Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 11 - 16. januar 2006 Vindorka kann verða eitt ískoyti í orku­ veitingini, men sum støðan er nú, verður hon aldrin eitt álit. Men nýggj tøkni er á veg, sum kann broyta fortreytirnar munandi. Kortini mugu vit ásanna, at vit verða bundin av oljuni í mong ár afturat, sigur Finn Jakobsen, verk­ frøðingur og deild­ arstjóri hjá SEV Varandi orka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sum støðan er nú, kunnu vit gloyma alt um at Før­ oyar skulu tapeserast við vindmyllum fyri at fáa meiri reinari og varandi orku. Tað staðfestir Finn Jakob­ sen, verkfrøðingur hjá SEV. SEV hevur hetta seinasta hálva árið gjørt royndir við vindmyllum í Neshaga í Eysturoy. Samstundis keyp­ ir SEV streym frá myllu­ num hjá Røkt omanfyri Vest­manna. Hóast royndirnar av myllu­ num eru góðar, er Finn Jakobsen sannførdur um, at í sambandi við orkuveiting, koma vit at vera bundin av olju í mong ár afturat. Kortini hevur hann stórt álit á, at tey næstu árini fer menningin innan varandi orkukeldur verða so stór, at tá eru fortreytirnar munandi broyttar og tá hugsar hann bæði um vindorku og um aðra, varandi orku. – Men tað fara kortini at ganga eini 10-15 ár, áðrenn menningin er komin so langt, at varandi orkukeldur fara at gera nakran mun hjá okkum, leggur hann afturat. Nokk til 1400- 1500 húsarhald Tað eru nú nógv ár síðani at SEV setti eina lítla vind­ myllu, sum er 150 kW til støddar, upp í Nes­haga omanfyri Nes í Eysturoy. Men í summar setti SEV tríggjar myllur afturat upp í Neshaganum, men hesar eru væl størri. Tær nýggju myllurnar eru frá Vestas og tær 660 kWt hvør, so tær eru væl størri enn gamla myllan, sigur verkfrøðingurin. Hann sigur, at sum so hava tey góðar royndir av teimum nýggju myllunum. – Tær hava virkað væl og bert onkur smávegis brek hava verið. Hann sigur, at tær gera streym í eini vindferð úr 4 metrum um sekundið, upp í 25 metrar um sekundið, tá ið tær steðga. Tað vísir seg, at myllurnar gera meiri og meiri streym, so hvørt tað líður út á vet­ urin. Men tað hevur sína nátúrliga forkláring, tí fram­ leiðslan veksur, so hvørt sum vindurin veksur út á árið. Hetta síðsta hálva árið hava tær tríggjar nýggju myll­urnar framleitt 3,58 milliónir kWt tilsamans. Finn Jakobsen sigur, at útfrá teimum royndum, tey hava av teirri lítlu mylluni, hevur SEV mett, at tær tríggjar stóru myllurnar skulu kunna framleiða 7,6 milliónir kWt.   Sostatt vísa royndirnar higartil, at metingarnar hjá SEV hava hildið rætti­liga væl. Fyri at gera talið lættari at fata, kann vísast á, at eitt vanligt húsarhald brúk­ar 5000 kWt um árið. Gera tær tríggjar nýggju myllurnar 7,6 milli­ónur kWt um árið, gera tær sostatt nóg mikið av streymi til 1400- 1500 húsar­hald. Stórur munur á Nógv verður tosað um vind­ orku Føroyum og ofta verður funnist SEV fyri at gera ov lítið fyri at menna vindorku í Føroyum. Men vindmyllurnar í Nes­ haga eru eitt gott dømi um, hvussu viðbrekin vindorka í veruleikanum er. – Allar tríggjar myllurnar standa lið um lið í Neshaga­ num. Ein skuldi trúð, at tær høvdu púra eins umstøður at virka undir, tí tað eru bara 200 metrar ímillum hvørja myllu. Men kortini vísir tað seg, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv hvør myllan hevur gjørt av streymi hetta fyrsta hálva árið, sigur Finn Jakobsen. Hann sigur, at hetta hálva árið hevur tann norð­ asta myllan framleitt 0,98 milliónir kWt, tann mitt­ asta hevur framleitt 1,125 milliónir kWt og tann syðsta hevur framleitt 1,475 milliónir kWt. – Hetta vísur okkum, at skulu vit tosa um vindorku ræðir ikki bara um at hava eina góða myllu. Tað snýr seg sanniliga um at staðið, har hon verður sett upp, verður valt sera nágreiniliga. Ikki bara góðar royndir Finn Jakobsen sigur, at hetta hálva árið, sum er far­ið, hevur onkur mylla havt onkur brek, sum onkur onnur ikki hevur havt. Tí ætlar SEV sær at skrá­ seta framleiðsluna í eini tvey-trý ár afturat fyri at fáa eina heilt sanna mynd av, hvussu nógv ein nágreinilig plasering hevur at týða. Samstundis hevur SEV samstarv við Røkt um myllurnar omanfyri Vest­ manna og tá ið ein tíð er frá­liðin, ber eisini til at samanbera framleiðsluna hjá hvørjari myllu í Neshaganum Nógv ár til varandi orka ver eitt munagott ískoyti í Føro – Sum støðan er nú, kunnu vit gloyma alt um at Føroyar skulu tapeserast við vindmyllum fyri at fáa meiri reinari og varandi orku, soleiðis sum onkur droymir um. Men menning er á økinum og um eini 10-15 ár vænti eg, at fortreytirnar fyri varandi orku eru heilt øðrvísi, enn tær eru í dag, sigur Finn Jacobsen, verkfrøðingur og deildarstjóri í SEV