Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. januar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 3 - 6. januar 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 3 - 6. januar 2000 Ein cabarét in spc. Einaferð var tað ein maður, sum at Rabelais. Tá hann á deyðastrá skuldi gera upp segði hann: »Eg eigi einki; eg skyldi nógv - restina kunnu tit geva teimum fá- tæku«. Tað er okkurt av hesum beistaktiga og ósentimen- tala humor eg altíð havi sett í samband við fyribrigdi »Cabarét« - men tá eg í gjár- kvøldi kom út úr Sjónleikar- húsinum eftir at hava sæð »Óla P. - ár 2000 á veg« hevði eg eina kenslu av, at í hvussu so er føroyskir ka- barettsmiðjir royna at ganga tryggari leiðir enn tær ra- belaisku. Heldur enn tað svarta skemtið og ta hvøssu satiruna hava høvundarnir valt at geva eina heldur spaka og meiri altfevnandi mynd av farandi og kom- andi tvørleikum. Men prís- urin er ein skroypilig heild - hóast samanhangandi. At eisini henda leiðin krevur bæði orku og dugna, tað er eyðsæð. Heilt frá fyrstu løtu í forhøllini við tí gátuføra kvæðinum hjá Jógvani Bærentsen og Knút Olsen til tað síðstu poetisku pallmyndina við orðum eftir Gunnari Hoydal, er hetta ein framførsla sum leiklista- liga er merkt av dygd. Hilmar Joensen og Jógv- an S. Joensen bera - ávika- vist - tann eitt lítið sindur góðvarna og grátuliga og tann eitt lítið sindur ónda og falska føroyingin um aldargáttina og hetta gera teir trúliga. Og so kemur Palleba - tað ultimativa offr- ið fretliga framborðið av Tóra í Hoyvík - so hissini skreiðandi inn og út úr pall- myndini, men við frígerandi látri í hølunum. Fleiri av stuttleikunum geva avdúkandi og stuttlig- ar myndir av eitt nú eini forkelaðari fullveldisideo- logi, av tí altvalandi ríkis- felagsskapinum, av tí van- ærisligu søguni um ta sa- distisku Almammuna og av ð-sleikjarum og samleika- snobbum. Ímillum og um- kring solosang og stutt-leik- ir er løgd ein stundum held- ur einstáttað søga um kreppurakta føroyska fólk- ið, sum aftur aftur valdi teir somu korruptu politikkar- nar. Men tað er sum um henda søgan ongantíð veru- liga kemur í gongd og tað sama má eg tíverri siga um stutt-leikirnar: hetta eru meiri byrjanir og hugskot enn konsekvent gjøgnum- førdar satirur. Av tí sama fái eg eisini eina kenslu av at tær vøkru og fimu dansar- innurnar bert hava leiklut sum eiggilig ífylla. Sum um høvundarnir ikki rættuliga kundu blíva samdir um hvussu sjussurin skuldi blandast: ein fullur og ber- søgin Palleba, holdsligar cancangentur og/ella ein grátandi kreppuføroyingur balanserandi á keikantinum millum sjálvmorð og olju- vinnu. Tað sum situr í huganum, tá eg eftir lokna Cabarét gangi heim í friðarligum gøtum, er upplivingin av góðum tónleiki, sannfør- andi sangi, glitrandi sym- bolskum búnum og Gesti (Hallur Hjalgrímsson) sum við kropsmáli, mimikki og fáum orðum fær søgur og rørslur at hanga saman. Men eg gangi við einum varhuga av onkrum tóm- leika. Er tað bitið, tað svarta skemtið og samfelagssatir- an eg sakni? Ella er tað hetta at eg ikki reiðiliga skilji hví alt var samanskrúvað júst so sum tað var? Var hetta kanska ov ab- strakt til mín jarðbundna heila? Men her vóru leik- arar, sangarar, tónleikarar og dansarar sum so sanni- liga dugdu síni ting og eg dugi ikki at síggja annað enn at leikstjórarnir hava gjørt eitt sera gott arbeiði og at tomatsangurin kann liva sítt egna lív langt útum Sjónleikarhúsið og at... Á vegnum heim fari eg inn á Manhattan og drekki eitt glas av reyðvíni, men hetta loysir ikki mínar estetisku tvørleikar. Kanska er tað, sum Almannan hevði sagt tað, eg sjálvur sum eri trup- ulleikin? Rói Paturson Tað sum situr í huganum, tá eg eftir lokna Cabarét gangi heim í friðarligum gøtum, er upplivingin av góðum tónleiki, sannfør- andi sangi, glitrandi sym- bolskum búnum og Gesti (Hallur Hjalgrímsson) sum við kropsmáli, mimikki og fáum orðum fær søgur og rørslur at hanga saman Ummæli: JÁKUP MØRK Í nøkur ár hevur Eimskip nú virkað her á landi, og alla tíðina hava teir spakuliga økt um virksemið, og sam- stundis, sum virksemið hjá felagnum er økt, hevur fel- agið spakuliga betra um hølisumstøðurnar heima á Eystaru Bryggju. Ikki endaliga avgreitt Higartil hevur alt virksemið hjá felagnum verið hýst í høvuðsstaðnum, men nú er so stig tikið til at víðkað enn meira um virksemið, soleið- is at felagið kann røkka enn størri part av landinum. Sambært Jákup Lam- hauge, býráðsformanni í Runavík, hevur Eimskip sett seg í samband við teir, við tað at felagið hevur havt í umbúnað at víðka um virk- semið. Framman undan hevur politikkurin hjá kommunu- ni verið, at teir í størst møg- Eimskip víðkar um virksemið Gongst eftir ætlan, fer Runavíkar Kommuna undir at byggja nýggja farmahøll, sum skal leigast út til Eimskip uligan mun vilja eiga teir virkisbygningar, sum eru í havnalagnum, fyri at teir á tann hátt kunnu hava eina betri stýring á aktivitetinum í kommununi. Sambært Jákupi Lam- hauge, er viðgerðin av mál- inum ikki liðug enn, men at býráðið í løtuni bíðar eftir einum svarið frá Eimskip, soleiðis at støða kann takast til um kommunan skal fara undir byggingina. Náttúrlig menning Eyðstein Jensen, sum er fíggjarleiðari hjá Eimskip í Føroyum, váttar fyri Sosi- alinum, at teir í løtuni ar- beiða við hesum máli, og at ein leiguavtala við Runa- víkar Kommunu liggur í luftini. Enn er tó ikki komið á mál hesum viðvíkjandi, og løtuni verður tosað aftur og fram um, hvussu stórur ein møguligur bygningur skal verða, eins og tað ikki er greitt, hvar á havnarlagnum ein slíkur skal liggja. Eyðstein sigur víðari, at eitt slíkt stig er ein náttúrlig menning í tí aktiviteti, sum felagið frammanundan hev- Gongst eftir ætlan, gongur ikki alt long tíð, áðrenn talið av virkisbygningum í Runavíkar Havn økjast enn meira Savnsmynd Grannahús fingu stóran skaða Við fáum daga millumbili fingu tvey sethús úti á Hamrinum á Argjum stóran skaða, tá ávíkavist vindur og flúgvandi grót gjørdu um seg. Tíbetur stóðst eingin fólkaskaði av hendingunum, men um illa vildi til, kundi lættliga enda galið ur. Eisini leggur hann dent á, at ein slík betran av um- støðum felagsins sjálvandi vil viðføra, at sambandi til kundarnar og harvið tæn- astustøðið kann gerast betri. Vindurin nýggjársdag var somikið harður, at tekjan reiv av einum húsum úti á Hamri- num á Argjum. Sum tað sæst á myndini, so kundi skaðin verið enn størri, um sløkki- liðsmenninir ikki bóru so skjótt at JÁKUP MØRK Í illveðrinum nýggjársdag, vóru hvirlurnar somikið harðar, at tekjan varð rivin av einum sethúsum úti á Hamrinum á Argjum. Tað var stutt fyri døg- urðatíð, at brandstøðin í Havn fekk boð um skaðan, og beinanvegin vórðu boð send eftir sløkkiliðsmonn- unum, við tað at tekjan var til miklan ampa. Skjótt varð borið at, og eftir stuttari løtu høvdu sløkkiliðsmenninir fingið tamarhald á støðuni. Orsøkin, til at tekjan feyk av vindinum, hevur helst verið, at elementini til hús- ini júst vóru sett upp, og at hesi helst ikki hava verið fest nóg væl. Eingin friður Okkum kunnugt, so var hetta einasti vindskaðin, sum hendi hendan dagin. Friðurin úti á Hamrinum vardi tó ikki leingi, tílongu týsdagin var aftur galið, tá eini hús á somu gøtu fingu skaða. Hesu ferðina var tað tó ikki veðrið, sum gjørdi um seg, men hetta gjørdi ikki skaðan minni. Talan var nevnliga um eina spreinging í granna- lagnum, sum viðførdi at smásteinar komu sendandi yvir tekjuna á einum sethús- um við tí úrsliti, at tekjan fekk stóran skaða. Umframt at sjálvt grótið kom send- andi oman yvir tekjuna, endaði sjálvur gummidekn- ingurin eisini á tekjuni, so tað er greitt, at nógv hevur staðið á. Kundi endað galið Einki er at taka seg aftur í, at um fólk hevði verið fyri, tá grótið kom flúgvandi, kundi óbótaligur skaði stað- ist av hesum, men lukkutíð var eingin fyri. Sjálv húsini fingu annars rættuliga stóran skaða, við tað at fleiri sperrur undir tekjuni brotnaðu, eins og veggir o.a. hava skotið seg nakað orsakað av stóra trýstinum. Júst hvør orsøkin til spreingiskaðan, er ikki greitt enn. Eftir tí, sum vit hava frætt frá brandstøðini, fór alt fram á rættan hátt, áðrenn sprongt varð, soleiðis at dekningur o.a. var í lagi. Møguliga hevur talan ver- ið um sterkari dynamitt enn vanligt, men í øllum førum tykist tað vera greitt, at krút- ið hevur verið eitt sindur sterkari enn tað, sum vit vanliga seta í samband við hesa ársins tíð. Mynd: Álvur Haraldsen Tekjan á sethúsunum fekk nakað av skaða, orsakað av grótinum, men lukkutíð stóðst eingin fólkaskaðið av hendingini Mynd: Álvur Haraldsen