Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 1 - 2. januar 2006 Kári P. Højgaard løgtingsmaður Ein arbeiðsbólkur hevur lat­ið úr hondum álit um und­irsjóvartunnil mill­um Suðureysturoy og Suður­ streym, umframt tunnil mill­um ytru armarnar á Skála­fjørðinum. Utt an iva hevur bólkurin gjørt eitt dygd­argott arbeiði og hava limirnir eisini ein førleika og fakliga vitan, ið borgar fyri, at úrslitið ið fyriliggur er gott støði at byggja víðari á, men sum teir sjálvir søgdu. “Tað er komið so langt sum komast kann utt an tær stóru íløgurnar, men nú má peningur til og talan er um milliónaupphædd”. Almennur kunningar­ fundur varð fyriskipaður á Svangaskarði av politisku feløgunum fyrst í desember, har arbeiðsbólkurin sera náðgreinliga greiddi frá verk­ætlanini. Fundir hava somuleiðis verið fyri polit­ isku flokkunum, og stutt und­ an jólum varð so kunnandi fundur í Tinganesi, har løg­maður, landstýrismenn, embætisfólk og umboð fyri Landsverk vóru møtt . Lítil ivi man verða um, at fólkið á eystara armi ynskir at kunna koyra beinleiðis til Havnar utt an at fara yvir á Strendur fyrst. Helst hava strandingar og skálafólk sama ynski um at koyra bein­leiðis til Havnar, utt an at noyðast at vitja yvir í Heiðar fyrst. Ein “Salomonisk loysn” á hesum spurningi varð eisini nevnd, tað var ein trýsporaður vegur til Havnar við tveysporaðari uppkoyring til eystara og vestara arm á Skálafjørðinum. Hendan loysn minkar um trýstið, og fær væntandi eina breiða undirtøku í fólkinum. Nes - Runavíkar og Sjóvar kommuna hava saman við fíggingarfelag, valt umboð í eitt partafelag, sum saman við arbeiðsbólkinum skal arbeiða víðari við máli­ num. Umsókn um neyð­ug loyvir er send polit­iska myndugleikanum, Vinnu­ málastýrinum og nú er tað, at tokið eftir míni met­an full­ komuliga fer av spor­inum. Í staðin fyri at samskifta við umsøkjararnar, verður málið fjølmiðlashow burt­ urav. Landstýrismaðurin í Vinnumálum og Landsverk hvør í sínum lagi “yvirtaka” privatu verkætlanina og boða frá, at besta loysnin er at gera tunnilin millum Raktanga og SS, og at gera eina pelabrúgv millum Toftir og Strendur. Grundgevingin fyri brúgv er m.a., at hon er orkusparandi, og at betri møguleiki verður fyri at ferðast tvørtur um fjørðin, utt an at tað skal vera neyðugt at koyra í bili. Tað kennist hugstoytt hjá mær sum fjarðbúgva og vald­ur sum kommunustýris / og løgtingslimur, at hoyra fremsta almenna ráðgevan, stjóran í Landsverk, koma við eini tilráðing um jóla­ halguna, har hann mælir til, at atkomumøguleikarnir til Skálafjørðin, størsta og besta nátt úrhavn í Føroyum, skulu skerjast við eini stálbrúgv í fjarðarmunnanum. Hett a skaðar framtíðar­møgu­leik­ arnar hjá teimum størstu ferðamannaskipunumm og av­markar eisini møgu­ leikarnar fyri at fáa bori­ pallar og aðrar størri flótandi eindir inn á fjørðin. Síðst men ikki minst kemur ein brúgv at verða áloypandi í umhvørvinum og skemma nátt úrumyndina við fjarðar­ munnan. Tað er týdningarmikið at fáa greiði á, um útmeldingar landstýrismansins og hjá stjóranum í Landsverk eru hugleiðingar ella almenn krøv. Skal verkætlanin ger­ ast veruleiki, eigur eitt neyvt samskifti at verða millum landstýrismannin, parta­ fe­ lagið og kommunurnar, ið standa aftanfyri verkætl­ an­ ina. Skálafjørðurin hevur virk­að sum útgerðarhavn í sambandi við tær boringar, framdar eru í føroyskum sjó­øki. Farmaflutningurin er minkaður munandi, men í ár vitjaðu fleiri ferða­ manna­skip her. Ein stór og týdningarmikil boring verður framd komandi ár, ið fer at geva nakað av avleiddum virksemi á landi. Hvat framtíðin annars hevur at bjóða Skálafjørðinum og fólkinum ið búleikast her, er ilt at meta um. Vit hava eitt arbeiðskapandi vinnulív og bestu møguleikar. Øll stig, ið verða tikin, mugu verða til framburð og menning fyri økið. Tí skulu eisini allir ferðsluspurningar til og kring fjørðin fremjast í samráð við lokalu myndugleikarnar, og ikki kroystast teimum niður yvir høvdið. Eg vil til seinast boða frá, at eg haldi ætlanina við eini brúgvaloysn, har vit ong­ar royndir hava, vera full­komu­ liga burtur úr vón og viti. Løgin málsviðgerð Marknaðarrák 2005 endaði friðarliga á fíggj­ armarknaðunum. Fá tíðindi bórust, og lítið varð handlað. Í byrjanini av 2005 var tað dollarakursurin, sum stýrdi fíggjarmarknaðunum. Á vári tók oljuprísurin yvir so hvørt sum hann hækkaði. Í august rakk hann 70 dollarum fyri tunnuna. Síðan er hann lækk­ aður aftur, men lækkingin steðgaði á 52 dollarum fyri tunnuna. Í ár sær út til, at oljuprísurin aftur kann fara at spæla ein avgerandi leiklut á fíggjarmarknaðunum. Har­ aftrat verður dollarakursurin áhugaverdur. Sammett við í fjør eru tær stuttu renturnar hækkaðar, eisini í Evropa, og í ár fara marknaðirnir væntandi at gita dúgliga, nær amerikanski tjóðbankin fer at steðga við rentuhækkingunum. Lánsbrøv støðug Síðstu viku í 2005 varð sera lítið handlað á lánsbræva­ marknaðinum, og hetta hevði við sær sveiggj í kursunum, sum vóru ógvusligari enn vanligt. 10­ára danska rentan endaði vikuna við at lækka 0,05% til 3,28%. Einki norðurlendsk partabræv er lækkað Sum kunnugt hava partabrøv staðið seg ómetaliga væl í fjør. Nú 2005 er farið afturvið kann staðfestast, at einki av teimum 30 partabrøvunum í norðurlendska vísitalinum, FTSE Norex 30, lækkaði í 2005. Størstu hækkingina hevði svenska felagið Atlas Copco við 77%, meðan svenska fjarskiftisfelagið Tele2 stóð seg vánaligast við eini hækking á einans 2,6%. Hetta merkir, at vísitalið hækkaði 37,1%, íroknað vinningsbýti, í 2005. Sostatt eru norðurlendsk partabrøv meira enn tvífaldað í virði seinastu trý árini. Hóast hesa sera jaligu gongd, eru partabrøv sum heild ikki kostnaðarmikil og hampulig útlit eru fyri framhaldandi hækking. Hesa vikuna Hesa vikuna verður USA í andgletti. Serliga verða eyg­ uni havd við vinnuáliti og arbeiðsmarknaðarfrágreið­ ingini fyri desembur mánaða. Arbeiðsmarknaðurin sá gott út í 2005, og útlit eru fyri, at tann gongdin fer at halda fram. Um so verður, stuðlar tað eisini undir partabrøvum á okkara leiðum. Eitt nýtt ár á fíggjarmarknaðunum Vika 1 2006  ) piTÚ.  . /Ù! .- !   . .3( %.- $ ¯-$-     *" EwZML? iMwj Ú3( Ù 00 pi?MiE iM~j + ?M~? TpMpj ($ Ú3( pL~M?S iM~j  p[iS?Mi9 TiM9j  . .3( piSMZ9 iM?j 0 Z~M~S iM9j - %º¥. /) $ L9MpL iM~j   !. $ Þ  ).¥. Ù 2$ !- ! (!)$ Ù¥.[  !. (Ù.   !. !. $ ~ 2Ú.¥!.[                         VIÐMERKINGAR Til prestin í Norð­ streymoy Mogens T. Christensen Finnleif Guttesen Tvøroyri Tá ið tú og onnur við tær brúka halgubók sum alibi fyri tykkara meiningar og døming av menniskjum, so undrist eg, tí tit, sum so­kallað kristin, hava sjálv­ sagt lisið hesar orðingar í halgubók: Í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd Tit misbrúka halgubók við at skapa andstygd og ótt a, í staðin gleði. Lesi halgubók, men lat verða við at vannýta hana.