mánadagur 2. januar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2006
21
Andrias Ziska og
Helgi D. Ziska
telva við í Hastings
Masters. Fimm umfør
av tíggju eru telvd
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Søguliga kappingin í Hast
ings hevur broytt seg frá
at vera ein sterk lukkað
kapping til at vera ein opin
kapping, sum øll kunna taka
lut í. Høvuðsorsøkin er, at
áhugin fyri at telva við í
Hastings er fallin seinastu
árini. Hetta kemst serliga
orsakað av, at fyrireikararnir
hava havt ov lítlan pening at
arbeiða við.
Við broytingini til at hava
eina opna kapping vóna
fyrireikararnir, at Hastings
verður meira sjónlig og
lokkandi fyri sterkar stór
meistarar í framtíðini. Í
árligu útgávuni av Hastings
Master hevur ein telvari
yvir 2600 í rating, nevnliga
Vladimir Belov (2620), og
sjey telvarar hava yvir 2500.
Luttakaratalið er 108.
Helgi D. Ziska er styrkis
mettur sum nummar 44 og
Andrias Ziska nummar 95.
Góð byrjan
Helgi, sum av sonnum kann
sigast at vera ársins telvari
2005, legði óføra væl út
við at vinna á sterka altjóða
meistaranum, Andrew Greet
(2428). Tað er nærum við at
verða gerandiskostur hjá 15
ára gamla havnarmanninum
at jarðleggja altjóða meist
arar.
Andrias fekk eisini eitt
gott úrslit í fyrsta umfarinum
við javnleiki ímóti einum
2085-telvara. Síðani kom
stígur í hjá Andriasi, tó so,
at hann vann í fimta umfari
sunnudagin. Andrias hevur
tískil 1,5 stig og tað er helst
eitt vet omanfyri væntaðu
skoruna.
Eftir góða sigurin ímóti
IM Greet hevur tað gingið
upp og niður hjá Helga. Eftir
at hava vunnið á veikari
mótstøðu og tapt fyri sterkari,
hevur hann trý stig. Helgi er
eins og faðirin omanfyri sína
væntaðu skoru.
Seks telvarar, har av GM
Belov, eru fremstir við f‡ra
stigum. Fimm umfør resta í
og spennandi verður at fylgja
við um tað eydnast Helga í
Hastings at nærka seg sínum
næsta IM-normi.
Næsta uppgávan hjá Helga
verður komandi vikuskiftið,
tá oddaliðið úr Havn hittur
a-liðið hjá klaksvíkingum.
Hitt toppliðið, Vestmanna,
skal til Kollafjarðar, meðan
KTF2 og TFS hittast í
triðja dystinum í 5. umfari
í fremstu deildini.
Rublevsky russiskur
meistari
Óvæntað eydnaðist tað 32
ára gamla Sergey Rublevsky
(2652) at vinna 58. russiska
meistaraskapin, sum varð
telvdur um jóltíðir. Í fjør varð
tann nú pensioneraði Garry
Kasparov russiskur meistari.
Rublevsky
hevur
í
mong ár verið partur av
olympiaduliðnum hjá russum,
men hevur tó ongantíð verið
omanfyri 2700 ratingstig.
Rublevsky telvaði sannførandi
og vann við 7,5 stigum av
ellivu møguligum. Fýra sigrar
og sjey javnleikir. Fyri ómakin
vann Rublevsky sær 40.000
amerikanskar dollarar.
Hægstrataðu telvararnir,
Peter Svidler (2740) og Vla
dimir Kramnik (2739) hava
einki at reypa um. Svidler
var við í oddinum heilt
fram til 9. umfar, men tapti
síðani ímóti Evgeny Bareev
(2675). Svidler fekk loksins
6 stig og eitt deilt 4. pláss.
Kramnik kom ongantíð í
gongd og fekk einans 5,5
stig. Ilt er at siga hvat er hent
við Kramnik seinastu árini.
Ratingtal hansara fer støðugt
skeiva vegin.
Alexander Morozevich
(2707) og Dmitry Jakovenko
(2644) deildu 2. pláss við
6,5 stigum, eitt stig aftanfyri
vinnaran. Morozevich for
svav seg tá hann í 3. umfari
skuldi telva ímóti júst Jakov
enko, og tapti hann tí talvið
á ein óhepnan hátt.
Feðgar í Hastings
Nr. 1 • mánadagur • 2. januar 2006 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Í hesum døgum er 15 ára gamli havnardrongurin Helgi Dam Ziska og pápi hansara Andrias við í
søguligu talvkappingini Hastings Masters.
savnsmynd
GÍ, sum í seinasta minutti
á evsta leikdegi longdi til
veruna í bestu deildini,
hevur nú í hyggju at knýta
tveir nýggjar útlendingar
afturat hópinum.
Talan er um Zakehi
Franck Bodjo og Hamed
Hervé Touré. Zakehi er
áleypari, meðan Hamed
Hervé er miðvallari, og
ætlandi verða teir tveir av
týdningarmiklu brikkunum
í
royndini
at
førka
gøtumenninar nakað upp
aftur á stigatalvuni.
Á heimasíðu sínari
staðfesta tey í GÍ tó, at
talan í fyrstu syftu er
um royndarvenjing hjá
spælarunum, sum báðir
eru fyrst í 20’unum. Seinni
í januar verður so avgerð
tikin um, hvørt spælararnir
skulu knýtast at felagnum
við sáttmála.
-mørk
Tveir útlendingar skulu lyfta arvin eftir Krystof Popczynsky
Danir skulu
styrkja GÍ