Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 11 - 16. januar 2006 17 Kvinnurnar hjá StÍF fingu ein kærkomnan sigur, tá ið tær sunnudagin vitjaðu í Vestmanna. Hóast StÍF var á odda ein stóran part av dystinum, so var tað ikki fyrr enn í evstu løtu, at tær vissaðu sær sigurin. SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í fyrra hálvleiki var StÍF greitt tað betra liðið, og munurin í steðginum kundi verið væl meira enn tey tvey málini, um ikki Tomma Petersen í VÍF- málinum hevði staðið so avbera væl. Tomma gjørdi eisini sítt til, at tað í seinna hálvleiki eydnaðist heimaliðnum at venda gongdini, soleiðis at VÍF kom á odda, og eitt skifti var framman fyri við fýra málum. Men strandakvinnur góv- ust ikki, og hóast sterki skjúttin, Rebekka Justin- ussen, var mansvard allan seinna hálvleik, tóku tær seg spakuliga inn á heima- liðið. Ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist StÍF at taka VÍF aftur, var framúr gott málmansspæl frá Adelu Burcea. Hon tók snøgt sagt alt tí einu løtuna, og sjálvsálitið hjá skjúttunum hjá VÍF hvarv fullkomiliga. VÍF hevði møguleikan at avgerða dystin fleiri ferðir, men brendu upplagdar møguleikar, og ístaðin fekk StÍF fyrst javnað til 19-19, og at enda eisini 20-19, og harvið fekk StÍF trý kærkomin stig. Vit hava tíverri ongan dómaraseðil fingið send- andi úr Vestmanna, og tí ber ikki til hjá okkum at gera eitt yvirlit yvir mál- skjúttar, útvísingar, brots- køst og annað. Vágskvinnur fingu ein kærkomnan sigur á arvafíggindunum úr Stjørnuni, tá ið tær vitjaðu í Klaksvík sunnudagin. SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Boðini hjá vágskvinnum vóru greið undan dystinum móti Stjørnuni, tí skuldi VB ikki missa sambandið við Stjørnuna, so var tað alneyðugt hjá teimum at vinna dystin. Men liðini høvdu eisini hitst dagin fyri í steypakappingini í Vági, og tá vunnu klaksvíks- kvinnur ein greiðan sigur. Eingin Asta í málinum Fortreytirnar hjá VB vóru annars ikki so góðar, tí sterki málverjin hjá teim- um, Asta, fekk skaða í hálvfinaluni leygardagin, og tí var hon ikki við í Klaksvík. Ístaðin fekk unga Elsa Ludvig møguleikan, og hon stóð seg serstakliga væl. VB legði bragdliga fyri í Klaksvík, og føroyameistararnir høvdu greiða yvirvág í fyrra hálv- leiki, har tær eitt skifti vóru á odda við seks málum. Eftir steðgin mentist Stjørnan, og tá ið stór- skjúttin hjá VB, Daiva Tomaite, fekk reyða kortið miðskeiðis í hálvleikinum, hildu tey flestu, at nú fór tað at eydnast Stjørnuni enn einaferð at venda einum hóttandi tapi til ein sigur. Tað sá eisini soleiðis út, tí Stjørnan koyrdi væl hesa løtuna, og tær tóku eisini leiðsluna í dystinum og vóru á odda, tá ið einans tveir minuttir vóru eftir at leika. Men VB gav ikki skarvin yvir, og tað eydnaðist føroyameistar- unum at venda gongdini aftur í evstu løtu, og í sein- asta minuttinum skoraði Christina Holm sigurs- málið til endaliga úrslitið 25-24. Harvið hevur VB lagt seg á odda í Sunset-kappingini, men kappingin er sera jøvn, og alt bendir á, at spenningurin fer at halda sær til seinasta leikdag. Stjørnan-VB 24-25(8-13) Stjørnan: Katarina Stepa- nov 6, Lovisa Andreassen 5, Joan M. Djordjevic 4, Alina Olaru 4(1), Durita Kristoffersen 3, Maria við Neyst 2 VB: Rannvá Augustin- ussen 8, Daiva Tomaite 6, Christina Holm 4(1), Svava Vestergaard 2, Laila Jespersen 2, Marina Zhylko 1, Margreth Augustinussen 1, Monika Samuelsen 1 Brotskøst: Stjørnan 2(1), VB 4(1) Útvísingar: Stjørnan 1, VB 2 Reytt kort: Daiva Tomaite, VB Dómarar: Kristian Johansen og Sámal Paula- son. VÍF-StÍF 19-20(9-11) Vunnu í evstu løtu Strandakvinnur vunnu ein kærkomnan sigur á VÍF í Vestmanna sunnudagin, men tað sá leingi út til, at VÍF fór avstað við sigrinum. Mynd: Álvur Haraldsen Stjørnan-VB 24-25(8-13) VB fekk uppreisn Dysturin millum kvinnuliðini hjá teimum báðum havnarfeløgunum, Kyndil og Neistanum, gjørdist ógvuliga spennandi og undirhaldandi. SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var allatíðina sera tætt millum liðini bæði, og tað vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni millum liðini. Viðhvørt var tað Kyndil, sum var á odda, og viðhvørt var tað Neistin. Síðstu minuttirnir avgjørdu Í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var tað Kyndil, sum allatíðina hevði hug at stinga nøsina fram um Neistan, men seinastu 20 minuttirnar av dystinum gekk tað báðar vegir. Tað stóð á jøvnum 14-14, og liðini fylgdust so stavn um stavn til einans tríggir minuttir vóru eftir at leika. Tá legði Annika Ljósstein Neistan á odda 20-19 við brotskasti, og samstundis fekk sterki skjúttin hjá Kyndli, Randi Wardum, sína triðju útvísing og harvið reyða kortið. Hetta var ein smeitur fyri Kyndil, sum misti eitt av sínum sterkastu álopsvápnum, og hetta sást eisini aftur. Kyndil fekk einki mál síðstu minuttirnar, og ístaðin kundi Nicoleta Radu Hansen sláa sigurin fastan fyri Neistan, tá ið hon skoraði til endaliga úrslitið 21-19. Kyndil-Neistin 21-19(10-9) Kyndil: Jórun Ludvig 5(2), Randi Wardum 5, , Anja Heinadóttir 3, Lina Andriulyte 3, Súsanna Petersen 2, Ronja M. Mikkelsen 1(1) Neistin: Annika Ljósstein 6(1), Nicoleta Radu Hansen 6, Annika Thomsen 5, Rakul Augustinussen 2(1), Kára á Dunga 1, Unn Kragesteen 1 Brotskøst: Kyndil 6(3); Neistin 5(2) Útvísingar: Kyndil 3, neistin 3 Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen Áskoðarar: 78 Kyndil-Neistin 19-21(10-9) Spennandi grannauppgerð Maðurin, sum í fjør lyfti FM-steypið fyri B36, hevur enn ikki gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár. Liðfelagarnir í B36 leggja annars til brots við veruligu fótbóltsvenjingini í kvøld, eftir at teir í nakrar mánaðir hava vant krops- liga venjing burturav. Men hóast samráðingar hava verið millum Pól og B36 um nýggjan sáttmála, so hava hesar enn ikki givið nakað úrslit. – Í løtuni má í øllum førum sigast, at stígur er komin í samráðingarnar. Eg hevði annars ætlað mær at spælt við B36 aftur í ár, men í verandi støðu tykist hetta ógvuliga ivasamt, sigur 32 ára gamli verjuspælarin. Hann vil tó á ongan hátt staðfesta, at hann við hesum er liðugur í B36. Hann váttar, at fyrispurn- ingar eru komnir frá øðrum feløgum, men veruligar samráðingar hevur talan so ikki verið um. – Eg havi sjálvandi eisini hoyrt søgurnar um, at eg havi gjørt sáttmála við okkurt annað felag, men tað er so einki um hetta, staðfestir Pól. Pól Thorsteinsson kom til B36 úr VB í 1998. Her spældi hann í tvey ár, áðrenn leiðin í 2000 gekk til Íslands, har hann spældi í eitt ár. Í 2001 spældi hann við NSÍ, sum hetta árið vann steypakappingina og gjørdist nummar tvey í landskappingini. Síðani hetta hevur hann aftur spælt í B36. Pól hevur 37 ferðir umboðað Føroyar í altjóða høpi. Fyrsta ferðin var, tá Føroyar tann 30. apríl í 1997 vunnu 2-1 á útivølli móti Malta. Seinasti dyst- urin var í oktober 2004, tá Føroyar spældu móti Írlandi í Dublin. -mørk Pól í bíðistøðu