mánadagur 2. januar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 1 - 2. januar 2006
Fyrst kom Kaupthing
við sínari ætlan í
Føroyum. Nú letur
til, at íslendski lands
bankin ikki ætlar at
lata hetta fara aftur
við borðinum, og
arbeiðir tí við somu
ætlanum
Peningastovnar
Snorri Brend
Tað hevur leingi ligið í
luftini, at íslendskir pen
ingastovnar ætlaðu at vinna
sær fótafestið á føroyskari
jørð.
Hin sonevndi Íslandssátt
málin gav grundarlag fyri
hesum. Hóast hesin enn
ikki er komin heilt í gildi
enn, so sæst longu fyrsti
gróðurin av hesum.
Í farna mánaði kom
fram, at íslendski bankin
Kaupthing ætlaði at byrja
við virksemi í Føroyum.
Og honum á baki hevur
nú Landsbanki Íslands lagt
ætlanir um tað sama.
Enn eru øll viðurskifti
ikki greið hesum viðvíkj
andi, og heldur ikki er nøk
ur tíðarætlan løgd.
Men gongst sum ætlað
fer Landsbanki Íslands at
lata upp deild í Føroyum í
næstum.
Tekur tíð
Enn er ov tíðliga at siga
nakað um, hvat slag av virk
semi, sum íslendski Lands
bankin ætlar sær undir í
Føroyum.
Sum skilst so ætlar
Kaupthing sær at satsa uppá
vinnulívið í Føroyum
Í fyrsta umfari er ætlanin
ikki at Kaupthing skal veita
privatum kundum lán, og
ætlanir eru heldur ikki
um at stovna deildir kring
landið. Kaupthing bankin í
Føroyum verður at meta ein
deild hjá Kaupthing Banka
í Íslandi, og sum hevur
deildir í 10 londum.
Tí er ikki óhugsandi, at
Landsbankin ætlar tað sama.
Men um teir fara undir
veruligt bankavirksemi, við
t.d. eini bankadeild fæst
eingin at siga nakað um í
løtuni.
Hinvegin skilst, at bankin
hevur fingið fatur á einum
umboðsmanni í Føroyum.
Hesin umboðsmaðurin er
nú í ferð við at leggja lunnar
undir virksemið hjá hesum
íslendska
stórbankanum
her á landi.
Enn er heldur ikki greitt,
hvar Landsbankin fer at
lata upp deild í Føroyum.
Mest hugsandi er tó, at
hetta verður í Havn.
Sosialurin hevur verið í
samband við viðkomandi
umboðsmann, men hann
sigur seg onga viðmerking
hava í løtuni.
Málið tekur ta tíð, sum
krevst, er stutta viðmerking
hansara.
Vit ætlaðu eisini at fáa
orðið á ein av stjórunum í
Landsbanka Íslands, men
hetta eydnaðist ikki í dag,
av teirri einfaldu orsøk av
bankin var stongdur.
Eitt av størstu
nøvnunum í
donskum tónleiki
í løtuni Carpark
North koma til
Føroyar. Hetta er
fyrsta festivalnavnið,
ið er alment í
tónleikaárinum 2006
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í teldubrævið við nýggj
ársheilsan til Planet.fo skriv
ar sangarin Lau: "Vit gleða
okkum longu til í summar,
tá vit enn einaferð koma til
Føroyar, har vit skulu vitja
ein av tykkara festivalum."
Í heyst spældu Carpark
North tvær sera væleyðn-
aðar konsertir í Fuglafirði.
Fyrra konsertin við bólk
inum
var
fullkomiliga
útseld, og salurin í Mentan
arhúsinum kókaði. Tí varð
skipað fyri eini eykakons
ert. Henda gjørdist meira
intim, einans 50 áhoyrarar
vóru sunnukvøldið, og
hetta dugdi bólkurin væl at
brúka til at skapa ein annan
nærleika.
Men nú fáa føroyingar
høvi at hoyra bólkin aftur,
enn er ikki greitt hvønn
festival talan er um, men vit
arbeiða við at kanna málið.
Í samrøðu við Sosialin
aftan á konsertirnar í
heyst søgdu limirnir í Car
park North, at teir vildu
sleppa aftur til Føroyar, tí
upplivingin hevur verið so
jalig.
"Det var helt vildt fedt",
segði sangarin Lau. Hann
greiddi
frá,
at
undan
konsertina kendu teir í
bólkinum so at siga onki til
Føroyar, og høvdu teir tískil
onga hóming av, hvussu
teir fóru at blíva móttiknir
av føroyingum. Men teir
vórðu ovfarnir av teimum
lívligu áhoyrarunum, sum
veruliga góvu teimum eitt
minnið fyri lívið.
Nú fáa teir hetta høvið.
Afenginn ynskir
føroyingum gott nýggjár
Gott nýggjár til lundarnar, hvalirnar og kóparnar,
Kristian, Sharon, Hergeir og G!. Øll undurfull fólk
millum Hattarvík og Mykines, Trøllanes og Akraberg.
Eitt avslappað og íblástursfylt gott nýggjár, ynskir øll
tann bastard-etniska familjan úr Retrograd, Afenginn.
Afenginn vitjaðu Føroyar í summar og millum
nógv deilig og minnilig minnir, kunnu vit nevna
túrin við báti til Fugloynna (við kinakassum og
aldum, ein synkopastisk mongd av vøkrum, blíðum og
undurfullum fólki, skerpikjøt, grind við brombersós,
seyð, The Final Countdown, seyð, bjór, hinu ferð vit
sóu ein seyð o.m.a.
Afenginn
Gleðiligt nýtt ár
ynskja Hjálmar
Góðu føroyinga takk fyri frálíka móttøku á G! í
summar, vónandi síggjast vit aftur næstu ferð.
Tað var veruliga stuttligt at vitja tykkum góðu vinir.
Vónandi verður komandi ár eydnuberandi og gleðiligt
fyri tykkum øll.
Hjálmar
Íslendski Lansbankin
ætlar sær eisini til Føroya
Landsbanki Íslands ætlar sær nú at víðka um virksemið við at
lata upp deild í Føroyum
Carpark North koma
aftur til Føroyar