hósdagur 6. januar 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 3 - 6. januar 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 3 - 6. januar 2000
ÓLAVUR Í BEITI
Hetta er triðja árið hjá sit-
andi bygdaráð í Sørvági, og
aftur hevur bygdarráðsfor-
maðurin,
Petur
Kruse,
skriva greiða og kunnandi
frágreiðing um farna árið.
Á bygdaráðsfundi fyrst í
desember 99 var fíggjarætl-
anin hjá Sørvágs kommunu
til 3. viðgerð og endaliga
samtykt, og er nú eisini góð-
kend av Føroya Landsstýri.
Skattaprosentið verður ó-
broytt 21, kirkjuskattapro-
sentið 0,25 og barnafrá-
drátturin verður 2500 kr.
Eisini varð samtykt at
gjalda tvær milliónir í eyk-
aavdráttum, skrivar Petur
Kruse, bygdaráðsformaður.
Viðvíkjandi fíggjarætlanini
fyri ár 2000 hjá felags-
kommununi í Vágum, sigur
Petur Kruse, at hon er kr.
205.000. Henda upphædd
verður býtt soleiðis, at
helvtin verður deild í mun
til skattskyldugu inntøkuna
fyri árið 1998, meðan hin
helvtin verður býtt í mun til
fólkatalið í kommununum
01.01.99. Samlaða býtið
fyri ár 2000 verður: Sanda-
vágs
kommuna
kr.
52.480,00
–
Miðvágs
kommuna kr. 72.272,75 –
Sørvágs
kommuna
kr.
74.138,25 – Bíggjar komm-
una kr. 5.073,75 – Mykines
kommuna kr. 1.035,25.
Avlop uppá 4.2 mió.
Og hyggja vit eftir árinum
98, so sær gott út hjá Sør-
vágs kommunu. Grann-
skoðaði roknskapurin fyri
1998 var framlagdur og
góðkendur
á
bygdar-
ráðsfundi 14.12.99. Árs-
roknskapurin vísir ein rakst-
ur sum javnvigar við kr.
21.195.046 og eini fíggj-
arstøðu, sum javnvigar við
kr. 30.730.839. Í figgjarætl-
anini fyri 1998 var roknað
við einum avlopi áðrenn av-
dráttir uppá kr. 3.659.000.
Roknskapurin vísir eitt av-
lop uppá kr. 4.247.000.
Og viðvíkjandi Ísvirki-
num, sum kommunan hevur
verið høvuðspartaeigari í,
sigur bygdaráðsformaðurin,
at tað hevur ikki gingið væl
fíggjarliga, og nevndin kom
tí í árinum til ta niðurstøðu,
at bert tvinnir kostir vórðu í
at velja: antin at virkið fór
á húsagang, ella at nýggjur
partapeningur var útvegað-
Íløgukarmurin
2,6 mió. fyri
ár 2000
Skattaprosentið í Sørvági verður óbroytt 21, kirkjuskatta-
prosentið 0,25 og barnafrádrátturin verður 2500 kr. Eis-
ini varð samtykt at gjalda tvær milliónir í eykaavdráttum,
sigur Petur Kruse, bygdaráðsformaður, í árligu ársfrá-
greiðing síni
vega, samstundis samtykti
bygdaráðið at strika eitt lán
til virkið uppá kr. 484.116
og yvirtaka leysaskuldina
hjá virkinum uppá kr.
86.000. Nýggju eigararnir í
sp/f Vestís eru Vesturvarði
– Vesturskin – Vesturvón og
arbeiðsmannafelagið í Sør-
vági.
– Kommunan hevur roynt
at bøta um umstøðurnar hjá
útróðrarmonnunum við at
seta ein krana á havnalagið
til uppskipan, oljusjálvtøk-
utangi er settur upp í bát-
ahylinum, og kommunan
hevur gjørt leigusáttmála
við Sørvágs Laks um gomlu
stampagoymsluna, sum er
sett í stand og uppdeild í
básar, sum útróðrarmenni-
nir so leiga.
Fólkatalið 888
Viðvíkjandi fólkatalinum,
so sigur Petur Kruse, at tað
seinnu árini hevur kvinkað
seg uppeftir.Í seinastuni
hevur tað ligið um 890 fólk,
men við ársenda í fjør vóru
898 fólk, meðan tað tann
28.12.99 er 888 íbúgvar.
– Langt hevur verið ímillum
nýggj hús í bygdini, men nú
er ein glotti fyri stavn. Eini
hús eru í gerð, og eitt til tvey
verða sett skjøtil á í tí
nýggja árinum. Av og á
spyrja borgarar eftir grund-
stykkjum, men tá komm-
unan ikki hevur so nógv
stykkir tøk, so heitir bygd-
arráðsformaðurin á fólk um
at boða frá, um tey hava eitt
stykki til sølu.
Íløgur
Av íløgukarminum uppá 2,6
mió. kr. fyri ár 2000 fer
meginparturin til vegaar-
beiði, og sum høvuðsarbeiði
verður hildið áfram við
vegnum norður í Húsadal,
har tað drúgvasta pettið er
klárt til sproytingar, men
sum so kavin forðaði at fáa
gjørt, sigur Petur Kruse.
– Av øðrum arbeiðum kann
nevnast, at í samarbeiði við
SEV verður hildið áfram
við at leggja loftlinjurnar í
jørð, og í tí sambandi verða
nýggir elsteyrar uppsettir,
so í komandi ári skuldu
flestu loftlinjur í bygdini
verið tiknar niður. Eisini lið-
ugtgerð av vatn- og kloakk-
íbindingum út eftir ovara
vegi stendur fyri tørni í
komandi ári.
Og aftur í ár hevur Sør-
vágs kommuna fingið góðar
200.000 kr. til ung í arbeiði,
og hava hesi ungu verið í
holtur við at fríðka um í
bygdini, og nú síðstu dag-
arnar hava tey veitt SÍ eina
hjálpandi hond við liðugt-
gerð av SÍ-húsinum. Seks
unbgfólk – 5 mannfólk og
1 konufólk - saman við ein-
um formanni, hava verið í
tiltakinum »ung í arbeiði«.
ur. Bygdaráðið samtykti at
taka undir við, at nýggjur
partapeningur var fingin til
Petur Kruise er
bygdarráðsformaður í
Sørvágs kommunu
Av íløgukarminum uppá
2,6 mió. kr. fyri ár 2000
fer meginparturin til vega-
arbeiði, og sum høvuðsar-
beiði verður hildið áfram
við vegnum norður í Hús-
adal, har tað drúgvasta
pettið er klárt til sproyt-
ingar, men sum so kavin
forðaði at fáa gjørt, sigur
Petur Kruse
Mugu renna skjótari á
Landssjúkrahúsinum í ár
Landssjúkrahúsið
verður meiri og
meiri niðurpínt, tí
longu nú er tað
greitt, at í ár
verður tað neyð-
ugt at seta enn
fleiri sparingar í
verk fyri fyri at
halda játtanina,
enn tað var í fjør.
Men yvirlæknar-
nir vóna, at tað
slepst undan fleiri
uppsagnum
ÁKI BERTHOLDSEN
– Beint nú sær tað ikki so
gott út. Men so fáa vit at
síggja, hvussu alt tørnar út.
Jón á Steig, leiðandi yvir-
lækni á Landssjúkrahúsin-
um, sigur, at eisini 2000
verður eitt sera trupult ár á
Landssjúkrahúsinum.
Týsdagin var fundur í-
millum leiðsluna á og yvir-
læknarnar á Landssjúkra-
húsinum um játtanina, sum
tey hava fingið á fíggjar-
lógini í ár.
Á fundinum vóru bara
høvuðstølini umrødd.
Men hóast tey ikki fóru í
smálutirnar, kann Jón á
Steig longu nú staðfesta, at
tað verður neyðugt við enn
fleiri tiltøkum í ár fyri at
halda játtanina, enn í fjør.
– Vit hildu, at kreppan var
av nú. Men tað vísir seg
ikki, í hvussu so er ikki á
Landssjúkrahúsinum.
Tí
eftir fundin mugu vit stað-
festa, at vit aftur einaferð
enn noyðast undir eitt ár, har
vit skulu renna skjótari, enn
vit gjørdu í fjør, sigur hann.
Nú skal so játtanin býtast
sundur ímillum tær ymsu
hugsa tann tanka, at einasta
loysnin er at taka heilar
funktiónir av.
– Og tann bólturin varð
eisini kastaður upp í loft á
fundinum ímillum yvir-
læknar og leiðslu týsdagin.
Jón á Steig sigur, at fyri
10 arum síðani varð játtanin
til raksturin á Landssjúkra-
húsinum 252 milliónir, ella
20 milliónir hægri enn nú.
– Sostatt hava vit nú 20
milliónir minni til raksturin,
enn vit høvdu fyri 10 árum
síðani, og tað merkist sanni-
liga tað merkist.
– Tí samstundis eru lønir-
nar farnar upp. Og ikki
minst virksemið munandi
økt hesa tíðina við tað, at
bæði sjúklingatalið er nógv
hægri, umframt at Lands-
sjúkrahúsið hevur fingið
nógv fleiri funktiónir at
røkja.
– Og nú vit eru ikki so
langt frá, at vit mugu fara
at tosa um at taka heilar
funktiónir av.
Men avleiðingin av tí
verður, so, at fleiri sjúkl-
ingar verða sendir til Dan-
markar.
– Kostnaðurin fyri at
senda sjúklingar til Dan-
markar er ein játtan heilt
fyri seg. Men flyta vit funkt-
iónirnar til Danmarkar, flyta
vit samstundis arbeiðspláss-
ini til Danmarkar, tí sjúkl-
ingarnir skulu hava viðgerð,
so ella so.
Jón á Steig sigur, at tað
verður Almanna- og heilsu-
málastýrið, sum má avgera,
hvørjar funktiónir, skulu
takast av, tvs, um vit ongan
eygnalækna ella oyrna-
lækna skulu hava longur,
um tað skulu vera dialysu-
sjúklingarnir, krabbameins-
sjúklingarnir, ella aðrir
sjúklingar, sum hereftir
skulu sendast av landinum,
sigur Jón á Steig.
Hann leggur tó dent á, at
enn eru ongar sum helst av-
gerðir tiknar í so máta.
Men hann vísir á, at nú er
starvsfólkið á Landssjúkra-
húsinum av álvara farið at
troyttast av at fáa alsamt
fleiri og fleiri byrðar oman-
yvir seg.
Og hann viðgongur eis-
ini, at tað var eitt vónbrot at
byrja eina nýggja øld og eitt
nýtt túsundáraskeið í sama
stíli, sum tað gamla varð
slept uppá.
Landssjúkra
húsið
Niðurleggja funktiónir
Jón á Steig sigur, at Lands-
sjúkrahúsið hevur nú spart
so nógv hesi seinastu árini,
síðani kreppan rakti, at tað
er ein spurningur, hvussu
leingi hetta gongur.
Og tað er ikki bara á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi, at tosað
verður um at leggja heilar
funktiónir niður. Tað hevur
eisini verið umrøtt á okkara
høvuðssjúkrahúsi.
Og hetta var eisini nevnt
á fundinum ímillum sjúkra-
húsleiðsluna og yvirlækn-
arnar á Landssjúkrahúsin-
um týsdagin. Tí, nú er støð-
an komin hartil, at tað nyttar
ikki stórt meiri at finna spar-
ingar við at siga einstøkum
fólkum upp her og har.
– Vit eru nú komin hartil,
at vit eisini eru farin at
játtanin verið næstan tvær
milliónir hægri í ár, enn hon
er.
– Men harafturat eru tað
ymsar deildir, sum hava
undirskot við sær inn í
2000.
– So bara hetta ger, at tað
verður neyðugt at húsast
betri við játtanini í ár, enn í
fjør, sum hann tekur til.
Hann sigur, at enn er onki
avgjørt, hvar møguligar
sparingar, skulu setast í
verk.
– Men tað er ongin loyna,
at eini 80% av útreiðslunum
eru lønir. So skal tað spar-
ast, eru tað lønirnar, sum
fyrst verður hugsað um.
Hann leggur tó dent á, at
enn er ongin avgerð tikin og
hann vónar heldur ikki, at
tað verður neyðugt at siga
fólki upp.
nýggja árið.
Frammanundan varð játt-
anin til Landssjúkrahúsið á-
sett eftir tí virksemi sum var.
– „Rammustýring“ er eitt
amboð, sum verður brúkt í
krepputíðum. Men nú mugu
vit koma burturúr hesi støðu
aftur, so at játtanirnar fara
at fylgja við tí virksemin-
um, sum er sigur Jón á
Steig.
Hann sigur, at í fjør fekk
Landssjúkrahúsið um 220
milliónir til raksturin.
– Í ár er játtanin 232 milli-
ónir. Men tær 12 milliónir-
nar, sum eru komnar afturat,
eru ikki nóg mikið til løn-
arhækkingina, sum starvs-
fólkið fekk í fjør og aftur
fær seinni í ár.
Yvirlæknin sigur, at bara
fyri at leggja upp fyri løn-
arhækkingunum,
skuldi
deildirnar og undirdeildir-
nar á Landsjúkrahúsinum
og fyrrenn tá, ber ikki til at
siga nágreiniliga, hvussu
støðan verður.
Pengar fylgja ikki við
Yvirlæknin sigur í kreppu-
árunum varð farið yvir til
eitt slag av stýring á Lands-
sjúkrahúsinum, sum nevnist
„rammustýring“.
Tað merkir, at Lands-
sjúkrahúsið fær ein posa av
pengum, sum tað so skal
klára seg fyri.
Peningurin verður so
býttur sundur ímillum tær
ymsu deildirnar og undir-
deildirnar.
– Men „rammustýring“
merkir eisini, at hevur eitt
nú ein seingjadeild undir-
skot eitt ár, tekur hon und-
irskotið við sær yvir í tað
At taka heilar funktiónir av á Landssjúkrahúsinum, hevur nú verið nevnt í ovastu leiðsluni sum ein møguleiki at spara.
Men so skulu fleiri sjúklingar sendast landinum, sigur Jón á Steig, yvirlækni Játtanin í ár hækkar ikki so nógv sum
lønarhækkingin og samstundis hava ymsar deildir undirskot frá í fjør við sær til árið í ár.
Tað kostaði ein-
um føroyskum
skipara bót at
hann trúði upp-
lýsingunum, sum
hann fekk frá
Føroya Lands-
stýri.
ÁKI BERTHOLDSEN
Kann tað veruliga bera til,
at ein føroyskur fiskiskipari
skal kunna revsast, tí lands-
stýrið gevur honum skeivar
upplýsingar?
Hetta er ein spurningur,
sum Skipara- og Navigatør-
felagnum vil hava greiði á.
Fekk bót
Og nú er møguleikin at fáa
tann spurningin svaraðan.
Tí nú hevur Skipara- og
navigatørfelagið
stevnt
landsstýrið fyri at hava giv-
ið einum føroyskum skip-
ara skeivar upplýsingar.
Talan er um eitt gamalt
mál. Tað var longu í 1992,
at eitt føroyskt trolarapar
varð tikið í norskum sjógvi
fyri at hava brúkt skeiva
framferð, tá ið fiskiskapurin
varð givin upp fyri norsku
myndugleikum.
Eftir drúgva viðgerð í
Noregi endaði tað við, at
annar skiparin fekk 10.000
krónur og bót og reiðarin
100.000 krónur.
– Hetta er eitt mál, sum
vit taka í allarstørsta álvara,
tí tað vísti seg, at hesin skip-
arin gjørdi ikki annað enn
at fylgja teimum forskrift-
um, hann hevði fingið frá
landsstýrinum, sigur Ellint-
ur Abrahamsen, formaður í
Skipara og Navigatørfelag-
num.
Hann sigur, at felagið tí
stevndi við kravi um, at
landsstýrið viðurkendi, at
tað hevði givið skiparanum
skeivar upplýsingar og at
tað tí var landsstýrið, sum
átti at gjalda bótina.
–Landsstýrið hevur fleiri
ferðir fingið málið útsett.
– Men beint fyri jól fall
dómurin: Og tað vísti seg,
at landsstýrið fekk viðhald,
tí rætturin sigur, at skiparin
hevur ábyrgdina av, at hann
hevur tær røttur reglarnar.
Ellintur Abrahamsen sig-
ur, at hetta er eitt mál, sum
Skipara og navigatørfelagið
leggur sera stóran dent á. Tí
er tað alt, sum talar fyri, at
málið eisini verður lagt fyri
landsrættin.
Formaðurin sigur, at mál-
ið er rættiliga lætt at mis-
skilja.
– Tað er ongin ivi um, at
skiparin hevur ábyrgdina av
útvega sær tær røttu reglu-
gerðirnar.
– Men kjarnin í málinum
er, at skiparin júst vendi sær
til røttu myndugleikarnar,
sum eru Føroya Landsstýr-
ið, fyri at fáa teir røttu upp-
lýsingarnar.
– Men hann fekk skeivar
upplýsingar frá landsstýrin-
um, og tað var hetta, sum
feldi hann í Noregi.
Skiparin fekk eitt fiski-
loyvi frá landsstýrinum. Við
fiskiloyvinum fylgir ein frá-
boðanarskylda, sum hann
skal brúka. Men loyvið,
hann fekk frá landsstýrin-
um, samsvarar ikki við
norskar reglar og tí fekk
hann bót. Og tað er hetta,
vit hefta okkum við, sigur
Fekk skeivar upplýsingar frá landsstýrinum
formaðurin í Skipara og
Navigatørfelagnum.
Hann sigur, at tað er eitt
so mikið avgerandi mál, at
skiparar ikki kunnu ábyrgd-
ast fyri á upplýsingarnar,
teir fáa frá teimum røttu
myndugleikunum, sum er
landsstýrið, at tað er alt,
sum talar fyri, at málið
verður roynt í landsrættin-
um. Hevði skiparin fingið
at vita frá landsstýrinum, at
hann skuldi útvega útvega
sær neyðuga tilfarið sjálvir,
so gjørdi hann tað. Men
hesuferð varð hann vill-
leiddur av landsstýrinum og
tað er ein álvarsligur trup-
ulleiki, sigur Ellintur Abra-
hamsen.