hósdagur 6. januar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 3 - 6. januar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 3 - 6. januar 2000
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
NÁTT-
BUSSURIN
v/ Øssur Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um Kvívík
og Kollafjørð, tá fráboð-
an fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Streymoy
MINI
BUSS 3X21
TAXA
Nor›oyggjar
SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING
v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta
13. B, FO–100 Tórshavn
TAXA
MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI
288888
FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD
Vilja tygum vi› í
Í b‡in - hvønn hósdag
Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so
fylli› út henda lepan og sendi› hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
* * *
Staðið
har vit
hittast
* * *
sosialinum
Lýsið í
Leygarkvøldið
spæla
Driv
KLUBBADANSUR
Kaggin
Fríggja-og
leygarkvøldið
spæla
FIMMBOÐI
LISBERG
OG VINIR
FIMMBOÐI
LISBERG
OG VINIR
Kaggin
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Klaksvíkar
Klubbi
Klubbin hevur:
POOLBORÐ
BILLARDBORÐ
ENSKAN FÓTBÓLT
Á SKY
Leygarkvøldið
8/1
spæla
"FLÚRAR"
til dans
Alive Music
THE DUBLINERS
Aldarinnar konsert
08. januar 2000
í høllina á Hálsi
Sølustø›ini eru hesi:
Nor›oyggjar:
Statoilstø›in í Klaksvík
Kioskin hjá Ann
Eysturoy:
Shellstø›in í Gøtudali
Statoilstø›in í Skálabotni
Streymoy:
Shellstø›in í Vestmanna
Kunningarstovan í Havn
3´arin í SMS
Sandoy:
Shellstø›in á Sandi
Su›uroy:
Shellstø›in á Tvøroyri
Shellstø›in á Bakka í Vagi
Nólsoy:
Matvørubú›in
Mat-
seðilin
Hósdagin 6. jan.
Revelsben
Fríggjadagin 7. jan.
Wienersnitzel
Leygardagin 8. jan.
Rivjasteik
Mánadagin 10. jan.
Grýturættur
Týsdagin 11. jan.
Bostonsteik
Mikudagin 12. jan.
Stokt flesk
Kostnaður 30,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
Alive Music
THE DUBLINERS
Aldarinnar konsert
08. januar 2000
í høllina á Hálsi
Sølustø›ini eru hesi:
Nor›oyggjar:
Statoilstø›in í Klaksvík
Kioskin hjá Ann
Eysturoy:
Shellstø›in í Gøtudali
Statoilstø›in í Skálabotni
Streymoy:
Shellstø›in í Vestmanna
Kunningarstovan í Havn
3´arin í SMS
Sandoy:
Shellstø›in á Sandi
Su›uroy:
Shellstø›in á Tvøroyri
Shellstø›in á Bakka í Vagi
Nólsoy:
Matvørubú›in
Keyp teg ríkan og
lat hini gjalda
Norskt tilboð til føroyingar:
Stutt fyri jól tók seg upp ein »nýggjur« handilsmáti í Før-
oyum. Multilevelmarketing, ella netverkssøla, eitur hátt-
urin og er hann púra lógligur, verður sagt av Fútaskriv-
stovuni. Men tann, sum fer upp í netið, bindur seg til at
keypa fyri ávísa upphædd hvønn mánað
Multilevelmarketing ella netverkssøla
Soleiðis hongur skipanin saman, sum eitur »multilevelmarketing«. Tann ovasti í ketuni, sum eisini bindur seg til at
keypa frá fyritøkuni, fær tvey afturat sær, sum fáa tvey afturat sær ... Fyrsta liðið í ketuni fær provisión frá fyritøk-
uni, fyri øll tey, sum viðkomandi fær undir seg. Fyri hvønn persón, sum verður lagdur afturat, vera latin »stig, sum
síðani verða umroknað til pengar. Á henda hátt kann viðkomandi koma at forvinna rættuliga stórar upphæddir -
sigst!. Men longur niður ketan breiðir seg, jú størri er vandin fyri at eingin er eftir at fáa afturat, og við eitt er eing-
in vinningur at fáa, men bara útreiðslur. Men fyri tað er framferðarhátturin púra lógligur og hann er sera væl kend-
ur uttanlands
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri eini tíð síðani fekk Før-
oya Landfúti klagu um, at
ein útlendsk fyritøka var
farin at selja vørur sínar á
ein hátt, sum minti um pyr-
amiduspælið.
Eftir at hava hugt eftir
søluháttinum, hevur fútin
svarað, at fyritøkan, sum í
hesum føri er Nature´s
Own, einki skeivt ger, tí tal-
an er um ein fult lógligan
handilshátt,
sum
eitur
»multilevelmarketing«, ella
netverkssøla.
Finn Ougaard, varafúti
sigur við Sosialin, at hesin
háttur er vælkendur eitt nú
í Danmark, og at hann hev-
ur púrt einki við pyramidu-
spælið at gera.
– Í Danmark er lógarupp-
skot lagt fram um at for-
bjóða pyramiduspælinum,
men í viðmerkingunum til
ta uppskotið verður sagt, at
júst netverkssøla er undan-
tikin forboðnum, tí hetta er
ein handilsháttur, har tú fært
nakað fyri tað tú letur inn í
Netverkssøla
og Nature´s Own
SVEINUR TRÓNDARSON
Netverkssøla hongur so-
leiðis saman, at ein fyri-
tøka fær ein persón at
keypa fyri eina ávísa upp-
hædd einaferð (t. d. 1.600
krónur) og síðani fyri ein
ávísa upphædd um mán-
aðin (t. d. 600 krónur).
Hesin persónurin fær
síðani tveir persónar, sum
á sama hátt, sum hann
sjálvur, gera sáttmála við
fyritøkuna.
Fyri nýggju keyparar-
nar, sum ein fær afturat
sær, verða givin stig til
tann, sum hevur fingið
tey upp í netið.
Sambært upplýsingum
frá fyritøkuni verða latin
stig fyri hvønn einstakan
keypara, sum kemur inn í
netið, og fyri hvussu nógv
viðkomandi keypir fyri.
Stigaskipanin er skrúv-
að saman á ein heilt serl-
igan hátt, men tað stutta
av tí langa er, at tað
mesta, ein kann fáa burtur
úr hvørjum beini er 4500
stig. Hetta svarar til góðar
9.000 krónur um vikuna,
so tað eru ikki smávegis
upphæddir, talan er um.
Sum vit skilja á Guð-
bjørg Jóhannesardóttir,
tænastufulltrúa hjá Nat-
ures Own, er tað ikki van-
ligt, at so nógv verður
goldið, tí hetta krevur
ógvuliga nógv arbeiði, tí
allir keypararnir, sum eru
undir tær, skulu vera akt-
ivir, fyri at tú kanst fáa
stig burtur úr teimum.
Byrjað í USA
Sum so mangt annað
byrjaði netverkssølan í
USA seinast í 70-árunum.
Smátt um smátt vann søl-
uhátturin frama, og mitt í
80-árunum tóku evrope-
arar hann til sín.
Nature´s Own byrjaði í
1994 at selja á henda hátt
og í dag vera allar vørur
hjá fyritøkuni seldar so.
At søluhátturin virkar,
ber umsetningurin boð
um, tí í 1997 var umsetn-
ingurin hjá Nature´s Own
góðar 60 mió svenskar
krónur. Í 1998 var hann
vaksin til 138 mió. og
í ár væntað tey, at hann
fer at nærkast teimum 300
mió. krónunum.
Sambært upplýsingum
frá fyritøkuni eru 85 før-
oyingar inni í netverkin-
um hjá Nature´s Own.
Inntøkan, sum persón-
arnir fáa eru skattskyldug,
og upplýsingar verða
sendar skattavaldinum
eina ferð um árið, verður
sagt úr Svøríki.
Natures Own var fyrsta evropeiska
fyritøkan, sum tók til sín nýggja
amerikanska søluháttin og var tað
í 1994. Umsetningurin er sambært
fyritøkuni fýrafaldaður seinastu
tvey árini
Alt fleiri nýta høvið at keypa beinleiðis frá framleiðaranum, sum í hesum føri situr í
Svøríki. Samstundis eru eisini alsamt fleiri, sum seta spurnartekin við søluháttin, sum
ger lívið hjá smáum handilsrekandi súrt. Jú meiri kundarnir keypa frá Natures Own,
jú minni verður keypt í føroyskum handlum, og hesum ávara handilsmenn ímóti
Modelmynd
peningi, sigur Ougaard.
Hann sigur eisini, at teir
trúðu, at framferðarhátturin
var brot á lógina um al-
menna innsavnan, men so
er heldur ikki sigur hann nú.
Kenna seg kroystam
Kortini eru nógv, sum ávara
ímóti søluháttinum. Fólk,
sum Sosialurin hevur tosað
við siga, at tey kendu seg
kroystan at fara upp í, tí hjá
tí, sum fyrst kemur inn í
skipanina ræður um, at fáa
fólk afturat sær fyri at fáa
pening burturúr.
– Tann, sum fer uppí,
bindur seg til at keypa fyri
ávísa upphædd, sum ikki er
so lítil, og koma ongar inn-
tøkur, so er peningurin mist-
ur, sigur ein kvinna, sum vit
hava tosað við og hon legg-
ur afturat, at tað eru tey, sum
standa ovast, sum fáa vinn-
ingin, meðan tey, sum eru
niðast, standa eftir við ong-
um.
Skipanin við netverks-
sølu, er nógv brúkt úti í
heimi, men er rættuliga ó-
kend her um okkara leiðir.
Kortini tykist hon nú hava
gjørt innrás í Føroyum, tí
eftir bert góðum hálvum
øðrum mánað eru 85 før-
oyingar farnir upp í ketuna
Hvør orsøkin er, skulu vit
ikki gera av, men vit fara
kortini at gita, at vinning-
urin, sum hvør einstakur fær
lovaðan er ein teirra.
Skaðar smáhandlarnar
Er søluhátturin ókendur í
Føroyum, so er hann væl-
kendur t. d. í Noregi.
Í einum av norsku bløð-
unum stóð fyri kortum at
lesa, at Nature´s Own í fjør
seldi fyri umleið 70 mió.
krónur í Noregi, og at um-
leið 15.000 fólk vóru í
norska netinum.
Tá so nógv fólk fara upp
í eitt net fyri at keypa, so er
eisini ein vandi fyri, at tað
fer at ganga út yvir smá-
handlarnar úti á bygdunum.
Hetta er eisini nakað, sum
er komið okkum fyri oyra.
Handilsfólk, sum vit hava
tosað við, siga, at tað er av-
markað hvussu nógv fólk
brúka av sápu, kosttilskoti
og luktilsi um mánaðin. Tí
fer tað at síggjast aftur, attey
keypa fyri fleiri hundrað
krónur um mánaðin uttan-
lands.
Men fyri tað er skipanin,
og handilshátturin, lógligur,
verður sagt av fútaskriv-
stovuni.
Men kortini er tað onkur,
sum kemur at standa, sum
taparin, tí ytstu liðini í ket-
uni, sum ikki fáa nakran aft-
uratsær vera tey, sum missa,
og tey eru ikki so fá.