Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2006 15 Nú skulu gerast 160 metrar av atløguplási afturat í Kollafirði til stór skip Útbygging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú verður farið undir at byggja havnalagið í Kolla­ firði munandi út. Í hesum sambandi er ætl­ anin at byggja bryggjurnar á Langasandi saman og til­ samans er ætlanin at gera 160 metrar av atløguplássi afturat. Og talan verður um eina rættiliga djúphavn, har stór skip kunnu liggja. Fyri nøkrum árum síðani varð ein 100 metra long bryggja gjørd á Langasandi í Kollafirði. Hendan bryggjan bleiv gjørd í sambandi við at ein stór frystigoymsla bleiv bygd á havnaøkinum. Fyri at økta bráðneyðuga tørvin varð bryggjan bygd 60 metrar eystan fyri bryggjuna framman fyri virkinum hjá Vestsalmon. Seinni var aftur farið undir at gera eina eina nýggja bryggju 100 metrar eystanfyri bryggjuna við frystigoymsluni. Samstundis varð stóra uppi­ sjóvarvirkið hjá Kollafjord Pelagic bygt. Tórshavnar Býráð vísir á, at nú er rættilig gongd komin á virksemið á á havnaøkinum í Kollafirði. Í 2003 vóru inntøkurnar hjá Kollafjarðar Havn 1,3 millión krónur, men í 2005 eru inntøkurnar mettar at verða 3,7 milliónir krónur. – Sum umstøðurnar eru nú, ber bara til at avgreiða tvey skip ísenn og hetta ger at tað ofta er torført at avgreiða skipini, sum máa bíða, ella fara aðrastaðni. Tí er ætlanin nú at byggja allar bryggjurnar saman. Sostatt er ætlanin at byggja bryggjurnar saman, bæði ímillum Vestsalmon og Kloost­erboer og ímillum Kloosterboer og Kollafjord Pelagic. Tað, sum skal gerast, er ein 60 metra long bryggja ímillum Vestlaks og Kloosterboer. D‡pið við bryggjuna verður 9,8 metrar. Samstundis skal ein bryggja upp á 100 metrar gerast ímillum Kloosterboer og Kollafjord Pelagic. D‡pið við ta bryggjuna verður 12 metrar, so talan verður um rættiligar djúphavnir, sum nú skulu gerast í Kollafirði. Arbeiðið er bjóðað út og fýra byggifeløg bjóðaðu. Rættiliga hørð kapping var um arbeiðið, tí tað vóru bara ein góð hálv millión á muni ímillum tað bíligasta og tað dýrasta tilboðið. Men tá ið avtornaði hevði Articon tað bíligasta tilboðið og teir kunnu gera arbeiðið fyri 20,8 milliónir. Harafturat koma góðar 3 milliónir til eftirlit og annan kostnað. Byggitíðin er mett at vera eitt ár. Seinni er so ætlanin at gera eitt enn størri havnaøkið eyst­ an fyri Kollafjord Pelagic, men tað verður gjørt sum ein sjálvstøðug ætlan seinni. Havnin í Kollafirði byggjast munandi út Kollfirðingar fáa nú 160 metrar av djúphavn afturat og tað fer at gera umstøðurnar munandi betri