Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2006 3 Føroyingar hava sera stóran áhugi fyri at tekna partapening í nýggja flogfelagnum FaroeJet. Ætlanin er at fáa 25 milliónir í partapeningi, og stjórin roknar við, at sum áhugin nú vísir seg at verða, má felagið velja ímillum tey mongu, sum vilja seta pengar í Farojet Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Áhugin fyri at seta peng­ ar í nýggja føroyska flog­ felagið, FaroeJet, er ovur­ honds stórur, og tað verður eingin trupulleiki at fáa tær 10 milliónirnar afturat teimum 15, sum vóru settar í felagið, tá ið tað varð stovnað. – Tað er sera stórur áhugi fyri at seta pengar í FaroeJet. Partaeigararnir verða ringdir niður av fólki, sum vilja seta pengar í, og tað eru fólk av øllum slag, sum vilja eiga í felagnum, sigur Johan E. Simonsen, sum er stjóri í FaroeJet. – Fólk vilja seta alt frá 1.000 krónum til 100.000 krónur í felagið, men tað er rættiliga vanligt, at upp­ hæddir millum 10.000 og 25.000 krónur verða nevnd­ ar, sigur hann. Hvussu ber tað til, at áhugin fyri FaroeJet er so stórur? – Eg haldi, at fólk sakna møguleikan at kunna velja millum tvey flogfeløg. Tað er ongantíð gott við monopoli, og tí taka fólk so væl ímóti einum nýggjum føroyskum flogfelag. Flúgva seinast 1. apríl Tá ið FaroeJet varð stovnað vóru 15 milliónir krónur settar í felagið, og tað vóru bara føroyskir partaeigarar, sum settu pengar í. Ætlanin er, at 25 milliónir krónur skulu verða í partapeningi, og av teimum er ein milli­ ón krónur sett av til starvs­ fólkini. Størstu partaeigararnir í FaroeJet eru Safari Tran­ sport og Norðoya Spari­ kassi. FaroeJet æltar sær í luft­­­­­ina við einum BA-146 flogfari í mars ella seinast 1. apríl, og flog­farið verður sett í fasta rutu millum Føroyar og Keypmannahavn. Flogfarið tekur 94 ferðafólk, og mál­ ið er at fáa ein triðing av marknaðinum. Gera klárt at tekna Men fyrst skulu nógv form­lig viðurskifti fáast í rættlag, og eitt av teimum eru at tekna partapening. – Tað verður eingin trup­ ulleiki at náa málinum at fáa 25 milliónir í parta­pen­ ingi, sum áhugin nú vísir seg at vera. Tað verður heldur øvugt, at vit mugu velja ímillum tey mongu, sum vilja seta pengar í, sig­ur Johan E. Simonsen, stjóri. FaroeJet arbeiðir nú við at fáa neyðugu loyvini til at tekna partapening, og nú verður bíðað eftir onkrum myndugleikum, sum skulu gera hetta møguligt. Stjórin í FaroeJet vónar, at alt er komið upp á pláss seinni í hesum mán­aðinum, og tá verður so endaliga tekningin av parta­pen­ inginum gjørd. FaroeJet flúgvandi frá byrjan – Eg haldi, at fólk sakna møguleikan at kunna velja millum tvey flogfeløg. Tað er ongantíð gott við monopoli, og tí taka fólk so væl ímóti einum nýggjum føroyskum flogfelag, sigur Johan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet