Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 1 - 2. januar 2006 Nýársrøða løgmans var sera fjølbroytt og fevndi um nógv ymisk evni, eitt nú sjálvræði, altjóða viðurskifti og al­tjóða samhaldsfesti, vinnulívið, borgaran og børn og ung, visión 2015, undirstøðukervið, framtíðarútlit, fe­lags virði. Løgmaður vísti á, at vit eru miðskeiðis í eini avbjóðandi og spennandi tíð, sum krevur av okkum, at vit svara stórum spurningum – eitt nú um størri sjálvræði, um okkara pláss í altjóðasamfelagnum, um samstarv við ES, Hoyvíkssáttmálan, um virðir, vit ynskja at varðveita, og hvussu vit skapa tað góða samfelagið – samfelagið fyri øll. Hann nevndi nøkur ítøkilig dømi t.d. yvirtøkulógina, sum ger, at vit kunnu yvir­taka málsøkir, nær og tá vit vilja og uttanríkispolitisku lógina, sum ger, at vit kunnu vera virknari og sjónligari í uttanríkispolitikki. Við hesum er tað nú upp til okkum sjálvi at gera av, hvussu farast skal fram í sjálvstýrismálinum. Tað nýggja var annars, at uttanríkspolitiska heimildarlógin nú er fráboðað ST og at sjálvsavgerðarrætturin hjá Føroya fólki við fráboðanini er staðfestur í altjóðasamfelagnum. Løgmaður umrøddi eisini støðuna í vinnulívinum og vísti á, at við kumuleringsavtaluni við Es verður rávørugrundarlagið hjá okkara fiskavirkjum víðkað, soleiðis at vørur, sum vit keypa úr øðrum londum, kunnu virkast í Føroyum. Hann nevndi bygnaðarligu trupulleikarnar hjá flakavinnuni. Hann undirstrikaði, hvussu umráðandi tað er, at vit støðugt skapa nýggjar vinnumøguleikar her heima, eins og vit eisini bjóða okkum fram í útlondum. Nevnd vóru dømi um føroysk fram­ tøk og áhugavert var, at løgmður í hesum høpi nevndi ikki bert handil, vinnu, kunningartøkni, men eisni sniðgeving og tónleik. Eisini listin var tikin fram og hetta er nakað heilt nýtt gamalárskvøld: ”At skapandi megin er stór í okkara fólki, prógva eitt nú tónleikafestivalarnir, og tær mongu út­gávurnar av fløgum, bókum og listarverkum.” Sera jaligt má ásannast! Løgmaður kom eisni inn á støðuna hjá tí einstaka menniskjan­ um í sam­felgnum. ”Vit mugu alla tíðina festa sjónina á ein­staka borgaran, ... Okkum tørvar allar samfelagsbólkar í nýmennandi framtøkunum fyri land okkara” segði hann og nevndi beinleiðis eina røða av samfelagsbólkum. Brúk er fyri øllum og øll skulu hava møguleikar at mennast og trivast. Adressan her var púra klár og tað tænir løgmanni til heiðurs, at hann nýtir sjálva nýársrøðuna til at minna á, at vit skulu øll kunna vera her, og at vit hava í løtuni trupulleikar við tollyndinum. Og løgmaður helt fram: ”Tað er tað, sum Visjón 2015 snýr seg um: At skapa grundarlagið fyri vælferðini hjá tí einstaka borgaranum.” Áhugavert var, at børn og eldri fingu serstaka umrøðu: ”Evn­ ini hjá børnum okkara - at seta saman av nýggjum, at royna tað, sum ikki er roynt áður, og at stremba eftir at vilja vita - verða avgerðandi fyri, hvussu vit fara at standa okkum í framtíðar kappingini. .... Okkum tørvar kunnleikan, sum byggir á drúgvu royndirnar hjá eldra ættarliðnum. At lata royndir hjá tí eldra renna saman við virkisfýsni hjá tí yngra, gevur spennandi úrslit.” Samantikið ein góð, øðrvísi, álvarsom og visoner nýársrøða. Men røðan gekk rundan um politisku trupulleikarnar í sam­ gonguni og sera spentu støðuna millum samgongu og and­ støðu. Kanska eigur so at vera eitt tílíkt kvøld. Røða løgmans gamlaárskvøld var ein áheitan á øll um í 2006 at standa saman, luttaka, geva okkara íkast og fegnast um úrslitini, ið vit røkka saman. Hesa áheitan eiga allir politiskir flokkar at taka í álvara. Tónalagið millum andstøðu og samgongu er munandi harðnað seinnu helvt av farna ári. Her er brúk fyri einum betri lagi og tað má bera til at vera ósamdur uttan at nýta ein harðan tóna í politiska orðskiftinum. Men eisini innanhýsis í samgonguni hevur verið ikki sørt av misljóði. Hetta eru tekin, ið løgmaður eigur at taka í fullum álvara og at arbeiða við. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein øðrvísi røða VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sjúrður Skaale »Har du slettet båndene fra Tinganes-mødet?« Henda spurning setti Frank Jensen mær aftur og aftur, tá eg møtti honum á Christiansborg undir míni skrivaratíð har frá 2002 til 2005. Hann sipaði til ein fund í Tinganesi á heysti í 2000 millum Høgna Hoydal og Frank Jensen, sum tá var løgmálaráðharri. Fundurin var partur av teirri kendu fundarrøðini hjá fullveldislandsstýrinum. Eg skuldi skriva frásøgn frá fundinum, og hevði tí eina diktafon við. Tá fundurin var lokin, stóðst mikið rok­ilsi av hesum, og Frank Jen­sen kravdi, at øll bondini vórðu oyðiløgd og koyrd burt­ ur. Frank tosaði eisini við forsætisráðharran um hend­ ingina, tí tá næsti fundur var á Christiansborg, spurdi Poul Nyrup Rasmussen, um eg hevði beint fyri bondunum. Men tankin um hesar upp­tøkur elva framvegis til pínu og kvøl í sálini á Frank Jensen, tí beint fyri nýggjár nevndi hann aftur ta meira enn fimm ára gomlu hendingina í áhugaverdari samrøðu við Páll Holm Jo­hannesen, sum var prentað í Sosialinum. Hann segði soleiðis: ”Und­ ir sjálvum samráðingunum varnast eitt av donsku em­­bætisfólkunum, at før­ oyska samráðingarnevndin nýtir ein bandupptakara undir borðinum fyri at fáa samráðingar festar á band og hetta skapti mikla øsing, tí tað var greitt avtalað framm­ anundan, at eingin band­ upp­takari skuldi nýtast.” Frank Jensen sigur eisini ym­iskt annað – til dømis skírir hann bandupptakaran ”ólógligan”. Ein pástandur og annar Her er nógv, sum ikki pass­ ar. Fyri tað fyrsta var hendan ólukku diktafon ikki undir borðinum. Hon stóð mitt á borðinum, og øll sóu hana allan fundin. Eg skifti eisini band tríggjar ferðir – uppi á borðinum. Og fyri tað næsta var einki avtalað um, at eingin bandupptakari skuldu nýtast. Sannleikin er, at Frank Jensen og hansara fólk einki høvdu ímóti at fundurin varð tikin upp – tá fundurin byrjaði. Men tá fundurin var lið­ ugur vildu tey undir ongum umstøðum hava, at tað, sum varð sagt, bleiv standandi til eftirtíðina. Eg havi mína greiðu hugs­ an um, hví tað var – og er – so øgiliga umráðandi fyri Frank Jensen, at hansara leik­ lutur á hesum góða fundi ikki kemur fram. Men at fara at pástanda nakað nyttar einki, tí tað verður aldrin annað enn ein ... ja, ein pástandur. Semja er tíverri millum landsstýrið og donsku stjórn­ ina um, at tíðindafólk ikki skulu fáa fult innlit í tað, sum hendi undir samráðingunum. Avleiðingin er, at øll kunnu pástanda tað, teimum lystir. Hoydal sigur okkurt, Nyrup okkurt annað, Kallsberg okkurt triðja, og nú pástendur Jensen so eitt fjórða. Tað einasta fólk kunnu vera vís í er, at eingin teirra sigur sannleikan, tí allir hava politisk áhugamál. Tí er stórur tørvur á, at fólk fáa eina frágreiðing um tað, sum hendi, sum er toluliga leys av politiskum áhugamálum. Og sum eg skilji, er okkurt kanska á veg. Eitt nú ljóðar, at onkur skal hava funnið nøkur bond, sum vórðu tveitt burtur eftir ein fund millum Høgna Hoydal og Frank Jensen. Tað ljóðar merkiligt – men tað hevði nú verið stuttligt, um tað passaði... Kanska tað spyrst um tað livst. Frank og bandupptakarin Hevur nakar funnið bondini, sum vórðu tveitt burtur í 2000? Nina Dahl Danske hospitaler er beskidte, skriver dagbladet BT. Det skønnes, at ca. 100000 hvert år får en hospitalsinfektion i forbindelse med indlæggelse, og ca. 300 dør. Det er tankevækkende. Måske kunne et eller andet klogt hoved sætte sig ned og regne ud, hvad manglende rengøring koster i optagede sengepladser og sygedage. Rengøring er bedre og bil­ligere end penicillin og anden medicin. Nu er det ikke, fordi at jeg tror, at man kan overføre dansk svineri til færøske forhold, men det burde give stof til eftertanke. Vugge­ stuer, børnehaver, skoler, hvor sparer man først? Og for øvrigt også det private erhvervsliv. Kunne man mindske sygefraværet både i vuggestuer, børnehaver og skoler med lidt mere ren­ gøring. Eller er der måske nogen, der har ført statistik over, hvordan det påvirker syge­ procenten hos børn og per­­­sonale, når man skære rengøringen en halv time i en vuggestue eller børnehave? Skøn på jeres ren­gør­ings­ personale, de er en skjult skat. Det er skidt, at der er så beskidt