mánadagur 2. januar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Beinir Holm, Tvøroyri,
andaðist nýggjársaftan,
76 ára gamal. Kistan
fer úr kapellinum á
Suðuroyar Sjúkrahúsi
mikudagin
klokkan
18.00. Jarðarferðin verð
ur úr Tvøroyrar kirkju
hósdagin
klokkan
13.00.
Kistan við Aslaj Niel
sen í Sandavági fer av
ellisheiminum í Miðvági
mánakvøldið klokkan
18 í Sandavágs kirkju.
Jarðarferðin
verður
úr Sandavágs kirkju
týsdagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Aslaj, kunnu lata Ellis
heiminum í Vágum eina
gávu, konto í Føroya
Sparikassa.
Edith Mårtenson, fødd
Vang, ættað úr Hvalba,
andaðist í heiminum í
Dragør 29. desember, 81
ára gomul. Jarðarferðin
verður úr StoreMagleby
kirke týsdagin 3. januar
kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Marin Strøm úr Vestmanna,
búsitandi í Keypmannahavn,
hevur í august í ár tikið
prógv sum kandidatur í
fólkaheilsufrøði frá Institut
for folkesundhedsvidenskab
við lærda háskúlan í Keyp
mannahavn.
Marin heldur fram sum
Phd. lesandi á Statens Serum
institut. Evnið er heilsuárin
av fiski, m.a. um tað at eta
fisk kann verja móti burðar
tunglyndi og hjarta- og æðra
sjúku.
Hetta er ein 3 ára gransk
ingarverkætlan, sum m.a.
verður stuðlað úr føroyskum
granskingargrunnum. Marin
er við í einum granskingarliði
á Serum-instituttinum undir
leiðslu av Sjúrði Olsen, pro
fessara. Tey vóru í november
og vitjaðu á Harward í Bost
on, har tey løgdu fram um
teirra granskingarverkætl
anir, sum stórur áhugi er
fyri har.
Dagurin í morgin
3. januar. Enokur, sum gjørdist 365 ára gamal (1. Mós.,
5,21-24). Navnið merkir vígdur ella royndur.
Marin Strøm, Keypmannahavn:
Kandidatur í fólkaheilsufrøði
80 ára føðingardagur
Týsdagin 3. januar verður Herluf Jacobsen, Oyggjarvegur,
Havn, 80 ár.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Týsdagin 3 januar fyllur
Theodor Haraldsen úr Sanda
vági 90 ár.
Hann var føddur 3. januar
1916. Pápin var Tummas
Alexandur Haraldsen úr
Sandavági (f.1884 – d.
1928) Mamman var Anna
Sofía Haraldsen úr Miðvági
( f. 1887 – d. 1918)
Tey fingu 5 børn: Ludvig,
Turid, Hendrik, Herborg og
Theodor.
Í dag eru bert Herborg,
sum fylti 92 ár beint fyri jól,
og Theodor á lívi.
Theodor var bara 2 ára
gamal tá ið mamma hansara
doyði og 12 ára gamal tá
pápin doyði.
Theodor var av raskastu
sjómonnum. Hann fór til
skips sum 14 ára gamal við
Vestmanna sluppini Neptun.
Hann var við fleiri skipum,
eitt nú Friman, Venus og
Kúrberg. Hann sigldi mest
sum lastamaður, uml. 60
ára gamal gavst hann sum
sjóðmaður, tá var hann kokk
ur umborð á Kúrberg.
Tá ið Thodor legðist
heima, arbeiddi hann hjá
Sandavágs kommunu.
Theodor giftist við Onnu
Haraldsen, fødd Thomasen
. Tey fluttu inn sum nygift
í nýggj hús omanfyri Lonar
1960. Theodor hevði latið
húsini bygt, har sum barna
heimið hjá honum hevði
verið.
Theodor og Anna fingu
trý børn. Alis sum býr í
Havn, Tummas sum býr í
Aarhus og Nomi sum býr í
Hoyvík. Tey eiga 6 abba- og
ommubørn og 5 langabba-
og langommubørn.
Theodor hevur altíð dáma
væl at fingist við seyð,
dunnur og at verið á flotið.
Eisini hevur hann stóran
áhuga í politikki.
Góði abbi. Vit hava nógv
gott at minnast aftur á, hjá
tær og ommu i Sandavági.
Hvørja skúlaferiu brúktu vit
hjá tykkum. Tit eru altið blíð
og tíð at koma inn á gólvið
hjá og varta upp við tí allar
besta.
Takk fyri alt sum tit hava
verið og eru fyri okkum. Vit
elska tykkum.
Dagurin verður hildin saman
við familjuni.
Abbabørnini
Theodor Haraldsen 90 ár
Tøkk
Tøkk fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma,
vermamma, omma og langomma okkara
Karin Joensen
úr Fuglafirði
doyði og varð jarðað.
Hjartans tøkk til tykkum á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi fyri tykkara stóru umsorgan fyri henni
meðan hon var har.
Vegna familjuna
Rigmor, Kaj Eli og Charles
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at góði beiggi okkara
Hilmar Heinesen
Tórshavn
andaðist 31. desember, 61 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
mikudagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr kirkjugarðskapellinum
hósdagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Emmy, Heini og Birgit