mánadagur 2. januar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2006
7
Tað fer helst at ganga
ein mánaður ella so
aftrat, áðrenn nýggja
virkið ”Faroe Fresh”
kann byrja spennandi
virksemið sítt at
keypa og útflyta fisk
beinleiðis á europeiska
marknaðin
Útflutningur
Snorri Brend
Miðvágur: Ætlanin var upp
runaliga, at hetta virkið skuldi
fara til arbeiðis í summar.
Men sum vituligt er, skulu
øll loyvi verða í lagi áðrenn
hetta. Tí hevur alt tikið longri
tíð enn ætlað.
Tað vanta enn nakrir smá
lutir í góðkenningini frá
Heilsufrøðiligu Starvsstov
uni.
Og so vantar eisini nak
að av útgerðini. Men um
ein mánað ella so, eru
vit til reiðar, sigur ein av
stigtakarunum, Sonfinnur
Ellefsen við Sosialin.
Verður farið undir móttøku
og útflutning av fiski tá, so
kann virkið verða liðugt, tá
várróðurin byrjar aftur í ár.
Fyrstafloks
At Sonfinnur var farin undir
hesa ætlanina, kemur ikki av
ongum.
Hann hevur royndir sum
útróðrarmaður, og veit tí,
hvussu stóran týdning tað
hevur at góðskan á fiskinum
er í lagi.
Tað er heilt vist, at er
fiskurin feskur og fyrstafloks
tá hann er á marknaðinum í
Europa, so fæst eisini ein
sera góður prísur fyri hann.
Tí er tað at eg sigi: Tveir
daga gamlan fisk fært tú
einki fyri. Tá er prísurin
snøgt sagt burtur, segði hann
við Sosialin, tá vit vitjaðu í
Miðvági í fjør summar.
Byrja útflutningin um ein mánað
Sonfinnur Ellefsen veit,
hvussu stóran týdning tað
hevur at hava góðan fisk
(savnsmynd)
Sørvágur: Í løtuni verður
arbeitt við at byggja ein
nýggjan dagstovn í bygdini.
Hesin verður liðugur eftir
summarfrítíðina í ár.
Samstundis sum hesin
bygningurin er í gerð,
arbeiðir kommunan við
tveimum viðurskiftum inn
an ansingarøkið - í fyrsta
lagi einari umskipan og í
øðrum lagi eini samskipan
av hesum økinum.
Nýggir barnaansingar
stovnurin verður um 1100
fermetrar til støddar, og er
endamálið at skapa hósk
andi karmar fyri barna
ansing.
Ætlanin er somuleiðis at
lata upp fyri møguleikum
at savna saman tær ymisku
ansingarskipanirnar
í
kommununi. Hesar eru sum
er býttar millum barnagarð,
dagrøkt og frítíðarskúla.
Henda skipanin fevnir
um tríggjar av bygdunum
í kommununi – Sørvág, Bø
og Gásadal – og í henni eru
beint niðanfyri 100 børn.
Sambært einum yvirliti
frá kommununi eru 41 børn
í barnagarðinum Sýslan,
30 børn í dagrøktini í Sør
vági, 11 í Bø og 15 børn í
frítíðarskúlanum.
sb.
Støddfrøði: Handbókin í
støddfrøði skuldi vera fyri
almenningin, og tað er hon
so sanniliga eisini vorðin.
Í desember mánaði gav
Skúlabókagrunnurin út
”Støddfrøði Handbók”, sum
skuldi verða eitt hjálpitól
bæði hjá næmingum, men
ikki minst hjá foreldrum
teirra. Handbókin skuldi
vera ein hjálp í tí dagliga
heimaarbeiðinum sum eitt
slag av uppslagsverki í
støddfrøði.
Tá bókin kom út varð
vónað, at hon fór at standa
á hvørjari bókahyll kring
landið. Og hesum málinum
hevur ein í roynd og veru
nærum rokkið hesum
máli.
Bókamiðsølan,
sum
selur bøkurnar hjá Skúla
bókagrunninum upplýsir,
at seld eru ikki færri enn
700 eintøk av hesi bókini.
Nú so nógvar fagurbók
mentir eru komnar út og
hava selt so væl, er tað
at frøast um, at ein slík
handbók sum henda er við
í fremstu røð, sigur Skúla
bókagrunnurin.
sb.
Væl umtókt
handbók
Ansingarøkið
skal samskipast
Arbeitt verður nú við at umskipa og samskipa ansingarøkið
í Sørvági
Fyrireikingar eru
í løtuni til eitt gist
ingarhús og eitt
listasavn í Mykinesi.
Endamálið er at
veita teim túsundtals
vitjandi eina betri
tænastu, og geva
teimum eitt gott høvi
til at steðga longur í
oynni
Ferðavinna
Snorri Brend
Mykines: Nógv fólk hava
við árunum vitjað í Mykinesi.
Og líkt er til, at henda vakra
oyggin bara verður meiri
og meiri vitjað framyvir,
bæði av føroyingum og
útlendingum.
Í øllum førum ætla tey, ið
reka Kristianshús at geva sítt
ískoyti til at henda gongdin
kann halda áfram – og helst
økjast eisini.
Tey hava nevniliga søkt
Sørvágs kommunu um
byggiloyvi til eitt nýtt gist
ingarhús í Mykinesi. Og
samstundis við hetta hava tey
eisini søkt um byggiloyvi til
eitt listasavn á sama staði.
Málið var fyri á bygdaráðs
fundi í desember, og har gav
bygdaráðið sítt viðmæli til
hesa ætlanina.
Vit meta avgjørt, at tørv
ur er á hesum báðum bygn
ingunum herúti í Mykinesi.
Og tí vænta vit eisini,
at talið av ferðafólkum til
oynna fer at økjast munandi
í framtíðina, sigur Katrina
Johannesen, og sum rekur
Kristianshús í Mykinesi.
Framsýning
um Mikines
Katrina hevur í mong ár rikið
hetta gistingarhúsið, har ein
hevur havt møguleika bæði
at gista og eta.
Hon hevur tí sæð tørvin á
at víðka um virksemið, og
sjálvandi eisini at geva fólki
eitt annað og betri tilboð enn
frammanundan.
Hon hevur tí í nøkur ár
arbeitt við hesi ætlanini
um tveir bygningar á sama
øki, har annað verður
gistingarhús og hitt eitt
listasavn.
Sambært tekningunum
verður talan um ein bygning,
sum m.a. fer at hava 12
dupultkømur við brúsu og
wc, eins og møguleikar verða
hjá fólki við soviposum at
gista har.
Men ætlanin er eisini at
gera eitt høli til framsýning
av listarverkum. Og ikki
óvæntað er tað listamálarin
Mikines sum fer at eiga og
fáa ein heiðurssess í hesum
savninum.
Tað eru nógv ferðafólk sum
spyrja eftir Mikinesi, tá tey
vitja herúti. Og tí er tað uttan
iva eitt gott hugskot at hava
eina framsýning standandi
um hann sum persón og við
nøkrum av hansara verkum,
sigur Katrina Johannesen
við Sosialin.
Gisting
Á fundinum í bygdaráðnum
í farna mánaði var tosað
um ætlanina at gera eina
lendisætlan og bygdaplani
fyri Mykines.
Henda byggiætlanin við
gistingarhúsi og listasavni
er sera áhugaverd, og metti
bygdaráðið eisini, at plaseringin
av einum slíkum kom ikki at
forða fyri arbeiðinum við
einum slíkum.
Fyri Katrinu hevur tað
stóran týdning, at gera nakað
fyri tey vitjandi í oynni.
Vit miða tí eftir at gera ein
hóskandi bygning til gisting,
soleiðis at fólk vita, at hesin
møguleikin er til staðar og
hvar ein hevur møguleika
fyri hesum.
Og sjálvandi vóna vit eis
ini, at fleiri fólk fara at koma
til okkara, sigur Katrina
Johannesen.
Mykines fær eisini
sítt listasavn
Mykines er vøkur oyggj. Nú skal so ein ætlan setast í verk, so enn fleiri ferðafólk enn áður kunnu
vitja her