Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2006 9 Tað frystir meiri enn tíggju stig í fjøllunum í Pakistan og Kashmir nú, har túsundtals fólk royna at lívbjarga sær í tjøldum. Umleið 100 børn eru longu deyð í kulda Neyð Árni Joensen fartekst@mail.dk Síðani tann harða jarð­ skjálvtan í Pakistan og Kash­mir tann 8. oktober hava hjálparfelagsskapir og pakistanski herurin roynt at útvega teimum nógvu heim­leysu tjøld og teppi til veturin. Men tað hevur verið trupult at fáa útgerðina fram í teimum høgu fjøllunum. Tí eru tað framvegis mong, sum lítla og onga hjálp fáa, og um stutta tíð fer kavin at kvetta alt sambandið við tær nógvu fjallabygdirnar. Tað sigur hjálpar­felags­ skapurin Kashmir Inter­ national Relief Fund, sum eisini veit at siga, at á leiðini kring býin Muzzaffarabad í pakistanska partinum av Kashmir eru umleið 100 børn deyð í kulda tann sein­ asta mánaðin. Samstundis kæra hjálp­ ar­felagsskapirnir seg um, at útgerðin, sum teir hava fingið, er ikki nóg góð. Joan Lane, sum arbeiðir hjá einum av felagsskapunum, sigur við bretska blaðið The Independent, at fleiri túsund fólk hava fingið tjøld, sum vísa seg at vera óbrúkilig um veturin. Tey hoykna stutt sagt undan kavanum, sigur hon. Tað sama sigur altjóða hjálparfelagsskapurin IOM, sum vil vera við, at tríggir fjórðingar av tjøldunum eru als ikki egnað sum vetrar­ bústaðir hjá fólki. Samstundis hevur ST boð­ að frá, at næstan ein millión fólk hava eingi teppi fingið enn. Pakistonsku myndug­ leikarnir meta, at 3,5 milli­ ónir fólk eru heimleys. Tey flestu hava leitað sær skjól í stórum tjaldlegum, men mong eru enn í teimum smáu fjallabygdunum. Tey tora ikki at fara haðani, tí tey eru bangin fyri at missa jørðina og húsdjórini, tí tað eru bara tey fægstu, sum hava nakað skjal, sum sigur, at tey eiga jørðina. Nýggjársdag frysti trý stig í Moskva og tvey í Kiev, men politiskt er tað munandi kaldari Ósemja Árni Joensen fartekst@mail.dk Stutt fyri midnátt gamla­ árskvøld byrjaðu teknikarar hjá russiska gassfelagnum Gazprom at skrúva trýstið niður á kranunum til Ukraina, eftir at ukrainska stjórnin hevði sýtt fyri at góðtaka tað seinasta sáttmálatilboðið úr Moskva. Tað ber í sær, at ukrainar fáa ikki teir 120 milliónir rúmmetrarnar av gassi, sum landið hevur brúk fyri um dagin. Men ukrainar hava kort­ ini ein møguleika, tí teir kunnu fáa sær burtur av gass­inum, sum russar senda til Vesturevropa ígjøgnum leiðingar, sum liggja ígjøg­ num Ukraina. Tað vilja russar ikki góðtaka, men ukrainar siga seg hava rætt til 15 prosent av gassinum til Evropa aftur fyri, at leiðingarnar ganga ígjøgnum Ukraina. Stríðið ímillum Russland og Ukraina er eitt stríð um prísin á russiska gassinum. Higartil hevur Ukraina gold­ið 50 dollarar fyri hvørj­ar 1.000 rúmmetrar av gassi, men Gazprom vil hava 230 dollarar, sum er tað, ið hini londini í Evropa gjalda. Ukraina vil hava eina tillagingartíð og er sinnað at gjalda 80 dollarar ta fyrstu tíðina, men Gazprom sigur nei. Ukraina hevur skrivað undir sáttmála við Turk­ menistan um at fáa gass haðani fyri 65 dollarar fyri 1.000 rúmmetrar, men trupulleikin er, at tað gass­ið má flytast ígjøgnum Russ­ land. Stjórnin í Kiev hevur lov­ að ukrainska fólkinum, at tey skulu ikki sita køld í vetur, men verður kreppan ikki loyst skjótt, kann hon ávirkað viðurskiftini á flestu ukrainum. Hon kem­ur heldur ikki Viktor Jusjtsjenko, forseta serliga væl við. Hann hevur longu mist ein part av sínum góða umdømi, tí ukrainar halda seg ikki hava fingið nóg nógv burtur úr valdsskiftinum, og gasskreppan bøtir neyvan um umdømi hansara, skrivar AP. UTTAN ÚR HEIMI Kuldin kann krevja fleiri mannalív enn jarðskjálvtin Ísakalt millum Russland og Ukraina Á midnátt gamlaárskvøld minkaði trýstið á gasskranunum í Ukraina Mynd: Reuters Vælferðin kvalir kinesarar Tey seinastu 25 árini hev­ ur búskaparvøksturin í Kina verið umleið níggju prosent í meðal, men nú noyðist tann mannsterka tjóð­in at sanna, at væl­ferð­ arvøksturin krevur sín prís. Í stórbýunum er luftin so illa dálkað, at tey flestu noyðast at fáa sær okkurt fyri andlitið, fara tey út í ferðsluna, og nógvar áir eru so illa dálkaðar, at tað er vandamikið ar drekka úr teimum. Og tað verður verri enn, tí sambært um­ hvørvisstýrinum í Bei­jing verður dálkingin fýra ferðir verri um bara 15 ár, um myndugleikarnir ikki taka onkur stig til at avmarka ta ovurstóru orkunýtsluna. Bæði politikarar og fjøl­­miðlar hava í mong ár fegnast um gongd­ina í búskapinum, men í sein­astuni hava fjølmiðl­ arnir lagt á annan bógv, skriv­ar Reuter. Eftir at ein spreinging á einari verk­smiðju dálkaði eina á herfyri, skrivaði Fólksins Dagblað, at tað hjálpir so lítið at reinsa ta einu ánna, tí tað fara at ganga mong ár, áðrenn teir 300 milliónir bøndurnir fáa reint vatn. Umhvørvisfelagsskapir halda, at 70 prosent av áun­ um og vøtnunum í Kina eru illa dálkað, og at umleið 1.000 vøtn eru tornað upp tey seinastu fimmti árini. Ein stór orsøk til ta stóru luftdálkingina í stór­ býunum er tann skjótt veksandi bilferðslan. Fyri fimm árum síðani keyptu kinesarar fýra milliónir bil­ar um árið, men um tíggju ár verður tað talið 13 milliónir. Tað merkir, at í 2020 vera 130 milliónir nýggir bilar í Kina. Mátað eftir fólkatalinum er tað tað sama sum í USA. Fleiri danskar vindmyllur Áhugin fyri donskum vind­myllum er stórur, og í jólavikuni fekk verksmiðjan Vestas í Ringkøbing tvær bíleggingar úr Fraklandi og Týsklandi. Tann seinna bíleggingin, sum var frá týsku orku­fyri­ tøkuni Voltwerk, umfatar 20 stórar myllur, sum eru 2 MW hvør, og tær skulu eftir ætlanini setast upp á einum orkuverki har suð­ uri í Bayern. Sambært leiðsl­uni í Vestas er týska bíleggingin 280 milliónir krónur verd, men leiðslan hevur kortini kunngjørt, at tann franska og tann týska bíleggingin fáa onga ávirk­ an á rakstrarúrslitið hjá fyri­tøkuni í rakstrarárinum 2005-2006. ES skal bøta um umdømið Á nýggjárinum tók Eyst­ur­ ríki við for­mansskapinum í Evropasamveldinum, og eysturríkska stjórnin hevur longu boðað frá, at hennara fremsta mál verður at gera ES betur umtókt ímillum fólk. Tað er eisini neyðugt, tí kanningar hava víst, at samveldið er so illa umtókt ímillum sínar egnu borgarar sum sjáldan fyrr. Eitt nú vísa kanningarnar, at bara triði hvør ES-borgari heldur tað vera skilagott at hava ein slíkan evropeiskan felagsskap, og í Eysturríki sjálvum er tað bara fjórði hvør, sum heldur tað. - Okkara fremsta mál má vera at gera tað lættari hjá fólki at skilja skipanina, so tey eisini fáa eyga á ágóðan, sigur eysturríkski uttanríkisráðharrin, Ursula Plassnik. Forsetaval aftur útsett Tað gongst illa hjá teimum politisku pørtunum í Haiti at semjast um, nær fólkið skal velja nýggjan forseta. Í síðstu viku vóru partarnir annars samdir um at halda valið á nýggjárinum, men semjan helt ikki, so nú er valið útsett - fyri fimtu ferð. Haiti hevur ligið í for­ setaloysi, síðani Jean Ber­trand Aristide varð koyrd­ur frá fyri tveimum árum síðani. Síðani hava hermenn hjá ST roynt at tryggja lóg og landaskil, til nýggjur forseti er valdur, men tað sær út til at taka sína tíð.