mánadagur 2. januar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 1 - 2. januar 2006
- Vit halda tað ikki
vera rætt, at føroysk
línuskip skulu gjalda
allan prísin fyri tann
partin av føroyska
fiskiskipaflotanum,
sum fiskar av norskari
kvotu eystanfyri,
sigur formaðurin í
Línuskipum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Rólant Poulsen sigur, at
tað, sum serliga var til við
gerðar á aðalfundinum hjá
felagnum Línuskipum í
seinastu viku, var sáttmálin
millum Føroyar og Noreg,
sum enn ikki er komin upp
á pláss.
- Samráðingarnar millum
londini bæði endaðu úrslita
leysar herfyri, men verða
ætlandi tiknar uppaftur í
Danmark mkudagin.
Hann sigur, at felagið
Línuskip varð ikki umboðað
við seinastu samráðingar, tí
formaðurin var ikki heima.
Tískil varð felagið umboðað
av Føroya Reiðarafelag í
staðin.
- Men nú samráðingarnar
verða tiknar uppaftur, ynskja
vit at verða við, og í dag
verður fyrireikandi fundur
millum føroysku umboðini,
sum síðan verða við í sam
ráðingunum, sum verða
uppafturtiknar í Danmark
mikudagin.
Norðmenn burtur
Rólant Poulsen sigur, at
limirnir í felagnum Línu
skipum hava álagt nevndini
at virka fyri, at norskir
línubátar verða útihýstir á
Føroyaleiðini.
- Vit halda tað ikki vera
rætt, at føroysk línuskip
skulu gjalda allan prísin
fyri tann partin av føroyska
fiskiskipaflotanum, sum
fiskar av norskari kvotu
eystanfyri.
Hann vísir á, at 12 norsk
línuskip hava havt loyvi at
veiða undir Føroyum í senn
um árið, og tað heldur felagið
Línuskip er alt ov nógv.
- Nú línuskipaflotin í bólki
3 er vorðin so stórur, hava
vit brúk fyri teimum leiðum,
sum norðmenn royna á, tá ið
gýtingin er fyri, og nógvar
leiðir eru stongdar.
Hann vísir á, at inntøkurnar
hjá føroyskum línumonnum
eru falnar nógv seinastu
tvey árini, samstundis sum
útreiðslurnar til eitt nú agn
og olju eru øktar.
- Manningarparturin hjá
okkum í fjør liggur um
280.000 krónur, meðan teir,
sum sigla við flakatrolarunum
og nótaskipunum, hava ein
manningarpart, sum liggur
um 450 og yvir 800.000
krónur. Tí duga vit ikki at
síggja, hví vit skulu ”bløða”
fyri tað, sum flakatrolararnir
og nótaskipini veiða í norsk
um sjógvi, sigur Rólant.
Hann vísir á, at norskir
línubátar í 2004 eru skrásettir
at hava fiskað 4.600 tons
undir Føroyum, serliga av
brosmu og longu.
Ymiskar sømdir
- Umframt tað, sum vit
kunnu fiska undir Føroyum,
fáa vit nakrar túrar undir
Íslandi, men oftast eru vit
komin heilt út í mai, áðrenn
vit sleppa til Íslands.
Rólant sigur, at Íslands-
kvotan gevur umleið 2 mil
jónir krónur til hvørt skipið
- alt eftir, hvussu stóra kvotu
skipini eiga har yviri.
- Vit halda tó, at djúpa
vatnið undir Føroyum í
gýtingartíðini hevði givið
okkum meira enn hesar
2 miljónir krónurnar, um
norskir línubátar tá ikki lógu
á hesum leiðum og troyttu
okkara grunnar.
Hann heldur eisini, at norð
menn sleppa alt ov lætt, tá
ið teir fiska undir Føroyum,
tí teir eitt nú kunnu skifta
millum føroyskan sjógv og
ES-sjógv á sama túri.
- Vit kunnu hinvegin ikki
skifta ímillum føroyskan og
íslendskan sjógv – ella øvut,
sigur hann.
Órógvandi veiða
Rólant sigur, at felagið
Línuskip ikki kann prógva,
at nakað óregluligt fer fram
hjá norskum línubátum
undir Føroyum, men hann
heldur tað vera órógvandi, at
norsku skipini kunnu skifta
millum føroyskan sjógv og
ES-sjógv á sama túri.
- Vit síggja javnan norsk
línuskip liggja ímillum før
oysku línuskipini og fiska
– og teir siga seg tá fiska
brosmu og longu. Vit siga
ikki, at tølini hjá teimum
eru skeiv, men okkum dámar
avgjørt ikki hesa skipan,
leggur hann aftrat.
Í øllum førum staðfestir
formaðurin í Línuskipum,
at norðmenn síggja stórt í
at sleppa undir Føroyar at
royna.
- Hvørt ár iggja teir klárir
longu millum jól og nýggjárs
at koma higar at royna, og
tað er ikki av ongum, heldur
Rólant.
Hann heldur, at føroysku
línuskipini avgjørt áttu at
sloppið út á djúpari vatn, tá
ið nógvar av línuleiðunum
eru stongdar um várarnar.
- Men tá er ikki roynandi
á hesum leiðum fyri norsku
línubátunum, sigur hann.
Rólant Poulsen sigur seg
hava skilt, at eftirlitið við
norsku línubátunum í før
oyskum sjógvi er økt.
- Men tað man vera rími
liga torført hjá myndugleik
unum í eini handavending
at staðfesta, hvat er í eini
frystilast við eini 20-30
kuldastigum, sigur formað
urin í Línuskipum.
Líggjas Johannesen
úr Klaksvík ynskti
ikki afturval, og í
hansara stað varð
Eirikur Olsen av
Tvøroyri valdur.
Formaður í felag
num er Rólant
Poulsen
Aðalfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Felagið Línuskip hevði
aðalfund á Bátasavninum
í Leirvík í síðstu viku.
Eins og Føroya Skipara-og
Navigatørfelag og Føroya
Fiskimannafelag, heldur
felagið Línuskip eisini
aðalfund millum jól og
nýggjárs, tí tá eru flestu
fiskimenn heima.
Rólant Poulsen, formað
ur í felagnum, sigur, at
fundurin var væl møttur.
Fleiri skip
- Síðan ruddað varð upp
millum bólkarnar við línu
skipum, hoyra nú tilsamans
26 skip til hendan bólkin,
og ofta møta bæði reiðarar
og skiparar til fundar, tá ið
aðalfundur er.
Hann sigur, at áður vóru
19 ella 20 skip í bólkinum,
men síðan eru tey skipini
komin aftrat, sum vóru í
bólki 4.
- Skipini, sum komin
eru aftrat úr bólki 4, eru
eitt nú línuskip, sum eru
”umgjørdir” útróðrarbátar,
t.v.s. at fleiri fiskiloyvir eru
løgd saman í tað eina. Nú
eru vit soleiðis 26 skip í
bólki 3, sum eru línuskip
yvir 110 brt. Einir 13-15
mans eru umborð á hvørj
um av hesum skipum, og
soleiðis er hetta vorðin
ein stórur skipabólkur við
nógvum arbeiðsplássum.
Rólant Poulsen sigur,
at á aðalfundinum hevur
hvørt skip eina atkvøðu, og
limaskapurin kostar 5.000
krónur fyri hvørt skipið um
árið.
Eirikur nýggjur
Tveir limir í nevndini í
Línuskipum standa fyri val
ið annaðhvørt ár og tríggir
annaðhvørt ár.
Í ár stóðu soleiðis tveir
limir fyri vali.
Líggjas Johannesen úr
Klaksvík ynskti ikki aftur
val, og í hansara stað varð
Eirikur Olsen av Tvøroyri
valdur.
Teir, sum umboða nevnd
ina í Línuskipum í dag,
eru: Rólant Poulsen, Eiði,
formaður, Jóhannes Olsen,
Toftir, næstformaður, Tor
leif Sigurðsson, Klaksvík,
kassameistari, Dánjal Jákup
Vilhelm, Norðskáli og
Eirikur Olsen, Tvøroyri.
Á aðalfundinum kom
andi ár standa Rólant og
Jóhannes fyri vali, og
Rólant Poulsen sigur, at tá
ætlar hann at leggja frá sær
sum formaður.
- Eg bjóðaði mær at fara
úr nevndini á aðalfundinum
næstseinast, tí eg hevði selt
skipið, Morgunstjørnuna,
men aðalfundurin ynskti
tá, at eg helt fram. Men
nú verður tað so bara hetta
árið aftrat, sigur Rólant
Poulsen.
Felagið Línuskip
havt aðalfund
Meðan fundirnir hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag og
Føroya Fiskimannafelag vórðu hildnir í Havn, helt felagið
Línuskip aðalfund á Bátasavninum í Leirvík
Mynd: Vilmund Jacobsen
Føroyskir línumenn:
Burtur við norskum línu-
skipum á føroyskum øki
Føroyskir línumenn vilja hava norsku línubátarnar úr føroyskum sjógvi. Hetta hava limirnir í
Línuskipum álagt nevndini at arbeiða við
Mynd: Vilmund Jacobsen
Línuskipið, Morgun
stjørnan, hevur
skift heimstað og er
vorðin ein partur av
línuskipaflotanum
hjá toftamonnum
Eigaraskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipið, Morgunstjørnan,
sum P/F Múlavík á Eiði
hevur átt, hevur aftur skift
eigara.
Tað vóru Kristian Julius
Jacobsen og Rólant Poulsen,
sum áttu Morgunstjørnuna,
men fyri einum ári síðan
seldi Rólant síni partabrøv í
felagnum til Kristian Julius,
sum síðan einsamallur hevur
átt felagið, P/F Múlavík.
Toftamenn keypa
Nú hevur Kristian so avgjørt
at selja toftamonnum við
Jóhannesi Olsen, sum eigur
felagið P/F Eysturoy og
línuskipini, Eysturoying og
Sigmund, felagið Múlavík.
Kristian Julius Jacobsen
og Rólant Poulsen áttu Morg
unstjørnuna og Vesturland,
sum Thor í Hósvík keypti
fyri umleið trimum árum
síðan.
Nú hevur so Morgunstjørn
an eisini skift heimstað og
er vorðin ein partur av
línuskipaflotanum hjá tofta
monnum.
Toftamenn hava nú keypt Morgunstjørnuna