Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-01-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. januar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2006 19 At møta menniskjum við øðrvísi bakgrund, saamleika og mentan fær okkum at síggja nýggjar møguleikar í okkara egna heimi og fær okkum eisini at síggja tað virismikla, ið vert er at verja. Hetta segdi løgmaður Jóannes Eidesgaard í nýggjársrøðuni: NÝGGJÁRSRØÐA LØGMANS Mítt ynski fyri 2006 skal vera, at vit standa saman, luttaka, geva okkara íkast og fegnast um úrslitini, vit røkka saman. Um fáar tímar ringja klokk­ urnar við boðum um, at nú birtist eitt nýtt ár, og at vit hava lagt enn eitt hendingaríkt ár aftur um bak. Vit eru miðskeiðis í eini avbjóðandi og spennandi tíð, sum krevur av okkum, at vit svara stórum spurn­ ing­um – eitt nú um størri sjálv­ræði, um okkara pláss í altjóðasamfelagnum, um virðir, vit ynskja at varðveita, og hvussu vit skapa tað góða samfelagið – samfelagið fyri øll. Vit hava lagt kósina á fleiri økjum, og nógv er hent hetta árið – eitt nú á uttanríkispolitiska økinum. Vit hava í ár fingið tvær lógir, sum broyta viðurskifti okkara við Danmark. Yvir­ tøkulógina, sum ger, at vit kunnu yvirtaka málsøkir, nær og tá vit vilja. Og utt­an­ ríkispolitisku lógina, sum ger, at vit kunnu vera virknari og sjónligari í utt­anríkispolitikki. Báðar lógirnar staðfesta eisini, at tey næstu stigini á sjálv­stýrisleið valdast okkara vilja og áræði. Herfyri varð uttanrík­is­ politiska lógin fráboðað Sameindu tjóðum. Í hesi fráboðan varð sjálvs­av­ gerðarrætturin hjá Før­ oya fólki staðfestur í al­tjóðasamfelagnum. Sjálvsavgerðarrætturin, yvirtøkulógin og nýggja stjórnarskipanin, sum skal vera liðug við árslok næsta ár, gera, at vit nú av røttum kunnu siga, at sjálvstýrismálið er okkara burturav. Nýggi sáttmálin við Ísland - Hoyvíkssáttmálin - fer at fleirfalda okkara heima­ marknað og geva báðum pørtum sera fríar ræsur at virka og samstarva.  Vit hava tikið stig til tætt­ ari samstarv við Europa innan útbúgving, gransking og flogferðslu.  Við sonevndu kumuler­ ings­­avtaluni verður rávøru­ grundarlagið hjá okkara fiskavirkjum víðkað, soleiðis at vørur, sum vit keypa úr øðrum londum, kunnu virkast í Føroyum og seljast tollfrítt til høvuðsmarknaðin. Hetta eru týðandi stig í altjóðagerðini.  Vinnan, serliga flaka- og fiskivinnan, er í eini broyt­ ingar- og tillagingartíð. Tað er tí altavgerðandi fyri framtíðina, at vit støð­ ugt skapa nýggjar vinnu­ møguleikar her heima, eins og vit eisini bjóða okkum fram í útlondum. Vit eru longu á altjóða marknaðum við føroyskum fyritøkum og einstaklingum innan handil, vinnu, kunningartøkni, snið­ geving og tónleik. Nú ræður um framhaldandi at nýta møguleikarnar. At bróta slóð. At lofta degnum!   *** So hvørt, sum vit fylgja kós­ini, vit hava lagt, mugu vit alla tíðina festa sjónina á einstaka borgaran. Teg og meg. Børn, ung, eldri, brek­ að, verkafólk, tey væl­útbúnu, fiskimenn, tilflytarar, sam­­kynd og onnur. Aftan fyri øll hesi bólkaheiti er einstaklingurin. Øll, sum her búgva, skulu hava møgu­ leikar at trívast. Okkum tørvar allar samfelagsbólkar í nýmennandi framtøkunum fyri land okkara. Tað er tað, sum Visjón 2015 snýr seg um: At skapa grundarlagið fyri vælferðini hjá tí einstaka borgaranum. Tað er í ymiskleikanum, at nýskapanin sprettir og vit fara at hugsa nýggjar tankar. Eru vit bert millum teirra, sum hugsa eins og vit og síggja út eins og vit, so er vandi fyri, at vit verða avmarkað av okkara egnu vanahugsan. Blátt og blátt gevur blátt. Men blátt og gult gevur grønt. Hetta er einfaldur logikkur fyri sjálvt minstu børnini, sum eisini vita, at einfaldir litir kunnu blandast til fjølbroytt litbrigdi. Børn­ ini tekna og mála uttan at lata seg forða av, hvat “man eigur”, “man plagdi” og “man skal”.  Evnini hjá børnum okkara - at seta saman av nýggjum, at royna tað, sum ikki er roynt áður, og at stremba eftir at vilja vita - verða avgerðandi fyri, hvussu vit fara at standa okkum í framtíðar kappingini.  At møta menniskjum við øðrvísi bakgrund, samleika og mentan fær okkum at síggja nýggjar møguleikar í okkara egna heimi, og fær okkum eisini at síggja tað virðismikla, ið er vert at verja.  Okkum tørvar kunn­leik­ an, sum byggir á drúgvu royndirnar hjá eldra ættar­ liðnum. At lata royndir hjá tí eldra renna saman við virkisfýsni hjá tí yngra, gevur spennandi úrslit.  Javnstøða er ein onnur fyritreyt fyri nýmenning og fyri at fáa atgongd til margfeldi. At hava eitt so breitt grundarlag av tilfeingi at byggja á sum gjørligt. Tað er at seta skynsemi í hásæti.  Og soleiðis kundi eg hildið áfram. At geva hvørj­ um samfelagsbólki og hvørj­um einstaklingi møgu­ leikan at geva sítt íkast, merkir, at samfelagið fær atgongd til stórar orku- og skapanarkeldur.  At skapandi megin er stór í okkara fólki, prógva eitt nú tónleikafestivalarnir, og tær mongu útgávurnar av fløgum, bókum og listarverkum.   ***   Vit hava í ár ment okkara samfelag á fleiri økjum. Við stórum fagnaði varð tikið ímóti nýggja Smyrli í heyst. Ferðasambandið er eisini styrkt við nýggjum ferjulegum, og í summar varð skotið ígjøgnum undir Leirvíksfirði. Oyggjar okk­ ara verða alsamt tættari knýtt­ar. Gott, dagligt sam­ band er við umheimin loft­ vegis, og vit eru væl við á samskiftisøkinum, so frá­ støðan minkar – bæði oyggj­ anna millum og út í heim.  Útlitini fyri 2006 eru rími­liga góð. Arbeiðsloysið er lítið, hóast tað er ov stórt í pørtum av landinum. Lønarútgjaldingarnar vaksa, virksemið er nógv, og føroyska vinnulívið verð­ur framvegis mett at standa á haldgóðari grund, hóast ávísir trupulleikar eru í fiskaframleiðsluvinnuni. Komandi summar verður aft­ur farið at bora eftir olju í føroyskum øki. Í nýggja árinum verða týðandi stig tikin at einskilja almennu fyritøkurnar. Vit lata hurðar upp og royna nýggjar leiðir.   ***   Fyri heimin varð árið merkt av ringu flóðalduni í Indiska Havinum. Menniskjansligar vanlagnur av kríggi, yvir­ gangi, hungri og vatnflóð áttu í ár høvuðsbreddarnar í heimspressuni. Í hesi løtu sita fólk í svárastu neyð í vetrarkulda í Kash­mir­ fjøllum, har hús og heim vórðu løgd í oyði av ógvusliga jarðskjálvtanum. Alt ov stórur partur av heims­ins borgarum livir undir hungursmarkinum. Aft­ur at øllum hesum liggja hóttanirnar um yvirgang, um heimsumfatandi sjúkur og um dálking, sum kann raka okkum øll. Tað kann tykjast sum ein vónleys uppgáva at hjálpa og gera mun, tá ves­aldómurin, við sínum óhugnaligu ørmun, fevnir um hundraðtúsundtals, ja, milliónir av menniskjum. Gjøgnum máttloysið hóm­ ast kortini ein farri av eini betri framtíð. Tað fær okkum at halda fast í trúnni á, at allur bati bøtir, eisini tann, tit lata til hjálparfelagsskapir og neyðhjálpararbeiði. Tit gera mun! Tí eru vit eisini sum land farin undir at skipa okkara egna menningarpolitikk. Hetta er ein heilt sjálvsagdur partur av tí at taka ábyrgd - at vilja gera mun.   ***   Tað eru so nógv virðir, vit taka sum givin – eitt nú talu­ frælsi, frið, bústað, og at vit eru mett og væl klødd. Føroyar eru eitt samfelag, har tey flestu hava tað gott. Tað merkir ikki, at øll hava tað nóg gott. Tað eru samfelagsbólkar, ið ikki hava nóg góðar umstøður. Her er nógv eftir hjá okkum at gera.   ***   Nú nýggjársskotini smella og skreyteldar prýða himm­ al­in, gleða vit okkum at njóta seinasta kvøldið í ár­inum saman við familju og vinfólki. Ikki øll kunnu halda frí í kvøld. Tit, sum eru til arbeiðis og røkja neyðugt starv á eitt nú sjúkrahúsi, ellisheimi, skipi og aðrastaðni við, tykk­um sendi eg eina serliga heilsan. Og eisini tykkum, sum í kvøld sita einsamøll. Sum bera sorg og sakn, tí tit í ár­inum mistu onkran av tykka­ra kæru, ella á annan hátt vóru fyri vanlagnu. Má nýggja árið kveikja ein neista til troyst og vón.   ***   Vegna Føroya landsstýri takki eg fyri árið, sum nú er at enda komið. Mítt ynski fyri 2006 skal vera, at vit standa saman, lut­taka, geva okkara íkast og fegnast um úrslitini, vit røkka saman. Eg ynski tykkum øllum eitt av Harranum signað nýggjár! Jóannes Eidesgaard, løgamaður í nýggjársrøðuni: Øll sum her búgva skulu hava møguleikar at trívast