Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2006 5 Vágur er nýggjárs­ bygd og eisini ár­skiftið 2005/2006 varð hildið við øllum tí, ið hoyrir til, tá ein hevur gingið á odda í meira enn 35 ár Nýggjár Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Vágbingar taldust millum teir fyrstu, ið av álvara fóru at gera nógv burturúr nýggjárshaldi. Mitt í seksti­ árunum tóku ungfólk seg saman og síðani vant hetta uppá seg. Vágbingar høvdu stóra veitslu við tiltiknum skemtarum, og ikki minst bál og fýrverk vóru í serflokki. Onnur støð í Føroyum skipaðu síðani fyri nýggj­ árs­haldi eftir sama leisti og í dag er tað vanligt, at í hvussu er størru plássini gera nógv burturúr. Við tað gamla Ársskiftið 2005/2006 varð eisini hildið í Vági, sum tað sømir seg eini nýggjárs- og undangongubygd. Veitslan var hildin í Stóra Pakkhúsi. Hon hevur áður verið í VB húsinum. Tiltiknu skemtararnir Robert, Niels Petur, Petur og Arnfinn skemt­aðu, sum teir hava gjørt tað í eitt mannaminni. Guðstænasta, kyndla­ gonga, bál og fýrverk, so ein kemur at hugsa um Tivoli. Dansur í VB høllini til ljósan morgun. Alt var við tað gamla, men eitt nýtt ár varð skot­ ið inn við manér í fremstu nýggjársbygdini í Føroyum. Tey heimleysu í Føroyum skulu nú hava eitt virðiligari lív og ábyrgdin skal býtast ímillum landið og kommunurnar Heimleys Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skulu tey heimleysu í Føroyum hava betri umstøður. Tað er eitt mál, sum Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í almannamálum hevur sett sær fyri í tí nýggja árinum. Í vár fer hann sostatt at leggja uppskot fyri løgtingið um viðurskiftini hjá teimum heimleysu. Uppskotið, sum hann fer at leggja fyri løgtingið er grundað á tilmælið, sum hann fekk frá einum arbeiðsbólki í summar um viðurskiftini hjá teimum heimleysu. Hans Pauli Strøm sigur, at samtykkir løgtingið upp­ skotið, fer hann síðani at biðja um pening á fíggjarlógini at seta tey tiltøk í verk, sum standa í uppskotinum. Tað kann so gerast á fíggjarlógini fyri 2007. Men vil Løgtingið hava tiltøkini sett í verk skjótari, kann tað eisini vera á eini eykajáttanarlóg einarferð næsta ár. Støðan hjá teimum heim­ leysu hevur verið rættiliga nógv umrødd í fleiri ár og teirra kor í dagsins Føroyum hava onkuntíð verið skýrd ein landsskomm. Ein stórur ivaspurningur er, um tað er landið ella komm­unurnar, sum hava ábyrgdina av viðurskiftunum hjá teimum heimleysu. Mett verður, at tað eru eini gott 20 heimleys í Føroyum – og tey eru øll í Havn. Av teimum verður mett, at eini 12 hava brúk á einum heimi. Tað, sum lagt verður upp til í uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið, er, at tað skal verða kommunan, sum hevur ábyrgdina av teimum heimleysu og hava ábyrgdina av at seta tey neyð­ugu tiltøkini í verk. Men tey tiltøk, sum verða sett í verk, skulu setast í verk í samráð við teir sjálv­ bodnu felagsskapir, sum virka á økinum, eitt nú Frels­ unnarherin og Bláa Kross. Talan kann vera um, at kommunan leigar seg inn hjá teimum sjálvbodnu felags­ skapinum. Hinvegin skal landið be­tala 2/3 av tí, tað kostar at reka tey tiltøk, sum verða sett í verk Tað, sum uppskotið hjá Hans Paula Strøm miðjar ímóti, er at stovna eitt heim til heimleys í Havn. – Tað skal vera eitt heim, har tey kunnu koma treytaleyst. Talan er um ein umsorganarbústað og tað merkir, at heimið tekur ímóti teimum útfrá teirra egnu fortreytum. Sostatt eru ongi krøv um, at tey skulu vera edrú, ella skulu til avvenjingar. – Tað skulu ikki setast krøv til hesi fólkini, sum tey ikki kunnu liva upp til kortini. Á heiminum skulu tey hava umstøður, sum tey kunnu kalla eitt heim, tað vil siga, eina fjálga song og umstøður at goyma og varðveita tað, tey eiga. Samstundis skal fólk verða á staðnum, sum kann veita teimum tað røkt, ið tey sum menniskju hava tørv á fyri at tey kunnu liva eitt virðiligt lív. – Trupulleikin hjá teimum heimleysu er, at tey megna ikki at halda fast um ein bústað, tí tey eru mangan ikki før fyri at gjalda, ella verða koyrd á dyr av øðrum orsøkum. Tí haldi eg, at vit eiga at skipa teimum eitt stað, sum tey kunnu kalla eitt heim, sigur Hans Pauli Strøm Hann sigur kortini, at sam­ stundis er eisini ætlanin at bøta um herbergini, har fólk detta inn av gøtuni. Tey heimleysu koma nú í tingið Nú fer hans Pauli Strøm, landstýrismaður, at taka ítøkilig stig fyri at geva teimum heimleysu í Føroyum eitt virðiligari lív Dimon-ættin á Tvøroyri gevst nú at baka og kenda bakaríið í Suðuroy fær nú nýggjan eigara Nú á nýggjarinum skifti ein kend familjufyritøka á Tvøroyri, eigara. Tað er bakaríið og hand­ilin hjá Dimon og á Tvøroyri, sum nú er selt og fer á aðrar hendur. Tað eru annars 80 ár síð­ani, at Sofus Dimon fór at baka á Tvøroyri og Oddur Dimon, sum nú eig­ur bakaríið, er triðja ætt­arlið, sum eigur og rekur bakaríið. Umframt bakarí, var tað eisini kondittarí eitt langt áramál, har nógv fólk stukku inn á gólvið at fáa sær ein drekkamunn við nýbakaðum afturvið. Í seinni helvt í sekjsti­ árunum, tók sonurin, Áki Dimon yvir og hesi seinastu árini hevur sonur hansara aftur, Odddur, staðið fyri rakstrinum. Oddur Dimon, sum nú hevur gjørt av at selja, sig­ ur, at hann er blivin troyttur av hesum lívinum. Hann er 44 ára gamal, men hevur arbeitt í bakaríðnum í 28 ár. Fyri trimum árum síðani keypti og yvirtók hann bakaríið eftir pápan, Áka Dimon. Men tað er kanska ikki so undarligt, at bakarar verða troyttur, tí Oddur sigur, at tað er mestsum sjey dagar um vikuna alla tíðina. Samstundis má hann ásanna, at ongin av hansara børnum eru áhugað at taka yvir og tí avgjørdi hann at selja nú, ímeðan hann hevur aldurin til at royna okkurt annað. Men hvat tað verður, er ikki endaliga avgjørt enn. Tann, sum nú hevur keypt og yvirtekur bakaríið, er Hans Olaf Johannesen í Froðba, sum annars eig­ur og rekur bakaríið Breyð­ kassin í Porkeri. Hans Olaf Johannesen ætlar sær nú at halda fram við báðum bakaríðunum. Gomul familju­ fyritøka á Tvøroyri fer nú í søguna Vágbingar inn í 2006 við vanliga veitslurómanum Nógv fólk eiga mong spor inni í bakaríðnum hjá Dimon á Tvøroyri, men nú fer tað í søguna. Nýggur eigari yvirtekur tað nú á nýggjárinum