mánadagur 2. januar 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 1 - 2. januar 2006
Hóast nógv fólk
vóru í býnum í Havn
nýggjársaftan, so
var talan um eitt
rættuliga friðarligt
ársskifti, verður
upplýst á politistøðini
í Havn.
Polititíðindi
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Vakthavandi á politistøðini
í Havn sigur, at nakrir smá
vegis skaðar av fýrverki
vóru, men ikki nakað álvars
ligt.
Sum vanligt vikuskifti
Nýggjársaftan var ein bil
førari tikin fyri at koyra við
kenning í Havn, og hann
verður nú ákærdur fyri rús
drekkakoyring.
Nakað av herverki var
eisini, og millum annað var
onkur postkassi sprongdur í
luftina. Hetta hevur í mong
ár verið rættuliga vanligt í
grannalondum okkara, at
ótangar sprongja postkassar í
luftina í sambandi við nýggj
árið, og nú sær tíverri út til,
at hetta er við at vinna fram
í Føroyum eisini.
Tórshavnar
Sløkkilið
hevði undan nýggjárinum
givið loyvi til 80 ymisk
bál kring høvuðsstaðin, og
sambært løgregluni hava
ongir trupulleikar verið av
hesum. Vakthavandi á politi
støðini sigur, at teir ongar
fráboðanir hava fingið um
ólóglig ella vandamikil bál,
og hann heldur eina orsøk
verða, at veðrið var so mikið
gott nýggjársaftan.
Friðarligt
ársskifti
Hóast nógv fýrverk var sent nýggjársaftan, so sigur løgreglan kring alt landið, at talan hevur verið um eitt serstakliga friðarligt
ársskifti.
Mynd: Eirikur Lindenskov
Náttina til nýggjárs
aftan var innbrot
framt móti handl
inum hjá Kaj
Andreassen í Brekku
túni í Hoyvík. Tjóv
arnir eru farnir
avstað við umleið
20.000 krónum í
reiðum peningi
Innbrot
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Løgreglan fekk fráboðan
ina um innbrotið nýggj
ársaftansmorgun,
og
innbrotstjóvarnir eru farnir
avstað við umleið 20.000
krónum. Eisini eru onkrir aðrir
smærri lutir tiknir, og onkur
teirra kann hava avgerandi
týdning í arbeiðinum hjá
kriminalløgregluni í at finna
fram til innbrotstjóvarnar.
Eyðkendir tendrarar
Bergleif Brimvík, leiðari
á kriminaldeildini hjá løg
regluni, sigur, at í løtuni
hevur løgreglan sum so
ongar slóðir at ganga eftir,
men teir vóna, at fólk
kunnu hjálpa teimum við
hesum. Hann sigur, at tjóv
arnir millum annað hava
stolið nakrar eyðkendar ein
gangstendrarar, sum eiga at
verða lættir at kenna aftur.
- Talan er um nakrar
klárar eingangstendrarar
við áskriftini Hünnebech.
Áskriftin er svørt, og tað
sama er sjálvt høvdið á
tendrarunum. Um foreldur
ella onnur leggja til merkis
børn, ið hava slíkar tendrarar,
vilja vit fegin frætta frá
teimum, sigur Bergleif
Brimvík.
Leiðarin á kriminaldeildini
greiðir frá, at tjóvarnir hava
brotið seg inn gjøgnum
bakdyrnar í handlinum,
og at tað kundi verið líkt
til, at talan er um ungfólk,
tí holið, sum tjóvarnir eru
komnir inn ígjøgnum, er
sera lítið, og tað má metast
trupult hjá vaksnum fólki at
koma inn í handilin gjøgnum
áðurnevnda hol.
Fekk
skaða
í hond
ina
Ein ungur maður í Kvívík
fekk
nýggjársaftan
stóran skaða í hondina
nýggjársaftan av fýrverki.
Skaðin hendi, tá ið ein
rakett rakti mannin. Sum
skilst kom rakettin bæði
í búkin og í hondina á
manninum.
Maðurin
fekk skaða í hondina
av rakettini, og hann
noyddist á skaðastovuna,
har hann bleiv seymaður
og fekk fleiri pentur.
Á skaðastovuni á
Landssjúkrahúsinum
hava tey annars ikki
havt tað stóra at gjørt av
fýrverksskaðum, og sagt
verður, at talan hevur
verið um eitt rættuliga
friðarligt nýggjár.
tn
Tað er ikki bert í
høvuðsstaðnum, at
ársskiftið hevur verið
serstakliga friðarligt.
Bæði á politistøðini í
Runavík og í Klaksvík
verður boðað frá
óvanliga friðarligum
nýggjári
Løgregla
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Vakthavandi á politistøðini
í Runavík segði í morgun,
at talan hevði verið um eitt
óvanliga friðarligt ársskiti.
Løgreglan í Eysturoynni
hevði einki havt at gjørt,
og ongar fráboðanir høvdu
verið um skaða av fýrverki,
eld ella nakað sum helst
annað.
Sama støða í Klaksvík
Í næststørsta býnum í Før
oyum, Klaksvík, hevur
nýggjárið eisini verið sera
friðarligt.
Vakthavandi
á politistøðini sigur, at
hann sjálvur hevði vaktina
millum nýggjársaftan og
nýggjársdag, og telefonin
ringdi ikki eina tí einastu
ferð, sigur hann.
- Tað hevur einki verið, og
um onkur skaði hevur verið
av fýrverki, so er tað ikki farið
umvegis politistøðina, sigur
vakthavandi á politistøðini í
Klaksvík.
20.000 krónur stolnar
Løgreglan einki at gera