mánadagur 2. januar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 1 - 2. januar 2006
Fráboðanin av yvir
tøku- og uttanríkis
politiska lógini til
altjóða samfelagið
er eitt frontalt álop
á fullveldisrørsluna
í Føroyum, heldur
Høgni Hoydal. Hann
fílist á, at nýggjárs
røðan er farin frá at
vera ein heilsan til
føroya fólk til at vera
politiskt propaganda.
Nýggjársrøðan
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
-Nýggjársrøðan hjá løgmanni
var sum fýrverkið, vit skjóta
á nýggjárinum. Har vóru
bæði glitur og royktám, men
eingin politikkur aftanfyri.
Eg haldi tað er ein keðilig
gongd, at nýggjársrøðan
seinastu árini er farin frá at
vera ein heilsan til føroya
fólk til at vera politiskt
propaganda.
Formaður Tjóðveldisfloks
ins, Høgni Hoydal, hevur
ikki nógv føgur orð at bera
nýggjársrøðuni hjá løgmanni.
Hann vísir, at løgmaður fyrst
og fremst nýtti røðuna til at
mála ein mynd, ið hevur lítið
við veruleikan at gera.
- Løgmaður royndi í røðu
síni at pynta sín egna leiklut
sum løgmaður. Tað er eingin
loyna, at sitandi samgonga
hevur borið seg ábyrgdarleyst
á útlendingaøkinum, men
kortini velur løgmaður at pynta
ábyrgdarleysan politikkin
við at vísa á, hvussu stóran
týdning útlendingar hava fyri
fjølbroytni í okkara samfelag,
vísir Høgni Hoydal á.
Hann leggur afturat, at tað
kundi verið meira hóskandi
hjá løgmanni at tora at sagt,
hvussu støðan verulig er,
og biðið um orsakað fyri
vánaligu viðferðina, sum
sitandi samgonga vísir til
flytarum.
-Løgmaður
hálovaði
føroyska mentanarlívinum,
og eisini á hesum økinum
pyntaði hann um veruleikan.
Hóast gylt vallyfti hevur sit
andi samgongu verið við til
at skerja mentanarøkið mun
andi. Her hugsi eg serliga um
Mentanargrunn Landsins,
Musikskúlan og Tjóðpall
Føroya, sigur hann.
Hvakk við
Formaður Tjóðveldisfloksins
fortelur, at hann hvakk við,
tá hann hoyrdi løgmann boða
frá í røðu síni, at yvirtøku- og
uttanríkispolitiska lógin eru
fráboðaðar ST, tí hetta var
av sonnum fesk og óvæntað
tíðindi.
- Hetta má sigast at vera eitt
frontalt álop á fullveldisrørsluna
í Føroyum. At fráboða altjóða
samfelagnum, at vit ikki
eru føroyingar longur, men
”Kongeriget for så vidt angår
Færøerne” uttan at spyrja
nakran eftir er eitt ógvisligt
stig skeivan vegin. Eg fari alt
fyri eitt undir at kanna, hvat
er farið fram í samband við
hesa fráboðanina, sigur Høgni
Hoydal.
Hann leggur afturat, at
hann alt fyri eitt fer at seta
seg í samband við Løgmans
skrivstovuna og gera sær dælt
av sessinum á Christiansborg
fyri at koma til kjarnuna av
málinum.
Tá, hann verður spurdur
um nakað positivt var at
hóma í røðuni svarar for
maður Tjóðveldisfloksins
stutt og greitt: Jú, mær dámdi
væl tríggjar tær seinastu regl
urnar, har løgmaður takkaði
fyri árið, ynskti okkum eitt
av harranum væl signað
nýggjár og setti fram ynski
um, at vit standa saman í
2006.
Hoydal
skelkaður av
fráboðanini
-Hetta má sigast at vera eitt frontalt álop
á fullveldisrørsluna í Føroyum. At fráboða
altjóða samfelagnum, at vit ikki eru
føroyingar longur, men ”Kongeriget for så vidt
angår Færøerne” uttan at spyrja nakran eftir
er eitt ógvisligt stig skeivan vegin
Savnsmynd
Nú, vit hava fingið
staðfest rættin hjá
føroyska fólkinum í
altjóða rætti, kunnu
danir ikki longur
spenna bein fyri
okkum, um teir
skuldu ynskt tað.
Hava vit árræði og
vilja til at fara úr
ríkisfelagsskapinum,
kunnu danir ikki
sæyta fyri tí longur,tí
sjálvsavgerðarrætturin
hjá føroyska fólkinum
er nú staðfestur
sambært altjóða
rætti, sigur løgmaður
Jóannes Eidesgaard.
Nýggjársrøðan
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Herfyri varð uttanríkispolitiska
lógin fráboðað Sameindu
tjóðum. Í hesi fráboðan
varð sjálvsavgerðarrætturin
hjá Føroya fólki staðfestur
í
altjóðasamfelagnum.
Sjálvsavgerðarrætturin,
yvirtøkulógin og n‡ggja
stjórnarskipanin, sum skal vera
liðug við árslok næsta ár, gera,
at vit nú av røttum kunnu siga,
at sjálvstýrismálið er okkara
burturav.
Í røðu síni gamlaárskvøld
staðfesti løgmaður, at utt
anríkispolitiska lógin, sum
varð samtykt í apríl mánaði
í fjør, varð fráboðað ST. Løg
maður fortelur, at danska
stjórnin í samráð við Føroya
Landsstýri, stutt fyri jól
boðaði ST frá
Sjálvur metir løgmaður
fráboðanina
vera
ein
stórsigur fyri føroyingar á
sjálvsstýrisleið.
-Tað var jú fyrst og fremst
sjálvsavgerðarrætturin hjá
føroyingum, sum kollrendi
fullveldissamráðingarnar
í 2000. At vit nú hava
fingið staðfest okkara
sjálvsavgerðarrætt í altjóða
rætti má sigast at vera ein
stórur sigur fyri føroyskan
sjálvstýrispolitikk, heldur
Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður leggur aftur
at, at nú stendur tað til
føroyingar sjálvar nær vit
vilja gera okkum dælt av
hesum rætti.
- Nú, vit hava fingið stað
fest rættin hjá føroyska fólk
inum í altjóða rætti kunnu
danir ikki longur spenna
bein fyri okkum, um teir
skuldu ynskt tað. Hava vit
árræði og vilja til at fara úr
ríkisfelagsskapinum, kunnu
danir ikki sýta fyri tí longur,tí
sjálvsavgerðarrætturin hjá
føroyska fólkinum er nú
staðfestur sambært altjóða
rætti Hetta kemur av, at
altjóða rætturin er omanfyri
statsrættin, sum danir vanliga
hava hildið fast um, greiðir
løgmaður frá.
Sambært løgmanni er sjálv
stýrismálið endaliga fingið í
fasta legu, og nú er tað upp
til føroyingar sjálvar, hvussu
farast skal fram í málinum.
Formaðurin í Mið
flokkinum, Jenis
av Rana, heldur,
at løgmaður átti í
nýggjársrøðu síni
heldur at lagt dent
á tey mál, sum hava
savnað okkum
føroyingar seinasta
árið enn at nýta so
stóra orku til mál,
sum skilja okkum
sundur
Nýggjársrøðan
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
-Heldur enn at leggja so stóra
orku í mál, sum seinasta
árið hava skilt okkum
sundur, átti løgmaður at
lagt dent á mál, sum hava
savnað okkum. Løgmaður
hálovar allar møguleikarnar,
sum yvirtøkulógin og
uttanríkispolitiska lógin
gevur, og reypar av ísland
sáttmálanum, hóast bæði
mál hava elvt til mikið stríð
seinasta árið.
Formaður Miðfloksins og
andstøðulimurin, Jenis av
Rana, heldur ikki nógv um
røðuna hjá løgmanni gamla
árskvøld. Hann fílist á millum
annað á, at løgmaður ikki
nevndi, hvønn framíhjárætt
vit føroyingar hava sammett
við aðrar tjóðir.
- Ein Miðflokkaløgmað
ur hevði uttan iva lagt dent
á, hvussu eydnusom vit
eiga at vera fyri at búgva
í Føroyum, tí vit dag og
dagliga kunna liva í sátt
og semju, og sleppa undan
teimum stóru vanlukkum,
sum herja londini uttanfyri
okkum, heldur hann.
Jenis av Rana heldur eisini,
at røðan í fleiri støðum var
rættiliga óítøkilig. Her sipar
formaður Miðfloksins serliga
til partin um vinnulívið, sum
hann kallar fyri ein slutur fyri
ein slatur.
Raðfest øðrvísi
Jenis av Rana gevur kortini
ikki bara ilt av sær. Hann
hevur eisini rós at bera
løgmanni. Hann sigur
seg dáma væl tann partin
av røðuni, har løgmaður
nevnir, at vit hava brúk
fyri hvørjum einstøkum
borgara og at øll eiga at
hava ein møguleika at virka
í føroyska samfelagnum.
-Tað skal kortini ikki vera
nakar ivi um, at vit høvdu
nevnt aðrar samfelagsbólkar
enn løgmaður gjørdi.
Løgmaður dámar væl at
provokera, og tað er helst
orsøkin til, at hann nevnir
tey samkyndu í røðuni. Vit
høvdu heldur raðfest at nevnt
tey sinnisveiku, einkir og tey
sum liva á skuggasíðuni,
vísir hann á.
Jenis av Rana:
-Vit høvdu
raðfest øðrvísi
-Løgmaður dámar væl at
provokera, og tað er helst
orsøkin til, at hann nevnir
tey samkyndu í røðuni.
Vit høvdu heldur raðfest
at nevnt tey sinnisveiku,
einkir og tey sum liva á
skuggasíðuni, vísir Jenis av
Rana á
Savnsmynd
Ein sigur á sjálvsstýrisleið