mánadagur 2. januar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 1 - 2. januar 2006
Hóskvøldið fyri
nýggjár var spenn
andi tiltak í Miðla
húsinum í Vágsbotni.
Eivør Pálsdóttir og
Ólavur Rasmussen
høvdu eitt felags
tiltak, har ið Eivør
stóð fyri tónleikinum,
meðan Ólavur hug
leiddi um Søren
Kirkegaard. Ólavur
gav fyri stuttum
út bók um Søren
Kirkegaard. Eftir
framførslurnar oysti
Birgir Enni upp
fiskasuppu
Mentanartiltak
Rókur Jacobsen
Myndir: Jens K Vang
og Jan Müller
Tiltakið byrjaði klokkan
19.30, men longu klokkan 19
vóru hølini so at siga full. Tá
ið klokkan so gjørdist 19.30,
stóðu vit sum sild í tunnu.
Ongantíð áður hava so nógv
fólk verið í Miðlahúsinum,
men hetta riggaði sera væl,
og tiltakið gjørdist sera
intimt og hugnaligt.
Jan Müller, blaðstjóri
beyð vælkomin og segði, at
hetta var seinasta tiltakið í
Miðlahúsinum í ár og eisini
tiltak nr. 40 síðani latið varð
upp í vár.
- Tað er okkum ein æra
at hava Ólav Rasmussen og
Eivør Pállsdóttir her í kvøld
og vóni eg tit fara at føla
tykkum væl her saman við
øllum hesum góðu fólkum.
Tá vit vóru so heppin at
fáa innivist í hesi perluni
í miðbýnum føldu vit, at
hetta skuldi koma fleiri
enn okkum her arbeiða til
góðar. Tí gjørdu vit rætt
og slætt av at gera hetta til
eitt miðla- og mentanarhús,
har vit bjóða tónleikarum
at hava konsertir og har vit
leggja upp til at hava kjak
og upplýsandi fundir, sum so
aftur verða at síggja á okkara
ymsu miðlapallum. Vit eru
errin av at kunna enda árið
við so frægum fólkum sum
Ólavi og Eivør. Og hetta
at kombinera bókmentir
og tónleik er nettup eitt av
endamálunum við hesum
góða húsi.
Sjálvt tiltakið byrjaði ann
ars við, at Eivør sang tvey
løg. Tað seinna av teimum
báðum var eitt rættiliga nýtt
lag, og sum ikki einaferð,
bergtók Eivør okkum við
hennara vakra sangi.
Síðan kom Ólavur Ras
mussen á pallin, og hann
er nakað fyri seg. Hann
hugleiddi um stóra heim
spekingin Søren Kirkegaard,
men hetta gjørdist ongantíð
eitt tungt og turrisligt upp
livilsi. Ólavur nýtti humor
in sum grundarlag til fyri
lesturin, og hetta riggaði so
ótrúliga væl.
Ólavur fortaldi nógvar
stuttligar søgur, sum hann
síðan knýtti saman við tank
arnar hjá Kirkegaard. Hann
hugleiddi primært um Guðs-
hugtakið og um dulviti.
Um dulviti fortaldi Ólavur
eina so stuttliga søgu um ein
prest, sum skuldi doypa eitt
barn. Gumman var í einum
sera niðurringaðum kjóla, og
úrslitið gjørdist, at prestur
kom til at spyrja:”Hvussu
skulu boppurnar eita?”!
Ólavur slapp sera væl frá
sínum fyrilestri, og hann
fann eina góða javnváð mill
um álvara og stuttleika.
At enda kom Eivør aftur at
syngja fyri okkum, og hetta
var enn einaferð bergtakandi.
Hæddarpunktið mundið
vera, tá ið Eivør fekk okkum
øll at syngja við í lagnum
“Who is knocking on my
frontdoor”. Hetta riggaði
sera, sera væl.
Um ein skal fílast á nak
að, so má tað vera, at tiltakið
kanska var í so stutt. Men
samanumtikið var hetta
eitt super tiltak í Miðlahús
inum.
Dulvitskan setur dagskrá
og Eivør Pállsdótti
Eivør sang seg líkst inn í øll hjørtu í Miðlahúsinum fyri nýggjár
Tað var sum sild í tunnu til seinasta tiltakið í Miðlahúsinum í 2005
Familjan hjá presti varð væl umboðið het