mánadagur 2. januar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 1 - 2. januar 2006
Hjá Sólju í Ólavsstovu
gjørdist fyrsti arbeiðs
dagur í nýggja árinum
eisini hennara fyrsti
dagur í starvinum
sum Løgtingsins
Umboðsmaður
starvsdagur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nýggi løgtingsins umboðs
maður fekk okkurt á tríva
í longu frá fyrstu løtu í
nýggja starvinum. Longu frá
morgunstundini lógu fleiri
mál á skrivaraborðinum hjá
Sólju í Ólavstovu klár at fara
í holt við.
- Mín undanmaður hevur
avgreitt allarflestu málini,
aðrenn eg byrjaði. Okkurt
er tó eftir, so tað er fínt hjá
mær at koma í gongd við
beinanvegin, sigur Sólja.
Fjølbroytt avbjóðing
Nýggja starvið er ikki bara
ein stór avbjóðing í sær
sjálvum. Løgfrøðiliga kann
Sólja eisini vænta sær eitt
sera fjølbroytt starvsøki.
- Kærurnar til løgtingsins
umboðsmann kunnu viðvíkja
liðum í allari fyrisitingini.
So eg kann í prinsippinum
koma at arbeiða við øllum
frá skattamálum til byggimál
og alt inn í millum, sigur
Sólja.
Sum løgtingsins umboðs
maður kemur Sólja tó ikki
bert at sita og bíða eftir, at
borgarar kæra um eitthvørt.
Ein líka týdningarmikil
partur av starvinum er, at
umboðsmaðurin sjálvur
tekur mál upp, har t.d.
mannagongdir tykjast iva
samar. Í báðum førum
virkar
umboðsmaðurin
sum ein trygd hjá vanliga
borgaranum fyri at viður
skifti verða kannaði til botns
av fakfólki.
Hóast uppgávurnar hjá
umboðsmanninum í høv
uðsheitum eru at fáa greiðu
á, um eitt mál var rætt ella
skeivt avgreitt, er starvið
ikki bert afturlítandi.
- Endamálið við at kanna
kærurnar er jú millum ann
að fyri at syrgja fyri, at tað
sama ikki endurtekur seg,
um ikki alt ikki er farið
rætt fram. So í so máta er
hetta starvið við til at stinga
út í kortið mannagondir í
miðfyrisitingini framyvir,
sigur Sólja.
“Umboðskvinna”
Hóast onkur ivaleyst vil halda,
at heitið “umboðsmaður”
ikki er serliga hóskandi at
brúka, nú tað er ein kvinna,
sum situr í starvinum, dugir
Sólja ikki at síggja nakra
orsøk at broyta tað.
- Hetta er jú eitt starvs
heiti, sum ikki er tengt
at einum ávísum kyni. Í
veruleikanum sipar Løg
tingsins umboðsmaður til
ein stovn heldur enn ein
persón. Tað eitur faktiskt
eisini “ombudsman” á ensk
um, so nei, hatta er ikki
nakað, eg haldi vit skulu
broyta, sigur Sólja, sum
heldur tað vera hugsandi,
at fólk kanska fara at tosa
um
“løgtingsumboðið”
ella líkandi á sama hátt,
sum vit vanliga tosa um
ríkisumboðið
og
ikki
ríkisumboðsmannin.
Ársins fyrsti føringur
2006 varð føddur á
Landssjúkrahúsinum
í gjár tvær vikur
seinni enn væntað
Ársins fyrsti
føroyingur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ársins fyrsti føroyingur
gjørdist ein fittur drongur,
sum máldi 54 cm og vigaði
4600 g. Foreldrini eru
Marjun Brockie úr Havn
og Eyðfinn Pattinson
úr Funningsfirði. Stolta
stórasysturin eitur Katrin
og er 6 ár.
Alt gekk, sum tað skuldi,
tá ársins fyrsti føroyingur
kom til verðina kl. 17.42 í
gjár. Ella tað vil siga næstan
alt, tí Marjun varð sett at
eiga longu 19. des. Ársins
fyrsti føroyingur var sostatt
tvær vikur seinkaður.
- Fyrst hopaði eg, at eg
fór at eiga áðrenn jól. Men
tá tað dróg út, hopaði eg
bara ikki, at eg fekk verkir
sjálvan jólaaftan, tá øll
familjan skuldi verða samla
til jóladøgurða norðuri
í Funningsfirði. Men eg
væntaði avgjørt ikki, at eg
skuldi bíða til 2006 sigur
Marjun, sum nú bara er glað
fyri at lítlibeiggin er komin
til verðina í øllum góðum og
sær út til at trívast væl.
Fyrsti starvsdagur hjá nýggja
umboðsmanninum
Sólja í Ólavsstovu hevði
onkur mál at tríva í longu
frá morgunstundini, tá
hon í morgun kom fyrstu
ferð til arbeiðis í nýggja
starvinum sum Løgtingsins
umboðsmaður
Ársins fyrsti
føroyingur seinkaður
Ársins fyrsti føroyingur 2006
gav sær góða tíð at koma
til verðina. Foreldrini eru
Marjun Brockie og Eyðfinn
Pattinson