran sum helst iva, tá Mjølnir leygardagin vissaði sær sætið í steypafinaluni hjá monnum Mynd: Álvur Haraldsen Fortuna Odense-SK Aarhus 3-0 (25-18, 25-10, 26-24): Gekk ikki hjá Juannu SK Aarhus hevði settbólt í triða settinum, men frúgvin Fortuna var við Fortuna, sum fekk ivasaman bólt við sær. Og so trumfaðu tær báðar teir seinastu bóltarnar ígjøgnum Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eydnaðist ikki Juannu S. Joensen at gerast triði føroy­ingurin, sum gjørdist út­lendskur steyapavinnari í flogbólti. Leygardagin spældu Juanna og lið­ felag­­arnir úr SK Aarhus danska steypafinalu, og her gjørdist talan um 3-0 tap fyri Fortuna úr Odense. Fortuna var saman um tikið betra liðið í finaluni, og serliga tey bæði fyrstu sett­ini sótu tær á øllum. Triða settið kom Aarhus tó væl við, og tær høvdu eisini settbólt við støðuni 24-23. Tær hildu seg eisini hava vunnið settið, tá ein lang serva frá Fortuna sá út til at vera úti. Men dómararnir dømdu bóltin innanfyri, og so kundi Fortuna framman fyri 1.300 áskoðarum seta punktum við eisini at taka teir báðar næstu bóltarnar. Tryggir sigrar Tveir dystir vórðu spæld­ ir í meistaradeildini hjá kvinnum hetta viku­ skiftið. Í Hoyvíkarhøllini vann TB ein knúsandi tryggan 3-0 sigur, tá tær vitjaðu hjá KÍF. Sigurin hjá gestunum var ongantíð í vanda, og tað kundi bent á, at TB nú av álvara er við at hita upp til steypafinaluna, sum tær skulu spæla móti ÍF. Á Giljanesi var Mjølnir á vitjan hjá oddaliðnum, Drátt­ur, og heldur ikki her var nakar ivi. Hóast Mjølnir var væl við seinasta settið, so var ongan tíð nakar ivi um, at heimaliðið var væl sterkari, og tær fingu soleiðis byrjað endaspælið á sama hátt, sum tær endaðu grundspælið. Úrslit, meistaradeild kvinnur: KÍF-TB 0-3 (16-25, 16-25, 12-25) Dráttur-Mjølnir 3-0 (25- 17, 25-17, 29-27) -mørk Føroyski landsliðs­ venj­arin fekk ein tryggan 3-0 sigur í føðingardagsgávu, tá Tromsø leygardagin spældi móti botn­ liðnum, Lier úr Oslo Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki annað væntandi, enn at Tromsø skuldi vinna ein tryggan sigur. Liðið, sum telur tveir av føroysku flogbóltsútisetanum, og sum á beinkinum hevur føroyska landsliðsvenjaran, er partur av oddastríðnum í Noreg, og tí var ein sigur heilt einfalt eitt krav. Magnus Aðalsteinsson, venj­ari, fylti eisini 35 ár hendan dagin, og tað mundi sum so eisini vera ein hóskandi føðingardagsgáva, at talan gjørdist um somikið tryggan sigur. Um dystin verður annars sagt, at hesin ikki var millum teir bestu, sum Tromsø hev­ ur spælt. Bæði Bárður B. Mikkel­sen og Rúni Weihe byrjaðu hesaferð inni, men byrjanin tóktist onkursvegna merkt av finalusigrinum fyri viku síðani. Næsta settið var um at ganga galið, og eitt skifti hevði Lier eina leiðslu upp á fimm bóltar. Tað eydnaðist tó Magnusi at fáa skil á liðið, og í triða settinum hevði heimaliðið tamarhald á, hóast settúrslitið ikki var so sannførandi. Komandi umfarið skal Tromsø á vitjan hjá Trond­ heim og Kristiansund, og tað tykjast vera tveir týdn­ ing­a­rmiklir dystir í enda­ spælinum. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 11 11 - 0 33 9 24 12 2 SÍ 11 8 - 3 27 18 9 9 3 ÍF 11 6 - 5 24 20 4 6 4 TB 11 5 - 6 21 18 3 6 5 Mjølnir 11 2 - 9 12 30 -18 2 6 KÍF 11 1 - 10 9 31 -22 1 Meistaradeild, m enn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 8 7 - 1 22 10 12 7 2 SÍ 8 6 - 2 21 10 11 6 3 Mjølnir 8 4 - 4 17 13 4 4 4 ÍF 8 3 - 5 14 17 -3 3 5 Nøvan 8 0 - 8 0 24 -24 0 Sunset-kappingin FM-bólkurin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VB 2 2 - 0 - 0 48 40 8 4 2 Stjørnan 2 1 - 0 - 1 49 46 3 2 3 Neistin 2 1 - 0 - 1 42 44 -2 2 4 Kyndil 2 0 - 0 - 2 35 44 -9 0 Niðari bólkurin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 StÍF 2 2 - 0 - 0 48 37 11 4 2 VÍF 2 1 - 0 - 1 48 47 1 2 3 Tjaldur 2 0 - 0 - 2 42 47 -5 0 4 Søljan 2 1 - 0 - 1 36 43 -7 2 Atlantic A irways-kappingin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 H71 2 1 - 0 - 1 332 278 54 10 2 Kyndil 2 1 - 0 - 1 325 284 41 10 3 VÍF 2 2 - 0 - 0 324 316 8 10 4 StÍF 2 1 - 0 - 1 301 306 -5 8 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 298 332 -34 4 6 Neistin 2 0 - 0 - 2 314 378 -64 1 Føroyski landsliðsvenjarin fylti 35 ár, tá Tromsø leygardagin vann 3-0 á Lier BK Tromsø - Lier VBK 3-0 (25-19, 29-27, 25-23): Magnus fekk sigur í gávu Mjølnir-SÍ 3-0 (25-19, 25-19, 25-23): Mjølnir í steypafinaluni