Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 1 - 2. januar 2006 Útflutningsvinnan, sum reiðiliga fekk banahøggið, tá eina­ ræðisharrin Franco tók ræðið í Spania í 1938, var klipp­fiska­ framleiðslan. Tað fekk stórar avleiðingar Afturlit J. Lindensov Tórshavn er staðurin, har fólk hugna sær, og vón inn­ flytaranna at fáa støðugt ar­beiði. Soleiðis endar Andre­as J. Ziska bók sína »Tórshavn lív og vøkstur« við brotinum »Afturlit«. Vit at kaga eitt lítið í bók­ina, sum er prentað í 1959 á prentsmiðjuni hjá Marius Ziska. Hendan prent­smiðja var partur av snikk­aravirkinum hjá Johan Ziska, lágur bygningur framvið Havnará, sum nú er parkeringspláss aftanfyri Ebenezer. Bókin er dýrgripur, sum fortelur hópin áhugavert um Havnina. Á síðu 140 skrivar Ziska m.a.! Árini aftaná fyrra kríggj (1914-18) tóku teir stýrandi sær fyri at kanna møguleikar viðvíkjandi livilíkindum og inntøkuroyndum á sjógvi og landi. 13. apríl 1938 setti statsministeriið stóra nevnd til gjølla at granska og geva frágreiðing, og um møguligt at seta fram uppskot til nýggj tiltøk. Í nevndina komu at sita 21 mans. Kanningar teirra eru forvitnisligar og greiðar. Teir byrja við fólkatalinum, sum ár 1935 er 25.744, harav 13.085 menn og 12.659 kvinn­ur; men siga teir, síð­ ani er nógv fólk flutt úr Før­ oyum, undanfarnu 5 árini: 779 persónar. Viðvíkjandi ognar- og inntøkustøðu siga teir: at eftir teirra gransk­ing var skattapliktiga inntøkan pr. fólk ikki størri enn 300 kr. fyri árið 1936, meðan hon í Danmark sama ár var gjøgnumsnitliga 800 kr. Nevndin sigur at føroy­ ingar hava møguleikar at fáa ódýran kjøtmat (hvala­ tvøst) og eplir. »Men selv om Forskellen herved for­ mindskes noget, er der ing­­en tvivl om, at den ube­midlede Befolkning på Færøerne lever under ringere Kaar end den ubemidlede Befolkning idet øvrige Land«. Hetta hevur Føroya Fiskimannafelag sagt eisini. Inntøkan hjá fiskimonnum 1936 var í miðal 508 kr. og í 1937, 634 kr. Afturat hesum pengum kom ókeyp­ is vistarhald umborð á skip­ unum. Tá kanningarnevndin ar­beiddi í Føroyum, vóru 10 trolarar í vinnu til Føroya­ fólk. Av hesum tali vóru 6 skrá­settir í Tórshavn, nevn­ liga: »Skálaberg« (283 tons), »Stella Argus« (310 tons), »Norðstjørnan« (293 tons), »Tór I« (285 tons), »Tór« (338 tons), »Norð­búgvin« (344 tons). Erfaringin hevur víst, siga teir, at fiskarar umborð á trol­arum hava fingið dup­ ult so stórar inntøkur sum við snørisfiskiskap, at trol­ arar geva heimafólki nógv arbeiði, tá saltfiskurin verð­ ur turkaður til klippfisk. Teir nevna avreiðingarlond og avreiðing í 1938, at fáa søluvirði um 10-11 mill. kr. til hesi lond: Spaniu, Italiu, Portugal og Grikkaland, og vísa teir á onnur keyps­ lond: Egypten, Afrika og Millum- og Suðuramerika; at Ísland í 1938 hevði selt og sent 5000 tons av klippfiski til Suðuramerika. Um sølur av kalva hevur seinasta ár verið gott, og fyri útflutningi av feskum fiski vóru sølulíkindini til Danmark góð, segði nevnd­ in. Nevndin setti fram til skjóta viðgerð nógv góð uppskot, men nú kom aftur kríggj, øgiligari enn hitt fyrra veraldarkríggið. 5 ár vardi hetta øgiliga kríggj, og øll hesi ár var sambandið kvett millum Før­oyar og Danmark. Nógv áhugavert er at lesa hjá Andreas Ziska, men vit steðga við árinum 1938, tá borg­arastríðið í Spania gjørdi enda á útflutningi okkara av klippfiski til Spania. Myndin av fiskafólkinum er frá 1938 úti á Rundingi. Vit síggja Hjalmar á Krákusteini (í keppi) og Anthon Kragesteen (hatt­ leysur), altíð við brosi á kinn. Niels var fyristøðumaður fyri fiskaturkingini í Even­ sens pakkhúsi, sum tað tá kall­aðist, fyrr Konsl­ara­ pakkhúsið, ið stóð har Fiska­ centralurin seinni var og nú Skipasmiðjuverkstaðurin. Søga kundi verið skrivað um øll hesi fólkini. Hesaferð siga vit bert hvørji fólkini eru. Okkurt eigur at verða lagt afturat. Ískoytisheitini - sjálvsagt fyri at siga hvørji fólkini eru. Enn eru mong, sum minnast flestu teirra. Ein glotti í fortíðina Á Rundingi var stórt fiskastykki. Har vóru eisini nýttar sonevndar lektir (hegnrammur). Myndin sýnir sjálvan Runding við húsini, sum vórðu bygd til fyristøðufólkini á el-verkinum. Klippfiskur til turkingar liggur á sonevndu lektunum Hendan myndin er tikin framman fyri Evensens-pakkhús, f.v.: Johs. Hjul Olsen, Mia á Borg, Martin á Borg, Svanbjørg Petersen, Sverre Mortensen, og Hans á Argjaboga Myndaeigari: Sverre Mortensen Vit endurgeva nøvnini, sum tey eru søgd okkum: 1. Marianna Mortensen (den glade enke), Argir, 2. Elsba Joensen (á Borg), Argir, 3. Petra Andersen (hjá Stubba-Jens), Tórshavn, 4. Anthon Kragesteen, Tórshavn, 5. Louisa Wægter (Vektara Louisa), Tórshavn, 6. Maria Joensen (Mia á Borg), Argir, 7. Borghild Midjord (dóttir Petru hjá Stubba-Jens), 8. Arandis Olsen, Tórshavn, 9. Laurits Kragesteen, Tórshavn, 10.Hjalmar Kragesteen, Tórshavn, 11. Signhild Hansen (hjá Poul Eli), Tórshavn, 12. Sverri Mortensen, Argir, 13. Elin Maria Brecher, ættað úr Leynum, Skúvoy, 14. Svanbjørg Petersen (hjá Knút skómakara), Tórshavn, 15. Martin Joensen (á Borg), Argir, 16. Ida á Dunga, Tórshavn, 17. Johannes Hjul Olsen, Argjabogi, 18. Maja Dalsgarð, Argir, 19. Bette á Dunga, Tórshavn, 20. Hans Joensen (Hans á Argjaboga), Argjabogi Myndaeigari: Sverre Mortensen